Assange sum sjónvarpsvertur

Tann umstríddi Wikileaks-stovnarin Julian Assange skal nú hava sína egnu sending hjá russisku sjónvarpsstøðini RT, sum sendir á enskum máli.

Assange skrivar á sínari Twitter-síðu, at hann ætlar sær at gera samrøður við týðandi politikarar, sum hava ávirkan á okkara framtíð. Hann sigur einki um, hvørjar politikarar hann ætlar sær at tosa við í sendingini, men í einari fráboðan frá Wikileaks stendur, at tað verða millum annað kollveltingarsinnaðir og politiskir persónar í lyklastørvum.

Sjónvarpssendingin hjá Julian Assange fer í luftina miðskeiðis í mars mánað, og talan verður um tíggju sendingar, sum verða ein hálvan tíma hvør. 600.000 fólk síggja sendingarnar, men tær verða eisini sendar á internetinum.

Tann 40 ára gamli Julian Assange er í Bretlandi, men Svøríki vil hava hann útflýggjaðan, tí hann er skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti tveimum svenskum kvinnum.