varligt og javnt, men tó. Áðrenn teir báðir komu í tíðarneyð, samdust teir enn einaferð um remis. Aftan á talvið vísti tað seg, at um John hevði telvað víðari, hevði hann havt góðar møguleikar at vunnið talvið [...] havt sína ávirkan á, at báðir samdust um remis. So spenningurin helt sær til seinasta talv, har Heini væntandi fór at telva vilt og satsa alt. 2. hvítusunnudagur er sum altíð sera friðarligur og siðiligur [...] samdust um remis. Ein vælupplagdur John Rødgaard og onkur lítið óneyvleiki høvdu við sær, at villa støðan fjaraði út í eina javna støðu. Sostatt kundi John kalla seg fyri Føroyameistara. Hetta var fyrstu
s.fr. Hetta er heilaspuni, sum einki hevur við veruleikan at gera, sigur Høgni Hoydal. ? Tað mest átrokandi í løtuni er at fáa samráðingarnar um blokkstuðul, skuld og bankamálið frá hondini. Hetta eru mál [...] tað verður ikki fyrr enn fakliga arbeiðið er gjørt. ? Vit fara ikki at fremja nakað kvetti. Tað verður gjørt ógvuliga seriøst og siðiliga. Hetta verður ein prosess, har tingið er við í arbeiðinum og síðani [...] eisini gerast, sum skulu prógva, at um vilji er til staðar, ber væl til at Føroyar gerast sjálvbjargnar. Týðandi partur í hesum arbeiði verður at kunna vanliga føroyingin um úrslit av arbeiðnum og ætlanir á
n av olju, bensini og øðrum brennievni niður í ikki meiri enn 24 milliónir. Talan er sostatt um eina afturgongd uppá heili 44%. Og so nógv er innflutingurin av brennievni ongantíð broyttur fyrr tey seinastu [...] milliónir. Talan er sostatt um eina minking uppá 80%. Leggjast skal afturat, at hesi bæði árini er bara talan um innflutning av ymsum fiski teir báðar fyrstu mánaðirnar, tí ongi skip vórðu innflutt. Men [...] februar ár. Tað er ein minking uppá 1%. Men hetta skal takast við einum sindri av fyrivarni, tí tað vísir seg, at heilt stórar forskjótingar eru í teimum vørusløgum, sum eru innflutt. Soleiðis er innflutningurin
tey 1.131 tons. Tað er ein framgongd uppá ikki minni enn 428%. Framgongdin í Sandoy, Suðuroy og hjá uppboðssøluni er fyri ein stóran part ?stolin³ frá Norðoyggum og megineysturoy, sum er øll Eysturoygin uttan [...] Norðoyggjum er talan um eina afturgongd uppá heili 55% fyrsta ársfjórðing í ár, afturímóti fyrsta ársfjórðingi í fjør. Í Megineysturoy var afturgongdin 62%. Men spurningurin er so, hvussu nógv av tí, sum er avreitt [...] 866 seld um uppboðssølu. Tað eru 38,3%. Í 1997 vreiddu føroysk skip 99.658 í Føroyum og av teimum vórðu 40.681 tons seld um uppboðssølu. Tað eru 40,8%. Suðuroyggin nr. tvey Líka vist sum tað er, at nógv
Tað er poppur, men... Eitt sindur britpop onkustaðni... Tað er í øllum førum eg!«, sló Lena endiliga fast. »Allíkavæl ber ongantíð til at siga, at man er nøgdur við úrslitið. Sjálvkritikkurin er har alla [...] sum skuldi ljóðblanda. Hann er ein løgin snigil og hevði nakrar meiningar um, hvussu alt skuldi gerast, sum vit máttu laga okkum eftir. Men hann er ótrúliga dugnaligur og vit er øgiliga glað fyri, at vit [...] varð víst á skerminum. Ikki uttan orsøk, tí fløgan er á heilt góðari leið. Hetta er ein av teimum fløgunum, sum tú leggur í spælaran, tá tú kemur heim um kvøldið, og bara vil hoyra okkurt lekkurt. Lenu við
