Ævintýrsøgan hjá Leicester heldur fram, og hava teir í løtuni beina kós ímóti enska meistaraheitinum í Premier League. Leicester vann í dag trupla útidystin móti Crystal Palace 1-0 við máli frá Riyad Mahrez, eftir at Jamie Vardy hevði lagt upp til liðfelagan.
Við sigrinum í dag er Leicester nú átta stig frammanfyri Tottenham á øðrum plássi, meðan 11 stig eru niður til Arsenal á triðja plássi. Tí bendir nógv á at Leicester fer at vinna tað sensatiónella meistaraheitið, sum eingin hevði trúð undan at kappingarárið byrjaði.
Verandi meistararnir úr Chelsea fingu á heimavølli kneykra sær ein 2-2 javnleik, eftir at West Ham annars hevði verið á odda í tveimum førum. Í báðum førunum eydnaðist tað Chelsea at javna í yvirtíðini. Fyrst í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, og síðani eisini í yvirtíðini í seinna hálvleiki. Í báðum førunum var spanski Cesc Fabregas málskjútti.
Í botninum fekk Norwich eina lívlinju, tá teir á útivølli vunnu 1-0 móti West Bromwich. Teir hava nú trý stig niður til Sunderland á 18 plássið, meðan fýra stig eru niður til Newcastle á 19 plássið.
Júst Newcastle og Sunderland møtast í morgin í einari veruligari grannauppgerð, har bæði liðini hava alt uppá spæl í botnstríðnum.
Úrslitini í dag:
Everton – Arsenal 0-2
Chelsea – West Ham 2-2
Crystal Palace – Leicester 0-1
Watford – Stoke 1-2
West Bromwich – Norwich 0-1
Swansea – Aston Villa 1-0










