Føroyingar við at tapa oddadyst

Vendsyssel FF hevur nú tapt tríggjar dystir á rað í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Fótbóltslagið er ikki gott norðast í Jútlandi. Vendsyssel FF hevur nú tapt tríggjar teir fyrstu dystirnar í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini í hesum árinum.

 

Í kvøld tapti Vendsyssel FF oddadystin ímóti Lyngby við tveimum málum ímóti ongum. Bæði Hallur Hansson og Brandur Hendriksson spældu allan dystin fyri Vendsyssel FF. 

 

Í steðginum var javnleikur 0-0. Í 62. minutti og í 70. minutti Frederik Gytkjær tingini uppá pláss fyri Lyngby við tveimum málum. Vendsyssel FF hevði bóltin nógv, men Lyngby var vandamiklari í avgerandi støðum. 

 

Lyngby er nú greitt oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 45 stigum. Vendsyssel FF er nummar tvey við 36 stigum. Enn liggur Vendsyssel FF á uppflytingarplássi. Horsens er nummar trý við 35 stigum, og Silkeborg er nummar fýra við 31 stigum. Vejle er nummar fimm við 30 stigum. Trý tey ovastu liðini flyta upp í bestu donsku fótbóltsdeildina. 

 

Mikukvøldið 23. marts spælir Vendsyssel FF ein sera avgerandi dyst ímóti Silkeborg á útivølli. Áðrenn tað kann Silkeborg hála nógv inn á Vendsyssel FF við at vinna útidystin ímóti Skive komandi sunnudag.