Føroyska manslandsliðið í hondbólti endaði á einum 20. plássi í sínum fyrsta endaspæli.
Føroyar gjørdust næstbesti fýrarin í teimum seks innleiðandi EM-bólkunum.
Bert Serbia, ið fekk eitt stig var ein betri fýrari enn Føroyar. Serbia hevði málmunin minus tvey.
Føroyar hava eitt stig og málmunin minus sjey. Sveis hevur eitt stig, men málmunin minus 15.
Rumenia, Grikkaland og Bosnia-Hersegovina hava einki stig.
Fyri stuttum vóru Føroyar styrkismettar sum nummar 30 í Evropa.