undir sama hatti, ber til at hugsa um heildina. ? Tvs, at tað ber til at hava undirtskot í einum liði eitt ávíst tíðarskeið, um tað tænir heildini, tí hini liðini kunnu hjálpa til at fíggja undirskotið [...] hava eini 80 fólk verið til arbeiðis á tilsamans á báðum virkjunum. Og yvirtíð hevur ikki verið ókend, tí ofta hevur verið arbeitt til klokkan sjey um kvøldið, og onkuntíð til klokkan níggju. Á teirri [...] ímóti 800 tonsum síðani arbeiðið varð tkið uppaftur í skopun fyri einum mánaða síðani í dag. Nógvur útróðrarfiskur Mesti fiskurin kemur frá trolarunum í oynni. Men í Sandoynni eru eisini nógvir útróðrarbátar
pensión er alt ov lítið til at kunna liva av, tá hugsað verður um, at hesi fólk mangan hava forpliktilsi, sum kosta. Andreas Petersen mælti javnaðarflokkinum til at vera við til at bøta um hetta við eitt [...] hesi gomlu fáa frá tí sama samfelag, ið tey hava halgað sítt lív til. Tey eru í dag kastibløkur millum sjúkrahús øðrumegin og heim og stovnar hinumegin. Mong teirra eiga sín sjálvsagda rætt til at liva síni [...] vælferðarsamfelagið heilt náttúrliga átti at livað upp til. USA eingin fyrimynd Andreas Petersen vísti fundinum í høllini í Trongisvági á, at ein orsøk til at vit við røttum kunnu kalla okkum eitt vælferðarsamfelag
hevur hildið til mitt í Keypmannahavn og selt ferðaseðlar til Føroya, letur nú aftur. Sigurð Bech, stjóri, sigur við Sosialin, at grundin er tann einfalda, at kappingin er vorðin ov hørð til, at ein so lítil [...] broyttar, síðan latið varð upp fyri hálvum øðrum ári síðan, sigur Sigurð Bech. Tað gingu bara einir fýra - fimm mánaðir, frá tí, Blue Atlantic lat upp, til Smyril Line lat upp eina aðra ferðaskrivstovu. [...] arbeiðir við at skráseta allar kundarnar hjá Blue Atlantic. So tey, sum hava bílagt ferðaseðil heim til jólar, til dømis, men ikki goldið og avheinta hann, hava ikki fyri neyðini at óttast, at tey ikki sleppa
aftur líka frá »Helluni« um »Ta bláu kannuna« og til »Tann nýggja mannin«. Jú, vit ferðast á kendum gøtum. »Á leirfótum« er kærleikssøga, har vit eru stødd eitt hugnakvøld á einum kamari á einum studentagarði [...] »Hellan« leggur fyri sum ein vakur prologur frá barnaárunum á útoyggj. Fyrstu setningarnir boða frá markleysum møguleikum: »Á oynni var alt, sum lív kundi lysta hjá einum óvita...«, og tínæst verður alt tað góða [...] frásøgumanninum Gunnari, til hesin steðgar honum. Stutt frammanundan er argingarmaðurin - Sofus eitur hann - sjálvur argaður av einum timburmanni, ið skeitir, og Gunnar minnist frá fríkorterum í skúlanum
greiðari støðu til tjóðskaparmál og rættindi føroyinga á søguligari grund í fortíð og í samtíð. Meðan arbeitt var við hesum, kom Tummas Lenvig framá annað tilfar, har serliga frásagnir frá fólkafundum skal [...] Jú, Emil Thomsen letur aftur hoyra frá sær. Eftir ein steðg í trý ár gevur Bókagarður aftur tvær sera forvitnisligar bøkur út. Onnur bókin er ?Ferð mín til Damaskusar3, sum Kristian Osvald Viderø hevur [...] væl til grundstøðið undir øllum tí drúgva útgávuvirkseminum hjá Emil Thomsen. Tí hansara aðalstevna hevur altíð verið at geva bøkur út, sum menna málið og mentanini á Føroyum. Og besta amboðið til tað
