leggja ein botn í Barsilsskipanina; soleiðis, at tey, sum hava lágar inntøkur, koma at fáa min. 15.000,- um mánaðin, tá hesi fara í barsil. Barsilsskipanin skal ikki verða ein framíhjárættur hjá teimum, ið [...] Sambandsflokkurin ætlar nú, í fullum álvara og á alljósum degi, at tøma Barsilsgrunnin við at lata heilt upp til 60.000 kr. um mánaðin til tey allar allar ríkastu! Hetta hendir, samstundis onki verður [...] in gudhjálpitúmær eisini pensjónina við í skjáttuna. Nú ætla tey at gera tað møguligt, at brúka helvtina av 10ára uppspardu pensjónini til húsakeyp. Har er á at líta, eingi mørk fyri, hvussu Sambandsflokkurin
kann samanberast við at skjóta seg sjálvan í fótin í einari roynd at gera øðrum manni mein. Samanumtikið síggja vit eitt rák sum bert er høpisleysur signalpolitikkur. Hetta kemur ikki at gera Føroyar til eitt [...] sannlíkt, at elprísirnir koma at hækka og økja um útreiðslurnar hjá brúkarunum. Vit síggja eisini hetta sama rák í ymiskum stuðulsskipanum. Til dømis fáa el-bilar stuðul í vegskattinum fyri at vera grønir [...] hava vit í vesturheiminum sæð eitt politiskt rák, har ideologiskir tankar ofta fylla meira enn realistiskar langtíðar loysnir ella ætlanir. Hetta rákið sæst eisini aftur í politiska landslagnum í Føroyum
møguleikarnar at læra føroyskt. Málið er lykilin til at kenna seg heima, fáa arbeiði og verða ein partur av samfelagnum. Tí eiga vit at styrkja undirvísingina í føroyskum sum annað mál, og eisini at gera hana [...] virðing. Í dag er Fast-Track skipanin ov vánalig. Fólk, sum koma higar at arbeiða, skulu arbeiða 40 tímar um vikuna og eru bundin at einum arbeiðsplássi. Tað merkir, at um arbeiðsgevarin ikki hevur nóg [...] Tað er sjálvdan, at flokkarnir eru so samdir, sum vit vóru í hesum málinum. Eitt er greitt: útlendingar skulu integrerast í føroyska samfelagið. Men tann veruligi spurningurin er ikki um tey skulu integrerast
endurvenjing og víðlíkahaldsvenjing, at tað er við til at styrkja førleikar hjá okkara borgarum, soleiðis at man kann hava eitt virkið lív. Men alt ov lítið ljós veður varpað á at endurmenna røddina og førleikar [...] eisini vera um fólk, sum fáa krabbamein í hálsin ella hava ræddartrupulleikar, fyri at taka nøkur dømi Men avbjóðingin er tann, at allir borgarar landsins fáa ikki eina nøktandi tænastu og endurvenjing av [...] verið, at hendan uppgávan burturav bleiv ein landsuppgáva, soleiðis at tað bleiv ein samanhandandi tænasta til allar borgarar landsins, sum hava avbjóðingar við røddini og at fáa endurvenjing til hetta. Tað
ung sleppa at spæla í hallum og á vøllum sum teimum lystir – áðrenn, undir og eftir venjing. Tað er ikki bert undir skipaðum umstøðum, men eisini tá ið tey sjálvi sleppa at stýra og spæla, at tey menna [...] sítt støði í heimsflokki, við altjóða tilnevningum og heiðurslønum. Tí er tað at skapa góðan gróðrarbotn fyri okkara listafólk ein íløga, sum gevur fleirfalt aftur til samfelagið. Ikki bara í inntøkum, [...] men serliga eisini mentanarliga, samfelagsliga og andaliga. Hetta er tjóðarbygging og eg fari at arbeiða fyri hesum, um eg verið valdur á ting. Fyri teg, meg og Føroyar! Set X við Hergeir Teitsson á lista
