Eitt misjavnt kappingarár hjá Stefani og Sligo Rovers

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers varðveittu plássið í bestu írsku fótbóltsdeildini

Kappingarárið hjá Stefani Radosavljevic og liðfeløgunum í Sligo Rovers er nú liðugt, og kunnu teir í Sligo fegnast um at enda á triðaftasta plássinum í bestu írsku fótbóltsdeildini. Hetta merkir, at Sligo sleppur undan at spæla dystir um upp- og niðurflyting móti næstbesta liðnum í næstbestu írsku fótbóltsdeildini. 

 

Annars var gongdin ikki góð hjá Sligo móti endanum av kappingini. Í teimum síðstu sjey dystunum fekk Sligo bert eitt stig.

 

Í august og september hevði Sligo eisini eitt tíðarskeið, har teir taptu seks dystir á rað. 

 

Sligo hevði við 37 stigum fyri 36 dystir heili 25 stig upp til triðja plássið, ið gevur atgongd til Europa Conference League undankappingina. St. Patricks endaði á triðja plássinum við 62 stigum. So Stefan og liðfelagarnir hava nógv at bøta um, um teir skulu vera við at stríðast um ovaru plássini. 

 

Stefan spældi 31 dystir. Í fleiri dystum fekk Stefan avmarkaða spælitíð, har hann kom á vøllin í seinna hálvleiki.

 

Stefan skoraði fimm mál hetta kappingarárið.