seg, og Georgia javnaði til 11-11 og legði seg framum 19-14. Føroyski venjarin, Cristian Imhoff, bað um leikbrá, og tað hjálpti. Eitt stig fyri og annað eftir át føroyska liðið av Georgisku leiðsluni, og [...] ligið væl á odda stóran part av fjórða setti, kom spenningur í aftur móti endanum, tá Georgia minkaði um munin til 19-20 og 20-21. Føroyar hildu tó høvdið kalt og við lobbi frá Birgit Guttesen, sum Georgiska [...] verður ímóti Portugal, sum í kvøld vann 3-1 á Montenegro. Menninir spæla eisini sín seinasta heimadyst sama dag. Hann verður ímóti Lettlandi kl. 19.
skal ikki roknast við nakrari frágreiðing. Plakatir við kunningartilfari um bát og bátasmíð verða settar upp, og bóklingur við sama kunningartilfari á føroyskum, donskum og enskum verður at fáa til keyps [...] greiða frá um føroyska bátin og bátasmíð. Hetta kann avtalast við at venda sær til Visit Vágar. Tað verður á Steig í Sandavági, at báturin verður smíðaður. Ein steðgur verður í eina viku um ólavsøkumundið [...] livandi útisavn í Sandavági, har ferðafólk, einstaklingar og bólkar kunnu koma framvið at síggja og hoyra um hendan gamla sið - at smíða føroyska bátin, sum nú er á UNESCO-listanum fyri siðaarv. Henda serstaka
hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn. Í málninginum (sæst í erva her) við sama longsulsfulla heiti sum framsýningin, I Wanted another Landscape, another Tongue , tekur tað eina [...] ljósabláum vatni og fleirlittum málningastrokum, ið undirstrika ekstatiska huglagið. Myndevnið minnir um longsulsfullu lýsingarnar hjá fauvistum og øðrum modernistum av naknum dansarum í einum arkaiskum og [...] hon tykist ójøvn og organisk, bendir á, at hon er partur av eini størri heild. Tað snýr seg framvegis um gerandisviðurskifti millum menniskju og umhvørvið hjá listakvinnuni, ið einaferð hevði eina framsýning
at lækka arbeiðsvikuna, økja um skattainntøkurnar hjá landi og kommunum, økja um pensjónsuppsparingina og økja um eftirspurningin eftir vørum og tænastum – hetta er tað sama sum øktur búskaparvøkstur [...] spurningin við, um rætta løtan er at lækka arbeiðsvikuna júst nú. Greinin kundi eins væl spurt, um tað nakrantíð verður rætta løtan? Vit vita ikki, hvussu arbeiðsloysið er um 1 ár og als ikki um 2-3 ár. [...] tarv. Hetta minkar eisini um tørvin á øktari starvsmegi, um arbeiðsvikan verður stytt. Tað sum greinin hjá formanninum í Búskaparráðnum eisini alt ov lættliga loypir um er, at øktar lønarútreiðslur
sum Løgtingið hevði um føroyska málið. Tað orðaskiftið vísir, at breið semja var um at geva rúm fyri føroyska málinum, men at ósemja var um, hvussu yvirgongdin skuldi vera. Tað sama sæst í orðaskiftum seinni [...] ivi kann vera um, at í tí drúgva stríðnum sum var, bleiv nógv sagt sum var betur ósagt. Og júst tey tingini verða tikin við, meðan sjálvur høvuðsspurningurin um, hvat stríðið snúði seg um, verður sáldaður [...] grønlendskt á fólkatingsins røðarapalli. “Vaknið nú!” Og hóast yrkingin ”Kanska um 100 ár” hjá J.H.O. Djurhuus ikki snýr seg um loysing, so verða vit við henni mint á, at tað eru bara seks ár til yrkingin
Eg kundi ikki skitið meira á tað fyri at brúka eitt ljótt orð. Um teir so vóru her hvønn dag.” Hetta segði hann í sambandi við málið um NATO-radaran, sum ætlanin var at seta upp – m.a. orsakað av, at [...] sum dagsins heilsan frá Jacob Vestergaard sýnir, so er hansara høvd tað sama. Har er einki broytt. Demokratiini eru vandin Øll lond um okkara leiðir hava stongt sínar havnir fyri russiskum skipum uttan Norra [...] ”Trygdarpolitiska støðan viðvíkjandi Føroyum er tann sama sum áðrenn februar 2022, og tað er enn einki sum týður uppá at “tað fantastiska tíðarskeiði” ikki kann halda áfram, tíbetur.” Soleiðis skrivar
og um ja, hvørji ynski hevur landsstýrið til verjusemjuna? Vil landsstýrið vera við til at styrkja um trygdina í Norðuratlantshavinum? – og um ja, hvussu? Ætlar landsstýrið at varðveita leistin um, at [...] gjalda fyri verjusemjuna? Hevur landsstýrið fingið innbjóðing til innleiðandi fundirnar um nýggju verjusemjuna? – og um ja, hvør í landsstýrinum hevur luttikið á hesum fundunum? Í viðmerkingum til spurningarnar [...] stjórnini at røkka NATO kravinum um, at tvey prosent av bruttotjóðar-úrtøkuni (BTÚ) skal nýtast til fígging av verjuni, er danska stjórnin farin í holt við samráðingarnar um eina nýggja verjusemju. Í hesum
rívan til og skrivar, at talan er um aldarinnar "kiks". HER ber til at síggja risa málmøguleikan hjá Klæminti. Breiðablik er nummar trý í deildini við 22 stigum, sama stigatali sum Valur. Valur vann á
eftir ætt, boðskapurin um hann, ið elskar okkum við einum so fullkomnum kærleika, at vit, við okkara viti og skili, ongantíð megna at skilja tað. Kirkjan hevur verið karmurin um størstu gleðistundirnar [...] einum kærum farvæl, tá ið vanlagnan rakti, hevur kirkjan verið karmurin um lívsins mangan baldrutu siglingarleið. Kirkjan er karmur um gleði og sorg, hon fevnir alt lívið við øllum tess litbrøgdum, men er [...] menniskju, men sum eitt feltsjúkrahús, har bundið verður um sárini, og tey løstaðu og særdu verða reist á føtur aftur. Tað er eisini júst hetta sama, ið er og hevur verið aðalmálið við hesi kirkju: at bera
Hoyvikshøllin er bygd í 2002. -Fyri rættvísis sakir eiga vit at siga, at sama dag vunnu dreingir 12 hjá H71, og enn berjast menn í Hoyvík um, hvør í veruleikanum vann fyrsta meistaraheitið - og nær á degnum, [...] leikarunum á hesum liðnum, dreingir 16, Árni Ellefsen og Jákup Símun Simonsen, vunnu bæði meistaraskapini sama dag. Teir vóru eisini venjarar hjá dreingjum 12. Ikki lá fyri hjá øllum at vera við í gjár, men á