nevnd er í fútaroknskapinum í 1583. Tá sæst, at Skælingur var eitt festi. Men í 1628 varð festið býtt sundur í tvey, og soleiðis er enn í dag. Eins og tá hevur seyðahaldið enn nógv at siga í Skælingi. [...] bygd er stór. - Í so máta er Skælingur ein av minstu bygdunum í landinum. Einans 13 fólk búgva í Skælingi. Eini sethús vórðu reist í 2023, og hetta var fyrstu ferð í trí áratíggju, at fólk bygdu sethús [...] dalinum. Sostatt er hetta brimpláss, og í ódn í brimi kanst tú síggja alt frá krossfiski til krabba í túninum hjá fólki. Lagt verður aftrat, at børnini í bygdini súkkla javnan til Leynar at spæla við aðrar
verður raðfest sum ein íløga í menning – ikki ein útreiðsla. Júst tí havi eg eina greiða støðu: Tá ið avgerðir verða tiknar í Norðstreymoy, har ið eg komi frá, skulu tær í mest møguligan mun gagna øllum [...] vøkstri í øllum landinum. Tí er boðskapurin greiður: Vit skulu halda fram við at menna samferðsluna – bæði fyri at skapa menning og fyri trygd – og gera tað við ábyrgd, langtíðarhugsan og við atliti at øllum [...] búseting, vinnu og lív í Sandoynni. Somu gongd síggja vit í sunnaru bygdunum á Skálafjørðinum, á Strondum og á Toftum/Nesi, har betri samband hevur gjørt økið meira livandi og atkomiligt. Hetta er eingin tilvild
aftrat: - Kríggið er ikki av enn, og hetta er ein útseting í fimm dagar. Vit vita, at USA flytir herfólk til Miðeysturs, men hetta kann eisini vera fyri at avleiða, sum granskarin tekur til í samrøðu við Verdens [...] fara at tosa meira saman í dag - helst í telefon, tí tað er sera trupult hjá teimum at sleppa úr landinum, segði amerikanski forsetin við tíðindafólk. Men, spurningurin er, hvat er rætt, og hvat ikki er [...] er rætt í tí, sum forsetin sigur. Í iranska uttanríkisráðnum vísa tey aftur, at londini yvirhøvur hava havt nakrar samrøður, og hetta veit almenna iranska ávísin, Iran, at siga. - Um vit skulu trúgva in
tekur støði í tørvinum, og hjálpir síðani hareftir. Hon tekur ikki støði í, um pappírsprógv eru send til røttu tíð, men arbeiðir heldur direkta eftir at loysa trupulleikan. Eg veit, hvussu hetta skal gerast [...] riggar, men bara so leingi, tú ikki hevur tørv á henni. Tá ið tú hevur fingið eitt barn, ið ber brek, snýr tað seg ikki longur um at hava tørv á skipanini, tí tá er hon flutt inn í títt lív. Avvarðandi hjá fólki [...] fólki, ið bera brek, skulu ferð eftir ferð biðja um tað sama. Hóast støðan ikki er broytt, og ongantíð fer at broytast, skulu umsóknir skrivast av nýggjum. Eina umsókn fyri hvørt átak. Hesar umsóknir kunnu
Tað er ikki nøktandi í okkara samfelagi. Mítt mál er ikki bara at bøta um og minka. Mítt mál er at loysa hesa avbjóðingina. Í grundini vita vit væl hvussu tað kann gerast. Tað er bara neyðugt, at allir [...] hevur í ár givið eina játtan til eitt serligt tilhaldsstað fyri ungfólk, sum hava samansettar avbjóðingar. Hetta er klárt at seta í verk og letur væntandi upp innan stutta tíð og verður mitt í býnum í Havn [...] brúka hesa grundhugsjón, men ikki so konsekvent sum í Finlandi. Úrslitini vísa alla staðni góðan bata, um enn ikki í sama mun sum í Finlandi. Vit hava eina stóra avbjóðing í Føroyum við bústaðarviðurskiftum