Tann manglandi røddin

Felagið fyri Føroyskir audiologopedar sendi út herfyri yvirlýsing um avbjóðingar við vantandi samanhangandi audiologopediskum tilboði til vaksin. Vit tosa javnan um endurvenjing og víðlíkahaldsvenjing, at tað er við til at styrkja førleikar hjá okkara borgarum, soleiðis at man kann hava eitt virkið lív. Men alt ov lítið ljós veður varpað  á at endurmenna røddina og førleikar hjá fólki, sum hava mist ein av sínum mest týðandi førleikum, røddina at samskifta við. Talan er um fólk við afasi eftir heilabløðing, fólk við neorologiskum sjúkum sum parkinson, ALS og demens, sum oftast raka eldri fólk og  talan kann eisini vera um fólk, sum fáa krabbamein í hálsin ella hava ræddartrupulleikar, fyri at taka nøkur dømi

 

Men avbjóðingin er tann, at allir borgarar landsins fáa ikki eina nøktandi tænastu og endurvenjing av røddini, ið er farin orsaka av manglandi tvørgeiraligum samstarvi.  Er talan um sjúkling á sjúkrahúsinum fær viðkomandi hjálp undir innlegging, men líka so skjótt tú ert útskrivað ella útskrivaður, er tænastan ikki tann sama. Sernám veitir eina   audiologopediska tænastu til børn upp til 18 ár, sum er ein sera týðandi táttir í, at hjálpa børnum við serligum avbjóðingum, ið hava talutrupulleikar,   Almannaverkið veitir eina góða tænastu til borgarar millum 18 og 67, meðan ongin audiologopedisk tænasta er til borgarar yvir 67.

 

Tíverri er samstarvið millum land og kommunur á audiologopediska økinum ikki nøktandi, og  hóast  audiologopedar, ið eru settir av landinum heldur enn fegnir vildu hjálpt til á kommunala økinum, so hevur hetta verið ein stórur trupulleiki. Vit mugu fáa eina samanhangandi tænastu millum land og kommunur, har kommunurnar eisini vera ein partur. Ein loysn kundi verið, at hendan uppgávan burturav bleiv ein landsuppgáva, soleiðis at tað bleiv ein samanhandandi tænasta til allar borgarar landsins, sum hava avbjóðingar við røddini og at fáa endurvenjing til hetta. Tað er serliga eldri borgarar, sum verða raktir av talutrupulleikum, men at kalla ongin skipað hjálp til hesar borgarar, og tað kann als ikki góðtakast.  Tað kann kennast einsligt at gerast eldri, men um man samstundis manglar røddina verður einsemi enn størri. Hetta má og skal broytast so vit fáa eina tænastu, ið røkkur út til allar landsins borgarar, og hetta økið skal raðfesast.

 

Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi