ikki skulu hava nakra sum helst ávirkan á úrslitið. Hann heldur, at so leingi, tað eru politikarar sjálvir, sum skulu áseta sína egnu løn, fara hesi viðurskifti at verða brúkt sum politisk kastibløka og [...] sannføring, at landsstýrisfólk skulu hava sama pensjónsaldur, sum øll onnur. Í dag kunnu landsstýrisfólk fara frá við pensjón, tá ið tey eru 60 ár. - Sum samfelag hava vit ikki ráð til, at ávísir bólkar fara frá [...] segði hann. Tí skulu landsstýrisfólk hava sama pensjónsaldur sum øll onnur, tvs, 68 ár, tá ið samgongan hevur hækkað pensjónsaldurin, soleiðis sum ætlanin er. Hann heldur, at bara soleiðis kunnu vit sleppa
vit fingu eina reaktionera stjórn, sum so skjótt kundi gera so stórar broytingar í skattaskipanini, sum eitt nú gevur landsstýrisfólkunum tað sum svarar til eina lønarhækking upp á eini [...] Her standa fakfeløgini so nú. Tey flestu teirra vilja ikki í stríðið, sum eitt verkfall hevur við sær – uttan pedagogfelagið, sum er fakfelagið hjá lægst løntu. Føroyingar hava so mangan trupulleikar [...] lønarviðurskifti, meðan hini arbeiða sum um einki var hent, so er stríðið givið upp fyri skutil – og so verða tað hugsjónirnar hjá Fólkaflokkinum sum fara at merkja lønarpolitikkin hjá landinum
Hesar báðar rendi Jens Kristian Vang seg í nú ein dagin. Teir hava paragliding sum frítíðarítriv, nakað, sum ikki er so heilt vanligt í Føroyum. Tað gevur eyðvita eina serliga kenslu at sveima frítt í
Mikkel Hansen er í uppskoti sum heimsins besti hondbóltsspælari. Altjóða honfbóltssambandið hevur kunngjørt, at Mikkel Hansen er ein av fimm spælarum, sum eru í uppskoti sum heimsins besti. Hinir fýra eru [...] Luc Abalo, Nikola Karabatic og Thierry Omeyer úr Fraklandi, og tann fjórði er Filip Jicha úr Kekkia, sum varð valdur heimsins besti í fjør. Sjálvur heldur Mikkel Hansen ikki, at hann hevur uppiborið at vinna [...] frá avrikinum í EM-kappingini í Serbia hevur eingin av teimum tilnevndu uppiborið at vinna heiðurin sum heimsins besti spælari. Men tilnevningin hjá IHF er grundað av avrikini í 2011.
Hetta skeltið, sum hongur uppi í Gundadalshøllini í Havn, boðar frá einum myndugleika, sum vit ikki hava hoyrt so nógv um. Men vit hava hug at halda, at hatta kundi verið eitt spennandi starv at havt.
sending hjá russisku sjónvarpsstøðini RT, sum sendir á enskum máli. Assange skrivar á sínari Twitter-síðu, at hann ætlar sær at gera samrøður við týðandi politikarar, sum hava ávirkan á okkara framtíð. Hann [...] in hjá Julian Assange fer í luftina miðskeiðis í mars mánað, og talan verður um tíggju sendingar, sum verða ein hálvan tíma hvør. 600.000 fólk síggja sendingarnar, men tær verða eisini sendar á internetinum