Finn Johannessen hevur hildið jól í Gøtu, har yngsti beiggi hansara hevði boðið foreldrunum og báðum beiggjunum við familju. Her varð jólaaftan hildin við kirkjugongd, góðum mati, jólagávum, hugna og spølum.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- Einki at ivast í, at tað var sera, sera stuttligt, at KÍ endiliga aftur gjørdist føroyameistari, men tað er so "bert ein hending og kapping", sum Finn Johannessen tekur til.
Hann sigur, at tað bæði hava verið og framvegis eru rættiliga nógv góð ting, sum hann fegnast um í tí dagliga og sum eru torfør at seta orð á.
- Men, at hava góða heilsu er avgjørt ovarlaga á listanum.
Finn Johannessen vísir á, at hann eisini fegnast um góðu tilbúgvingina, vit hava í Føroyum, og sum hann eisini heldur er sera góð - antin tað er ein, sum hevur gingið seg fastan í fjøllunum, ella sjúka kemur á.
- Vit upplivdu eisini góðu tilbúgvingina í samband við eina serliga hending ein fríggjadag við adventurebreytini í Múlagjógv í Vági, har alt og øll vóru klár at veita eina hond. Takk tit øll fyri tað. Hetta var ein skakandi hending, men sanniliga eru vit takksomu í dag.
Hann sigur, at BUBU-løturnar kring oyggjarnar, við stórari fjøld ella fáum børnum - til gamans og álvara - hava verið fantastiskar.
- Eg eri takksamur fyri, at eg sleppi at fylgjast við BUBU - og at eg sleppi at hitta tykkum øll, sigur Finn Johannessen brosandi.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Ja, hetta er ein verri spurningur enn spurningurin oman fyri. Men, ein uppringing um, at ein av mínum nærmastu var komin til skaða, og at sjúkrabilur var á veg - og tíðin at bíða á Landssjúkrahúsinum til tey komu fram - var keðiliga at fáa. Tó hevur tað gingið væl aftaná, og brádliga gjørdist tað keðiliga til nøgdsemi um, at vit fingu enn fleiri løtur saman.
Finn Johannessen sigur, at hansara tankar fara til tey, sum annaðhvørt fingu eina slíka uppringing - ella bankan á dyrnar - um, at ein teirra var farin ella var blivin álvarsliga sjúkur.
- Vit kunnu ikki seta okkum í tykkara støður, men okkara tankar eru við tykkum, nú ein stólur møguliga stendur tómur á fyrsta sinni.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru veruliga ein hátíð av týdningi við góðum boðskapi. Men, tað merkir ikki, at vit øll eiga at vera glað. Hesa seinastu tíðina havi eg tosað við fleiri, ið kenna seg deprimeraði, strongd og syrgin, og eg hoyri fleiri siga orðini "... og júst nú, tá øll eiga at vera glað á jólum..."
Finn Johannessen vísir á, at okkum menniskjum stendur í boði ein ókeypis, viðvarandi, fantastiskan jólaboðskap, eins og hirðarnir fingu boðini: "... óttist ikki…eg boði tykkum stór gleðiboð..."
- Hetta er ikki at vinna í lotto, Gekki ella at vinna eitt meistaraheiti. Hetta er nógv, nógv, nógv størri, tí hesin friður varir við, og tað er vert at leggja sær í geyma, sigur hann.
##med2##