Danmark og Føroyum í hesum málinum, ið snýr seg um rættin til ein stóran bita av undirgrundini nærhendis oljukelduni Suilven, sum BP fann fyri einum ári síðani. Í summar kunngjørdi bretska stjórnin, at hon [...] skulu brúkast til áseting av marki. Ein kann siga, at blíva bretar við til at seta krøv sjálvt innan fyri teirra egnu versión av okkara fiskimarki og grundgeva hetta við hálvari vekt til týðandi oyggjar [...] Danska stjórnin hevur vegna Føroyar sent ?mótmæli? til bretsku stjórnina í sambandi við, at bretar herfyri einvíst kannaðu (designeraðu) sær rættin til tveir teigar í tí ?Hvíta økinum?, ið liggur sum eitt
kvinnur: GÍ-VB 28-19 (12-7) Frá miskeiðis í fyrra hálvleiki, tá GÍ fyrstu ferð fór fram um VB, og restina av dystinum stýrdi heimaliðið týðandi botndystinum móti VB. Vágskvinnur vóru annað vikuskiftið á rað á [...] lúta á útivølli. Hóast tær komu væl frá byrjan í dystinum á Kambsdali og vóru frammanfyri fyrru helvt av fyrra hálvleiki, kláraðu tær ikki at halda tørn móti einum GÍ-liðið, sum gjørdist betri og svangari [...] mál í eitt korter, gjørdi GÍ sær dælt av tí, og fór frá 2-4 og uppá 12-7. Hóast VB í seinna hálvleiki stríddi seg innaftur í dystinum og minkaði til 12-14, kláraðu tær ikki at halda dampinum uppi. GÍ fór
ongatíð gerast stuttlig uttan mun til hvussu góð tey annars eru. Tað er sum eingin hevur varnast, at spølini skulu vera til fyri at undirhalda. Postal er eitt av teimum. Frá veruleikanum Postal er eitt fyrsta [...] vakrar, men heilt uttan interaktivitet. Loysir ein av eina salvu móti einum bili ella einum bygningi, hendur snøgt sagt einki. Til ber at goyma seg aftan eitt húsahorn ella aftanfyri ein bil, men ilt er [...] fyriganga á einum fjarum og ókendum galaksa ella einaferð inni í framtíðini, og tá tað jú eisini altíð eru tey óndu, sum skulu hartast, ja, so taka vit tey fyri tað, tey eru, nevniliga undirhald, spæl til stuttleika
styrkti Streymur um sína støðu. Teir lógu aftast eftir fyrsta umfarið, men frá einum avsmurningi í fyrsta umfari fóru teir til javnleik móti føroyameistarunum í øðrum umfari, og tað er væl leiðin fram. [...] Samanlagt gjørdist tað til javnleik 2-2, og tað mundi ivaleyst passa gestunum nakað betri enn vertunum. Havnin og Kollafjørður vunnu Hin dysturin í Klaksvík endaði við sigri til havnamenn, sum vunnu við [...] vestmenningar og Kollafjørð, og tað endaði við greiðum sigri til gestirnir. John Rødgaard var ikki við hjá vestmenningum, og tí gjørdist tað ikki til dyst millum teir báðar altjóða meistaranar í kappingini
bókmentaheimin við fimm yrkingasøvnum, einum stuttsøgusavni, einum greinasavni og nú tveimum skaldsøgum. Ebba Hentze hevur týtt tvey yrkingasøvn og fyrru skaldsøguna til danskt. Hann fekk 1984 bókmentavirðisløn [...] fyrsta, ið rann mær til hugs er ein heldur løgin skaldsøga. Hon víkur í øllum føri rættuliga nógv frá tí eg væntaði, uttan tó at verða vónbrotin. Man hevur kanska í alt ov stóran mun lyndi til at seta fólk í [...] blæan eitt flagg, og tað vakrasta flaggið í øllum býnum.« (p. 73) »Súðið frá havinum var ikki longur bara súð, men slátturin frá einum vátum hjarta, sum føroyingar høvdu ærað og elska, líka síðani teir settu