støði í dag. Uttan hansara bjargingar hevði eyðmýkingin av sponsku EM favorittunum verið enn størri. Hetta er aðru ferð Týskland vinnur EM í manshondbólti. Fyrru ferð var í 2004, tá Týskland vann 30-25 á [...] Týska manslandslið í hondbólti við íslendska venjaranum, Degi Sigurðssyni á odda er evropameistari í manshondbólti. Fyri løtu síðani vann Týskland greitt 24-17 á Spania í finaluni. Í steðginum var Týskland
er tað størsta eg havi upplivað. Orðini eigur yngsti spælarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, bert 18 ára gamla Tóra Eliasen. Tóra Eliasen fekk instruksir um at taka nøkur ordilig tøk í verjuni [...] 20-17. Ígjár vunnu føroysku kvinnurnar 25-24 á Grikkalandi, og hava tær vunnið seg víðari til høvuðs EM-undankappingina. Sum ungur hondbóltsspælari er hon fegin um, at altjóða avbjóðingar eru til hana og [...] tilkomnu á liðnum hava tikið sera væl ímóti henni, og tað er hon glað fyri. Nú gleðir hon seg til høvuðs EM-undankappingina. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum in.fo gjørdi við Tóru Eliasen
Guðmundur Þórður Guðmundsson er ikki longur landsliðsvenjari hjá íslendska manslandsliðnum í hondbólti. Tað eydnaðist ikki Guðmundi Guðmundssyni saman við íslendsku leikarunum at tryggja Íslandi pláss [...] íslendskur landsliðsvenjari fyrru ferð millum 2008 og 2012, tá eydnaðist at vinna bæði OL-silvur í 2008 og EM-bronsu í 2010. Seinnu ferð Guðmundur Guðmundsson var íslendskur landsliðsvenjari var millum 2018 og [...] Danmark í 2016. Gunnar Magnússon og Ágúst Þór Jóhannsson vera fyribils landsliðsvenjarar til dystirnar í EM-undankappingini í mars og apríl móti Kekkia heima og úti, Ísrael úti og Estlandi heima. Eftir tað fer
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í Slovakia fyri at spæla tveir venjingardystir móti slovakiska kvinnulandsliðnum, ið eisini skal kappast í EM-endaspælinum í november og desember [...] desember. Tí er talan um tveir týðandi dystir í fyrireikingunum til EM-endaspælið, har Danmark, Sveis og Kroatia vera mótstøðuliðini hjá Føroyum í innleiðandi bólkaspælinum. Fyrri dysturin móti Slovakia verður
bandinum, Eurohandball hevur longu lagt út ein samandrátt av fyrsta EM-endaspælsdystinum hjá føroysku kvinnulandsliðnum í hondbólti móti Sveis. Føroyar taptu 25-28 fyri Sveis í Sankt Jakobshøllini í Basel
Týsdagin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti triðja og seinasta dystin í bólki D í EM-endaspælinum. Dysturin í Sankt Jakobshøllini verður móti Danmark, ið higartil hevur vunnið 34-26
Í annaðkvøld spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti fyrsta EM-undankappingardystin í undanbólki 6. Dysturin í høllini á Hálsi byrjar klokkan 19, og verður móti Kosovo. Hini liðini í undanbólkinum eru
Heimsmeistaraheitið í hondbólti byrjar hósdagin 10. januar, og fyrstu dystirnir verða leiktir í Mercedes Benz Arena í Berlin og í Royal Arena í Keypmannahavn. Týskland tekur ímóti Suðurkorea, og Danmark [...] Danmark tekur Kili. HM í hondbólti er hesaferð skipað á tann hátt, at dystir verða spældir bæði í Týsklandi og í Danmark. Útlitini eru eisini fyri, at vit fáa føroyska luttøku, tó er Jóhann á Plógv í harðari [...] hesaferð gerast ov stuttir, tá ið á stendur á heimavølli. Seinast ein slík kapping var í Danmark var EM í 2014, har danir taptu sannførandi 41-32 á Fraklandi í finaluni. Finalan í 2014 var spæld í Jyske
Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur vunnið ein minniligan og glæsiligan 28-26 sigur á Rumenia í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn. Føroyar vóru á odda 15-9 í steðginum, men høvdu [...] við fimm málum hvør og nógvum fríspælingum til mál hjá øðrum leikarum. Føroyar-Rumenia 28-26 (15-9) - EM undankappingardystur Føroyar: Hákun West av Teigum 11, Óli Mittún 5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, [...] Helgi H. Hoydal 2, Leivur Mortensen 2. Bjargingar: Nicholas Satchwell 8/22 og Pauli Jacobsen 5/17 Í EM undanbólki 4 hevur Eysturríki fýra stig, og er oddalið. Føroyar, Rumenia og Ukraina hava tvey stig
var tað ikki stórvegis, sum føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fekk gjørt við danska U18-landsliðið. Eitt landslið, sum fyri stuttum vann EM-heitið. Frá byrjan høvdu gestirnir nógv meira ferð á enn