Sjálvt um støðan í Føroyum er batnað seinastu árini, so er hon ikki stabil. Gamaní at fiskiveiðan hevur verið óvæntað góð, prísurin góður, men um fiskiveiðan minkar koma trupulleikarnir aftur, og tá er ikki [...] danir vita so lítið um føroysk viðurskifti. Eitt er tó komið burturúr. Nú vita danir, hvar Føroyar eru. Hóast alt ikki hevur verið av tí góða, so er ein ávís upplýsing, sum gongur út um sjálvt trupulleikarnar [...] altíð hevur verið so lætt at vera føroyingur. Hvat er ein føroyingur? ? Jú, gamaní, men hvat er ein føroyingur í Danmark. Er tað eitt menniskja sum er føtt í Føroyum og sum dugir at tosa føroyskt? Míni
New Zealand er 1600 km langt og hevur tvær meginoyggjar við nøkrum smærri oyggjum spjøddum runt um. Tilsamans er landið 268.000 km2, ella eitt sindur størri enn Stóra Bretland. Landið er kent fyri sítt [...] ta villu náttúruna har, inntil tey funnu uppá at fáa fatur á teimum og ala tey, tí kjøtið er sera gott. Hetta er nú ein stór útflutningsvøra. Adrenalin- høvuðsstaðurin Tá vit komu til Queenstown, ið eisini [...] við vón um at finna gull. Hetta hevur helst ikki eydnast so væl, tí rørið varð gjørt til eina brúgv við bungy á í ?96, halda vit. Tað var sera vakurt at koyra niðan, og bilførarin greiddi frá, um hvussu
óndskap, at hetta ikki máar støðið undan tær, men hjá enska høvundinum er fyribrigdi fløktari enn hjá Sonju Schneider. Samanumtikið vil eg kortini siga, at tað er stuttligt, at vit hava fingið hetta slagi av [...] komin haðani. Í hesum er einki skeivt, tí tann gyklaði heimurin hjá Tolkien er so ríkur og er grundaður á so almenniskjaligar dreymar og hugmyndir úr ymiskum gudalærum, at rúm er fyri upp í leypar av [...] Kort er við bókini og somuleiðis navnalisti, og nøvnini minna ikki sørt um tey í »Hobbanum« (finst á føroyskum í týðing eftir Axel Tórgarð) og »Lord of the Rings« hjá J. R. R. Tolkien. Ivaleyst er onkur
spenningurin, sum altíð er, tá farið verður undir eitt nýtt landsliðsskeið. Onkur segði til stuttleikar, at um Føroyar vunnu í Estlandi, vóru vit nummar eitt í øllum Europa, eftirsum hetta var tann allarfyrsti [...] fekk høvdið á hann, men megnaði ikki at forða fyri málinum. Hetta kom illa við hjá føroyska liðnum, sum fram til tá ikki hevði spælt verri enn heimaliðið. Sum heild høvdu teir umleið 4.000 áskoðararnir [...] tendraður út. Hann hevði kortini eina góða roynd, tá hann í 38. minutti lyfti upp um ein verjuspælara og royndi at lobba bóltin upp um Mart Poom í estlendska málinum, men lobbið var ov høgt, og bólturin endaði
dystinum í sjónvarpinum. Hann er sum onnur eisini harmur um, at tað skuldi gangast føroyska landsliðnum so illa. ? Tá vit hugsa um útgangsstøði undan dystinum, roknaðu vit við, at hetta var ein dystur, vit kundu [...] fyri og vísir á, at sáttmálin við Allan Simonsen er í tvey ár afturat, og at FSF enn ikki hevur tosað saman ella tikið støðu til venjaraspurningin. ? Tað er rættiliga vanligt, tá tað gongst illa í hond, at [...] eru summi farin at seta spurningar við, um tað ikki hevði verið rætt at skift venjaran út. ? Ja, vit hava so ikki fingið nakað sendandi frá honum, har hann biður um at verða loystur úr starvi, heldur Torleif