men tá kvotan minkar ja so minkar sølan, soleiðis at nú verður hall og ov lítið av peningi at gjalda við. Á sama hátt er við einum sethúsi, um tú ikki hevur nokk av inntøku ja so kanst tú ikki gjalda lánið [...] segði, at um kvotan ikki var komin á skip innan 01.04.2018, so misti reiðaríið loyvini. Hesum vistu vit ikki av, fyrr enn boð kom í apríl mánað ár 2018 frá myndugleikunum, sum segði, at tit hava mist loyvini [...] loyvini og so var. Seinri søgdu politikarar at hetta var ein feilur, sum bleiv rættaður á sumri ár 2019. Undir fiskiskapinum í januar ár 2019 fingu vit boð frá Vørn um, at 3 loyvir vóru tikin av okkum
Tú vart beinanvegin so sera fittur og sjarmerandi – lættur at forkela. Vit fingu ikki høvið at siga hvørjum øðrum farvæl, nú tú fórt so skjótt og óvæntað. Vanliga gjørdi tú ikki so skjótt av, men umhugsaði [...] útróðrar og rindaði nú møðina, meðan tit fylgdu valúrslitunum í miðlunum. Sjálvt um títt fullveldishjarta og tín sosialistahugsjón ikki møtti frama hjá veljarunum hesaferð, so vart tú róligur og tók tað, sum [...] ert tú farin, alt ov tíðliga haldi eg, og vit. Saknurin er øgiligur, men tú gavst mær so nógv, og tú gavst so nógvum so nógv gjøgnum tína persónligheit, tín hjartahita og samhuga, tín kærleika, títt óavmarkaða
tilsamans heili fimm ferðaliðum deili yvir alt 2020, so vit fara aftur at samstarva um hetta og gera, at okkara gestir - fotografar úr øllum heiminum - fáa eina so góða uppliving í Føroyum sum tilber. Hon vísir [...] Hvussu plaga tit at halda gamlaárskvøld, nú kvøldið er lagt aftur um, og vit skriva 2020? - Vit hava eina heldur øðrvísi sigvenju gamlaárskvøld. Í seinnu helvt av 90’unum, tá elstu børnini vóru smá, og [...] Børnini - og eisini tey, sum eru komin til síðan - krevja heimagjørda pitsa. So, meðan grannar og vinfólk gera veitslumat, standi eg so trúliga og geri heimagjørda pitsa gamlaárskvøld. Hon sigur, at kvøldið
Eg fegnist um, at so nógv geva sítt íkast og brúka okkara fólkaræðisligu pallar at gera vart við seg. Einki fólkaræði tolir líkasælu. *** Góðu føroyingar. Heimssøgan er á tremur við dømum um, at ótamdar [...] Hvat er ein gerandishetja í Føroyum? Hendan spurningin fingu fimmhundrað føroyingar frá Fólkaheilsuráðnum herfyri. Eg var bæði ovfarin og glaður um svarið. Gerandishetjur eru vanlig fólk, sum gera mun í [...] fegnast um viðgongdina hjá øðrum. *** Tað er jú soleiðis, at Føroyar eru bygdar. Við einari sterkari felagskenslu. Hetta er sjálv rótin í okkara samfelag. Vit fortelja sum oftast bara søguna um sterka
keðiliga til nøgdsemi um, at vit fingu enn fleiri løtur saman. Finn Johannessen sigur, at hansara tankar fara til tey, sum annaðhvørt fingu eina slíka uppringing - ella bankan á dyrnar - um, at ein teirra var [...] føroyameistari, men tað er so "bert ein hending og kapping", sum Finn Johannessen tekur til. Hann sigur, at tað bæði hava verið og framvegis eru rættiliga nógv góð ting, sum hann fegnast um í tí dagliga og sum [...] at hava góða heilsu er avgjørt ovarlaga á listanum. Finn Johannessen vísir á, at hann eisini fegnast um góðu tilbúgvingina, vit hava í Føroyum, og sum hann eisini heldur er sera góð - antin tað er ein, sum
