Landsstýrisfólk sama pensjónsaldur sum øll onnur

Landsstýrisfólk skulu ikki hava betri sømdir enn øll hini, hvat pensjón og kostnaðarendurgjaldi viðvíkur.

Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við Rás2.

Sum vit áður hava greitt frá, fer hann at seta eina óhefta nevnd at gera eitt tilmæli um fíggjarligu viðurskiftini hjá landsstýrisfólkum.

Hann vit nettupp hava eina óhefta nevnd fyri at politikarar ikki skulu hava nakra sum helst ávirkan á úrslitið.

Hann heldur, at so leingi, tað eru politikarar sjálvir, sum skulu áseta sína egnu løn, fara hesi viðurskifti at verða brúkt sum politisk kastibløka og tað vil hann sleppa undan.

Men hóast Løgmaður ikki kann siga, hvat úrslit hendan óhefta nevndin kemur til, hevur hann sína hugsan um, hvussu viðurskiftini hjá landsstýrisfólkum skuliu skipast.

Og tað er hansara sannføring, at landsstýrisfólk skulu hava sama pensjónsaldur, sum øll onnur.

Í dag kunnu landsstýrisfólk fara frá við pensjón, tá ið tey eru 60 ár.

- Sum samfelag hava vit ikki ráð til, at ávísir bólkar fara frá við pensjón á 60 ára aldri, segði hann.

Tí skulu landsstýrisfólk hava sama pensjónsaldur sum øll onnur, tvs, 68 ár, tá ið samgongan hevur hækkað pensjónsaldurin, soleiðis sum ætlanin er.

Hann heldur, at bara soleiðis kunnu vit sleppa undan hesi afturvendandi misnøgdini.

Løgmaður leggur afturat, at landsstýrisfólk eiga at rinda fyri sína egnu pensjón.

Tað skulu tey ikki, sum nú er.

- Tað skulu vera somu spælireglur fyri øll. Men tað skulu ikki vera politikarar sum áseta hesi viðurskifti. Tað skal verða ein óheft nevnd, so at úrslitið ikki kann brúkast partapolitiskt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.