Formaðurin í Búskaparráðnum villleiðir

Týsdagin 30. mai, sendi Landsbanki Føroya vegna formannin í Búskaparráðnum út grein

 

kallað “Styttri arbeiðsvika er ein politisk raðfesting”. Greinin gevur eina parthalla meting av nøkrum avbjóðingunum við at stytta arbeiðsvikuna og eitt skøn verður givið uppá, hvat ein stytting av arbeiðsvikuni væntandi fer at kosta. Legg tó til merkis, at tað er ikki Landsbanki Føroya ella Búskaparráðið, ið er avsendari av greinini. Avsendari er formaðurin í Búskaparráðnum.

 

At ein stytting av arbeiðsvikuni er ein politisk raðfesting, eru vit í Fakfelagssamstarvinum samd í. Annars er tað lítið í greinini, ið vit eru samd í og vit meta, at greinin er villleiðandi og fer sera lætt um veruleikan í hesum sera álvarsama evni.

 

Leggjast skal eisini til merkis, at tað er formaðurin í Búskaparráðnum, ið er avsendari av greinini. Hvat merkir hetta? Hevur formaðurin, sum dagliga er stjóri í einari privatari fyritøku, umframt nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, serligan áhuga í, at arbeiðsvikan ikki verður stytt?

 

Úr greinini kann endurgevast, at: “Um alt annað er óbroytt (tað vil siga ongar effektiviseringar, ongar broytingar í arbeiðsgongdum og manning. Hvør einasti tími, sum varð arbeiddur og løntur í 2022, við 40 tíma arbeiðsviku, verður eisini arbeiddur og løntur við 37 tíma arbeiðsviku) so merkir henda stytting av arbeiðsvikuni eitt økt útgjald á 243 mió. kr., og at 444 fleiri ársverk vera neyðug fyri stovnar hjá landinum og fyri tey 7 eldrasamstørvini (Tórshavnar kommuna er ikki við her)”. Tað áhugaverda í endurgivna brotinum eru orðini “Um alt annað er óbroytt”. Við hesum sigur greinin sostatt beinleiðis, at talið á nevndu 243 mió kr ikki passar.

 

Í greining av sama máli, sum Fakfelagssamstarvið framdi í 2020, og sum millum annað byggir á 74 keldur og 13 samrøður, verður við støði í altjóða gransking víst á, at “alt annað als ikki verður óbroytt”, um arbeiðsvikan verður 37 tímar. Tá arbeiðsvikan verður stytt verða effektiviseringar framdar, har tað er gjørligt, arbeiðsgongdir verða broyttar, og á fleiri økjum er ikki neyðugt at seta fleiri starvsfólk í starv. Granskingin vísir eisini, at tá arbeiðsvikan verður stytt, fara nógv, ið arbeiða parttíð, at arbeiða meira, tí at nú eru fáir tímar upp til fulltíðarstarv. Hetta minkar eisini um tørvin á øktari starvsmegi, um arbeiðsvikan verður stytt.

 

Tað sum greinin hjá formanninum í Búskaparráðnum eisini alt ov lættliga loypir um er, at øktar lønarútreiðslur, sum gamaní standast av at lækka arbeiðsvikuna, økja um skattainntøkurnar hjá landi og kommunum, økja um pensjónsuppsparingina og økja um

 

eftirspurningin eftir vørum og tænastum – hetta er tað sama sum øktur búskaparvøkstur. Hví verður hetta ikki nevnt greiðari av formanninum í Búskaparráðnum. Eitt økt útgjald á 243 mió kr vil føra við sær øktar inntøkur til land, kommunur og almennar grunnar á umleið 94 mió, soleiðis at hesar øktu lønarútreiðslur áleið lækka til NETTO 149 mió kr. Hetta átti talkringi formaðurin í Búskaparráðnum at nevnt. Hvørji eru ørindini hjá formanninum? Hvat er endamálið við greinini, tá hesir lutir ikki eru tiknir við í greiningina?

 

Gamaní verður nevnt, at “...talið 243 mió. kr er sannlíkt nakað minni”. Men tá hetta talið er nevnt, vita øll, at hetta verður upphæddin, sum fer at verða nýtt av teimum, sum eru ímóti at stytta arbeiðsvikuna. Hetta er óheppið, serliga tá hugsað verður um, at greinin hjá formanninum í Búskaparráðnum sjálv sigur, at hetta talið er yvirmett. Hyggja vit at umfatandi greiningini av 37 tíma arbeiðsvikuni, ið Fakfelagssamstarvið fekk gjørt, so er nettokostnaðurin av at stytta arbeiðsvikuna 104,4 mió., sum er munandi lægri enn tað, sum stjórin í Búskaparráðnum rør framundir. Tá eru samfelags fyrimunirnir ikki tiknir við.

 

Greinin setir spurningin við, um rætta løtan er at lækka arbeiðsvikuna júst nú. Greinin kundi eins væl spurt, um tað nakrantíð verður rætta løtan? Vit vita ikki, hvussu arbeiðsloysið er um 1 ár og als ikki um 2-3 ár. Tað gevur tí lítla og onga meing at tosa um, hvussu arbeiðsloysið er nú, tá talan er um langtíðar strukturpolitikk.

 

Um arbeiðsvikan verður stytt líðandi, eins og politiska raðfestingin leggur upp til, fer broytingin ikki at merkja ella ávirka búskapin munandi, men fyrimunurin verður eyðsýndur hjá føroyska løntakaranum – hjá føroysku familjuni.

 

Tað er av týdningi, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er kappingarførur. Kappingarføri er í hesum førinum meira enn krónur og oyru. Rákið úti í heimi er greitt. Londini kring okkum hava gjørt sær góðar royndir av at stytta arbeiðsvikuna, og nógv dømi eru um, at eftir eina royndartíð við styttri arbeiðsviku velja flestu arbeiðsgevarar at halda áfram við styttu arbeiðsvikuni. Hetta er bæði galdandi fyri almennar og privatar arbeiðsgevarar. Hjá teimum flestu fekst meira frá hondini, tá arbeiðsvikan varð stytt. Afturat hesum var, minni strongd og færri sjúkradagar.

 

Um okkara arbeiðsvika ikki verður stytt í tráð við rákið uttanlands, er vandi fyri, at føroysk arbeiðsmegi leitar sær uttanlands at arbeiða, og samstundis verður truplari at fáa útlendska arbeiðsmegi hendanvegin. Tá er lítið vunnið. Um vit ikki fylgja altjóða rákinum, kann okkara arbeiðsmarknaður skjótt gerst eftirbátur. Í grannalondunum verður arbeiðsvikan stytt niður í 35 tímar og 32 tímar, og í stórum privatum fyritøkum í grannalondunum verður arbeiðsvikan stytt niður í fýra dagar, so hvør er forðingin í Føroyum?

 

Fakfelagssamstarvið stendur spyrjandi og skilir ikki, hví formaðurin í Búskaparráðnum hevur tørv á at afturvísa møguleikan at stytta arbeiðsvikuna. Vit undra okkum somuleiðis yvir, at Fróði Magnussen undirskrivar greinina sum formaður í Búskaparráðnum, hví ikki heldur sum nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella sum stjóri á privatari fyritøku?

 

Fakfelagssamstarvið