og so er ikki so langt upp til VÍF, sum hevur 14 stig, og StÍF, sum hevur 13. Komandi sunnudag skal H71 spæla móti júst StÍF á Skála, og tað hevði komið væl við hjá hoyvíkingum, um tað tá ber til hjá teimum [...] vinna fyri ikki at missa sambandið við tey bæði oddaliðini VÍF og StÍF. Neistin er hinvegin niðast á stigatalvuni við bert tveimum stigum, og fyri teir hevur hvør dystur stóran týdning, um ikki liðið skal [...] reypa av higartil, men kanska kemur vend í í kvøld. Í øllum førum má vendin skjótt koma, um liðið ikki skal flyta niður. Um tað hendir, verður tað ein tann daprasta løtan í søguni hjá felagnum. elj
sjálvum. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá løgmanni, áðrenn blaðið fór til prentingar. Tað var tá Teistin varð seldur, at Skipafelagið átók sær at røkja mánadags-sambandið til europeiska meginlandið [...] undirskotsraktu farmasiglingini til Skotlands. ? Fyri okkum er tað beinleiðis katastrofalt, um farleiðin dettur niðurfyri, sigur stjórin á Fiskasøluni Hans Johannes á Brúgv. Orsøkin til vanlukku-útlitini hjá F [...] marknaðurin eru treytaðir av, at fesku fløkini eru til keyps mánadag. Og Pasadena er einasta trygdin fyri hesum í løtuni. Sleppa føroysku feskfiskafløkini ikki á marknaðin mánadag merkir hetta eina virðisminking
itið hevur vent blindað eygað til, í teirri vón at ein loysn verður funnin ? ofta við politiskari »innblanding«. Orsøkin til at Henrik Bjerre-Nielsen skrivaði brævið til Búskaparmálaráðið er, at hann ynskir [...] kanningarnevndini hevur fyri, at tað ikki varð givin ein rættvísandi mynd av støðuni hjá Føroya Banka. Kanningarnevndin í bankamálinum hevur kritiserað Fíggjareftirlitið fyri ikki at hava gjørt tær neyðugu ka [...] í einari neyðstøðu. Hervið verður minni pláss til tann »fleksibilitet« sum vit eitt nú kenna í Føroya Banka-málinum, og partarnir verða tí kroystir til at taka skjótar avgerðir á meira røttum grundarlag
fyri at teknað tryggingar, men eisini til móttøkuna, fyri at heilsa upp á starvsfólk og leiðslu í felagnum. ? Tað var sera stuttligt at vera við til. Eg hevði ikki sett vónirnar so høgt, men eg kann siga [...] Teknað tryggingar í bankadeildunum P/F Trygd hevur bert skrivstovu í Havn, men tað merkir ikki, at avbygdafólk skulu til Havnar at tekna trygging í Trygd. ? Kundarnir kunnu fara inn í allar deildir hjá P/F [...] So tað er kanska ikki so løgið, at lagið er gott. Hvørjar eru so framtíðarætlanirnar fyri felagið? ? Í framtíðini er ætlanin at fara undir eitt nú vinnutryggingar, men eg kann ikki siga nakað nærri um
teir ímóti Fram, sum á stigatalvuni lá eitt stig frammanfyri Mjølnir, men tað tók ikki mótið frá klaksvíkingum. Teir vóru til dystin fús og løgdu trýst á Fram beinanvegin. Fram hevði sera trupult við at fáa [...] fáa teir niður við nakkanum. Fyrsta sett endaði 15-11 til Mjølnir. Fram vaknaði Í øðrum setti vaknaðu Fram-leikararnir við nýggjari megi. Alt sum ikki virkaði í fyrsta setti virkaði nú, og eftir stuttari [...] Fram er, at teir dúva ov nógv uppá spælið hjá Sigmundi av Teigum. Úr Klaksvík verður sagt, at Sigmund ikki hevði ein av sínum bestu døgum, og tá vísir tað seg sum hinir aftra seg við at taka ábyrgd fyri spælinum
Teir royndu at sleppa fram um, men tað gekk teimum ikki eftir vild. Fleyr helt trýstið og vann settið og harvið dystin 3-0, Síðsta sett endaði 17-15 til Fleyr. Í hinum dystinum á Kambsdali sunnudagin vann [...] ldini trupulleikar. Tá vunnu teir millum annað á Fleyr. Fleyr-leikararnir høvdu avgjørt, at hetta ikki skuldi endurtaka seg, og teir gjørdu tí tað teir kundu fyri at fáa bukt við ÍF b beinanvegin. Striltið [...] orkan gekk undan, og fleiri tilvildarligir feilir snýktu seg inn í spælið. Annað sett endaði 15-10 til Fleyr. Í triðja settið var gongdin tann sama. Tað var Fleyr sum átti spælið, men tá setið var hálvrunnið
Tað sær ikki út til at nakað av hinum liðunum í meistaradeildini skalar Mjølnir í ár. Tær hava verið sera væl leikandi og um vikuskiftið gekk hetta út yvir ÍF, sum tapti 3-1. Uttan at taka nakað frá ÍF [...] góðari hjálp frá Mjølni. Mjølnir stillaði upp við fleiri ungum leikarum, og tað sást týðiliga, at tær ikki vóru nóg royndar. Tær taptu fyrsta sett 15-10. Tey bæði næstu settini brúkti Mjølnir teir royndu
rarnir als ikki við uppá. Fyrsta sett byrjaði væl hjá Drátti. Móttøkurnar lógu væl, og álopini oystu niður yvir Fleyr sum ikki hevði nakað vápn til at verja seg við. Settið endaði 15-6 til Drátt. Í øðrum [...] orðið, og loyvdi ongantíð Fleyr at verða við í dystinum. Hetta sett endaði 15-9 til Drátt. Triðja sett sá eisini út til at skula endað sum tey bæði fyrru, men tá vaknaðu Fleyr-leikararnir úr dvala og gjørdu [...] ein vørr. Tær fingu bart seg upp aftur, og høvdu enntá settbólt við støðuna 14-13. Tað eydnaðist tó ikki at vinna hann, og Dráttur fór tí avstað við tí settinum, við úrslitinum 16-14. Tað er løgið, at Dráttur
og eldri til hugna. Amnesty Interntional Føroya deild Skrivstovan er opin: Týsdag kl. 8.30?12.30 Hósdag kl 8.30?16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00 [...] øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26 [...] hósdag kl. 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl
eru leigaðir út til feløg í øðrum londum, meðan íslendska kappingin liggur still um veturin. Hópurin ikki saman fyrr enn 1. mai Ein trupulleiki, sum Páll Guðlaugsson hevur, er, at hann ikki fær savnað spælararnar [...] sigur hann. Páll hevur heldur ikki føroysku spælararnar 100 prosent tøkar fyrr enn miðskeiðis í mai. ? Jens Martin kann ikki koma fyrr enn um hálvan mai, og Uni er ikki liðugur á blaðmannaskúlanum fyrr [...] hann og sipar m.a. til, at sum venjari hjá einum felag kanst tú fáa spælarar úr øllum pørtum av heiminum á sama lið. Og hetta er eisini sera nógv galdandi í júst Leiftur. Spælarahópurin til komandi kappingarár