Týskland er evropameistari

Týskarar vunnu greiðan sigur á sponsku favorittunum

Týska manslandslið í hondbólti við íslendska venjaranum, Degi Sigurðssyni á odda er evropameistari í manshondbólti.

 

Fyri løtu síðani vann Týskland greitt 24-17 á Spania í finaluni. Í steðginum var Týskland á odda 10-6. Andreas Wolff í týska málinum stongdi fullkomuliga av, og bjargaði helvtina av sponsku royndunum. Spania var aldrin í námind at heinta inn týsku leiðsluna.

 

Kai Häffner gjørdist toppskjútti hjá Týsklandi við sjey málum, og hann hevur verið sera eyðsýndur seinastu avgerandi dystirnar hjá Týsklandi. Raul Entrerrios gjørdist toppskjútti hjá Spania við fimm málum. Arpad Sterbik, sum vardi spanska málið var einasti spanski spælarin, sum hevði eitt høgt støði í dag. Uttan hansara bjargingar hevði eyðmýkingin av sponsku EM favorittunum verið enn størri. 

 

Hetta er aðru ferð Týskland vinnur EM í manshondbólti. Fyrru ferð var í 2004, tá Týskland vann 30-25 á Slovenia í finaluni.