Rovers er nú liðugt, og kunnu teir í Sligo fegnast um at enda á triðaftasta plássinum í bestu írsku fótbóltsdeildini. Hetta merkir, at Sligo sleppur undan at spæla dystir um upp- og niðurflyting móti næstbesta [...] Patricks endaði á triðja plássinum við 62 stigum. So Stefan og liðfelagarnir hava nógv at bøta um, um teir skulu vera við at stríðast um ovaru plássini. Stefan spældi 31 dystir. Í fleiri dystum fekk Stefan avmarkaða
er tað av alstórum týdningi, at gjørdur verður hóskandi fíggingarleistur - annars verður verkætlanin av ongum. Sambandsflokkurin hevur tí lagt uppskot fyri Tingið, soleiðis at ætlaða blokkniðurlagingin komandi [...] i 850 mio. kr., og hevði hendan upphæddin verðið ein munagóð byrjan til at fremja byggiverkætlanina, og harvið byrjanin uppá at knýta Suðuroynna í meginøkið. Sjá annars lógaruppskot: Flyting av ætlaðu [...] komandi árini verður sett av sum eginfígging í P/F Suðuroyartunnil, heldur enn at senda pengarnar av landinum aftur. Við einum lánstørvi uppá nakrar mia. kr. hava kredittvirði, eginfígging, afturgjaldstíð
útreiðslur fyri at endurskapa dáta og fáa mista dáta aftur. Hartil fáa fyritøkur, ið tekna trygging fyri álop á netinum, atgongd til altjóða átaksliðið av telduserfrøðingum, ið er til reiðar at hjálpa alt døgnið [...] vinnukundum og fyritøkum, sum mangan verða sera hart rakt, tá ið tey eru fyri álopi á netinum – antin tí at virksemið verður munandi skert ella tí tað steðgar heilt. Støðugt fleiri fyritøkur fáa ikki virkað [...] heimasíður og skipanir brádliga gerast óvirknar av einum álopi. Skjót hjálp er avgerðandi - og fyri at veita hesa tænastuna, samstarvar Betri Trygging við stóra tryggingarfelagið, Chubb, ið hevur sergrein
bygdahúsinum fara borgarar úr Sjóvar kommunu ættaðir úr øðrum londum at vísa fram ymiskt úr egnum heimlandi. Tiltakið byrjar við, at umboð fyri Sjóvar Kommunu setir tiltakið, áðrenn Cinthia Gonzáles Parada [...] Peru Tailand USA Seinasta ár varð undirtøkan fyri tiltakinum sera góð! Vit vóna, at hon verður eins góð aftur í ár, og at vit á henda hátt saman fagna teimum ymisku mentanunum, ið virka og hava sítt lív [...] eygu, oyru og smakkleykir fáa forvitnisligar og øðrvísi upplivingar. Her fáa øll vitjandi møguleika at royna mat úr ymsum matmentanum, meðan tey leggja oyru til orð og tónar úr fjarskotnum londum. Fjølbroyttu
sigurin hjá Fredrikstad við einum brotssparki. Aftaná dystin var Jóannes valdur at vera dagsins leikari. HER ber til at síggja málið hjá Jóannesi Bjartalíð og sigursdansin hann dansaði aftaná til stóran [...] triðja plássinum. Bert 15 stig eru eftir at kappast um, og tá tvey lið flyta beinleiðis upp í bestu deildina skal Fredrikstad bert hava fimm av 15 stigum fyri at vera vísir í uppflytingini. [...] Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad er á gáttini til at flyta upp í bestu norsku fótbóltsdeildina. Í dag vann Fredrikstad við Jóannesi Bjartalíð og Brandi H. Olsen 3-0 á Raufoss
myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum. Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir [...] Skráin er í stuttum, at kórið Xperiment syngur tveir sangir, Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar virðislønirnar. Talan er um M. A [...] latin í 1958. Nú á døgum verður Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri
Lind umvegis íløgufelag sítt Lind Invest. Afturfyri krevja íleggjararnir, at SAS verður tikið av keypskálanum. Tað hevði við sær, at kursurin fall heili 96 prosent, tá ið keypskálin lat upp. Tá ið keypskálin [...] var hægstur í julimánaði í 2007, tá tey handlaðust fyri 372 krónur. Tað merkir, at virðið er fallið heili 99,99 prosent, og at ein millión í SAS-partabrøvum í 2007 vildi í dag verið slakar 78 krónur verd [...] verd. Harvið er samlaða virðið á SAS 210 milliónir krónur, og tað merkir, at BankNordik er meira enn sjey ferðir meira vert enn størsta flogfelag í Norðurlondum.
Klaksvíkar Róðrarfelag hava í morgun mett, at líkindini at fáa barnaróðurin avgreiddan eru ov vánalig. Grundgevingin er, at tað verður ov trupult ella ógjørligt at leggja bátar til start, og hetta ávirkar [...] góðu ítróttarupplivingina. Veðrið broytist ikki nóg mikið komandi dagarnar, tí er avgerð tikin um, at barnaróðurin á norðoyastevnu er avlýstur. Starttíðirnar hjá teimum vaksnu manningunum vera broyttar
Umframt at vit hava bæði nýggjar og brúktar bilar at sýna fram og selja, verður klædnahandilin Insito við á tiltakinum. Insito er klædnahandil í SMS, og hava tey eitt breitt og gott úrval av klæðum til [...] vørubilarnir, ProAce og ProAce City við okkum til Salt. ##med2## Kaffi og okkurt ábit er at fáa hjá okkum, so tað er bara at leggja leiðina framvið Salt. Vit hava heilt vist eitt gott tilboð til tín, verður sagt [...] mótasýning, og verður hendan sunnudagin klokkan 16.00. Umframt hópin av klæðum ber sjálvandi eisini til at síggja og royna nýggjastu bilar okkara. Eitt nú hava vit Lexus RX450h og el-bilin Lexus UX300. Hartil
gaggurnar á hillina. Tilgongdin var lítil og tað tók rúma tíð, at finna nýggjan venjara. Valið fall á navnframa Toda Jónsson, sum ikki fekk nógv at arbeiða við. Einasta tilgongdin var júst danski Kristian Andersen [...] av niðurflytingarvandanum, so tað er ivasamt hvussu nógv felagið fer at leggja afturat hópinum. Útmeldingin úr felagnum hevur verið, at tað fíggjarliga orkan ikki røkkur til fleiri útlendskar spælarar. [...] NSÍ boðar í dag frá, at danski miðvallarin, Kristian Andersen, ikki heldur fram í felagnum. Hann kom til felagið undan kappingarbyrjan, men hevur ikki ordiliga funnið stevið. Tað var kreppukent við fólki