1840 og spjaddi seg haðani um heimin. Í Onglandi vóru eisini tey fyrstu kortini prentað, sum vóru serliga gjørd til høvið. Tað fyrsta jólakortið kom til Danmarkar úr Týsklandi um 1870. Til Føroya kom siðurin [...] í bygdini, Theodor Dahl úr Funningi, og um tað mundið, tey giftust, fluttu tey norður til Eiðis, har hann hevði fingið embæti. Tá var ikki høgligt at ferðast, so hon man hava hildið samband við familju [...] sandvíkingar hesa søguligu hending, so sami lesturin varð lisin jóladag 2011, og seinni kom Árni Dahl, beiggi Nicolinu suður til Sandvíkar at halda fyrilestur um hendingina, sum kundi havt kostað Theodori
eisini av útlendingum. Men um tað var rætt, at tey somu longu høvdu fingið alt, so kunnu vit spyrja: Hví hava fleiri av størru reiðaríunum og serliga Fólkaflokkurin so rópt so nógv um, at alt er galið og verður [...] menningarkvotur, so og so nógv til verandi aktørar og so og so nógv til uppboðsølu. Men hækkar kvotan, verður alt omanfyri 90.000 tons boðið út. Av sildakvotuni verður alt omanfyri 65.000 tons boðið út. Og av [...] nýtt tilfeingi, so fer tað ikki til verandi aktørar, men verður bjóðað alment fram á uppboði ella til menningarkvotur. Tað merkir, at av makrelkvotuni upp til 90.000 tons fer so og so nógv til menningarkvotur
soleiðis: - Tú skrivar um ein landsstýrismann, sum í gáloysni hevði gloymt, at hann hevði eina mikrofon á sær, og Jógvan Páll Lassen segði í Degi & Viku í kvøld, at talan var um eina upptøku sum var byrjað [...] byrjað, áðrenn landsstýrismaðurin varð róptur til viks. Hetta sigur mær so mikið, at talan kann ikki vera um upptøkuna, sum eg var við í. Á tráðnum vísir Brynhild Thomsen nú á, at fatanin, sum hon hevur [...] innslag til Dag & Viku. Eg helt, at eg skuldi hjálpa henni, so eg fekk sonin at bíða eftir mær, meðan kringvarpsfólkini koyrdu oman og fingu gjørt upptøkuna. Samstundis ringdi ein útvarpsjournalistur,
dømis CTD.. Um tú veitst, at tú ert berari, og at makin hjá tær er berari, so eru sannlíkindini fyri, at tú fært eitt sjúkt barn 25 prosent. Í tí førinum verður tað kannað beinanveg, og so kanst tú seta [...] tað verið foreldrini, ið fingu tilboðið. Sum eg skilji tað, er tilboðið hjá sjúkrahúsinum neotalar kanningar, og tað eru pinkubarnakanningar. Um tú skuldi fingið eitt barn, so hevði eg skotið upp, at vit [...] vit kannaðu tykkum, áðrenn vit kannaðu barnið. Tí um tit ikki eru berarar, so er eingin orsøk at kanna barnið, sigur Hans Atli Dahl.
harafturat spílaðu tit tykkum so nógv út, at tit fóru avstað við meira enn helvtini av øllum heiðursmerkjunum. Í teimum tilsamans 42 kappingunum vunnu tit gull í 28 av teimum, umframt at tit við 19 silvurmerkjum [...] hvussu nógva orku tit hava lagt í svimjingina. Eingi úrslit koma av sær sjálvum og so slett ikki í svimjing, tí her er kappingin alla tíðina beinhørð og krøvini um tíðir gera, at tit ferð eftir ferð vilja [...] veruliga tikið seg fram, so tit í dag eru tað stóra undangongufelagið. Hetta er ikki nakað einstaklingaavrik, men nakað, tit øll eru við til at lyfta í felag – hvør og ein. Tit eru øll við til at gera tykkara