Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad er á gáttini til at flyta upp í bestu norsku fótbóltsdeildina.
Í dag vann Fredrikstad við Jóannesi Bjartalíð og Brandi H. Olsen 3-0 á Raufoss á heimavølli.
Stian Molde legði Fredrikstad á odda tá bert tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleik. Fýra minuttir seinni økti til Sondre Sørløkk til 2-0. Í 72. minutti staðfesti Jóannes sigurin hjá Fredrikstad við einum brotssparki.
Aftaná dystin var Jóannes valdur at vera dagsins leikari.
HER ber til at síggja málið hjá Jóannesi Bjartalíð og sigursdansin hann dansaði aftaná til stóran fagnað hjá fjepparunum hjá Fredrikstad.
Fredrikstad er nú oddalið við 54 stigum, sjey stig frammanfyri KFUM Oslo og 11 stig frammanfyri Kongsvinger á triðja plássinum.
Bert 15 stig eru eftir at kappast um, og tá tvey lið flyta beinleiðis upp í bestu deildina skal Fredrikstad bert hava fimm av 15 stigum fyri at vera vísir í uppflytingini.










