VIDEO: Klæmint brendi risa málmøguleika

(Video) Síggj hvussu óheppin Klæmint var í støðuni har hann kundi havt tryggjað Breiðablik sigurin á Keflavík á útivølli

Klæmint A. Olsen spældi allan dystin, tá Breiðablik spældi javnleik 0-0 móti Keflavík á útivølli í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Tá 78 minuttir vóru leiktir fekk Klæmint gyltan møguleika úr stuttari fjarstøðu at leggja Breiðablik á odda 1-0. Men sera óheppið sendir hann bóltin á yvirleggjaran og uppum málið. Vísir tekur rívan til og skrivar, at talan er um aldarinnar "kiks".

 

HER  ber til at síggja risa málmøguleikan hjá Klæminti.

 

Breiðablik er nummar trý í deildini við 22 stigum, sama stigatali sum Valur.

 

Valur vann á útivølli 3-2 (0-0) á Víkingi Reykjavík, ið saknaði Gunnar Vatnhamar á vøllinum ígjár. Víkingur er tó fremst í deildini við 27 stigum.

 

Pætur J. Petersen slapp ikki á vøllin, tá KA á heimavølli vann 4-2 (1-1) á Fram.

 

KA er nummar fimm í deildini við 14 stigum.