ECB, hevur í dag hækkað leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Rentan fer sostatt úr 2,25 upp í 2,50 prosent. Avgerðin var í samsvari við væntanirnar á fíggjarmarknaðinum. Hetta er aðru ferð í ár, at ECB [...] myndin av útsøgnunum frá stjórunum í ECB ger, at vit ikki rokna við, at rentuhækkingin í dag verður tann síðsta á hesum sinni, sigur hann. Hann metir, at rentulækkingar kunnu koma upp á tal aftur í 2027 [...] ígjøgnum, tá búskapurin er nøkulunda í javnvág, sum hann er nú. Vit síggja tí heldur ikki stóran tørv á rentuhækkingum, er metingin hjá bankanum. Rentuhækkingin er í fyrstu atløgu galdandi fyri evrulondini
skundpakka við trimum átøkum fyri at basa misnýtslu av vitlíki á gymnasialu útbúgvingunum í Danmark. Ein av størstu broytingunum er, at skúlar skulu taka í nýtslu skipanir, sum hava eftirlit við skíggjanum [...] Eisini formaðurin í Danske Erhvervsskoler og Gymnasier heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing skal skipast í einari vitlíkis-tíð, heldur enn bert at seta eftirlitstiltøk í verk. Danska [...] veg, og at ein landsfevnandi strategi fyri nýtslu av vitlíki í skúla- og útbúgvingarskipanini skal gerast. Hetta er fyrstu ferð, at ein heilur árgangur av studentum hevur havt atgongd til vitlíki gjøgnum
nærveru og hjartanemandi sangum hevur Rasmus Lyberth í áratíggju verið ein av mest týðandi mentanarrøddunum í Grønlandi og Norðuratlantshavi. Við støði í grønlendskari mentan, søgum og lívsroyndum skapar [...] eitt sjáldsamt høvi at uppliva ein sannan listamann, sum hevur rúnarbundið áskoðarar kring allan heim í meira enn 50 ár. Kom og uppliv eina serstaka tónleikaferð tvørtur um Norðuratlantshavið – eitt kvøld
vindurin upp í hvassan vind ella skrið sunnan, 15 til 20 m/s. Um kvøldið gongur hann vesturum og minkar vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina gongur hann upp í útnyrðing. Allan [...] Føroya fyri í dag, leygardagin, sunnudagin og mánadagin, verður sagt soleiðis um veðrið: Fríggjadagin: Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin lítið lot av ymsum [...] ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Um kvøldið lot upp til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum grovir ælingar, skúrar. Um náttina frískt lot til
Vegabyggingin komin í hæddina — nú viðlíkahald Soleiðis var yvirskrift í Sosialinum 28. oktober í 1976, har skrivað varð um tunnilin, sum lat upp fyri ferðslu 24. august í 1976. Nú verður tunnilin kallaður [...] unnilin, tí hann var einasti tunnilin í Eysturoynni tá. Sosialurin skrivaði soleiðis: – Við at taka í nýtslu eitt berghol aftrat, samstundis sum meiri enn 60% av landsins fólki hevur fingið vegasamband [...] d hvørt við annað, eru vit komin í hæddina við vegabygging í Føroyum. Nú verður talan um ábøtur og viðlíkahald av tí, sum er gjørt heldur enn týdningarmiklar broytingar. Soleiðis metir Mikkjal Helmsdal
longu tikið. Eisini í Slovakia varð nýtt hitamet sett. Í bygdini Kamenica nad Hronom vórðu 41,4 hitastig máld. Tað er triðja ferð í ár, at hitametið í landinum verður tikið. Hitabylgjan hevur havt stórar [...] framleiðsluna, tí áin verður brúkt sum kølivatn. Í Slovenia er framleiðslan á kjarnorkuverkinum Krsko eisini skerd niður í 80 prosent orsakað av lítlari vatnøgd í ánni Sava. Sambært veðurfrøðingum er Evropa heimsins [...] Í Eysturríki vórðu 41,2 hitastig máld í Bad Deutsch-Altenburg nær markinum til Slovakia. Tað er hægsti hiti, sum nakrantíð er máldur í landinum, og metið frá týsdegnum upp á 41,0 stig varð sostatt longu
fram á arbeiðsmarknaðinum. Almenni fráfaringaraldurin varð hækkaður úr 67 upp í 70 ár í 2007 og síðan upp í 72 ár í 2022. Í 2025 varð hann avtikin. Men fleiri kommunur halda framvegis fast við ein fráf [...] sum í grannalondunum Eyðgunn Samuelsen vísir á, at bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum er ein týðandi partur av verjuni av grundleggjandi rættindum. Tað eigur at vera førleikarnir, sum gera av, um ein [...] og nær væntast kann, at lógin kemur í gildi. Eyðgunn Samuelsen vil eisini hava at vita, um lógin fer at fevna um mismun vegna aldur. Aldur skal sambært henni ikki í sjálvum sær kunna verða grundarlag fyri
letur til, at tað er álvari í bjargingarroyndini, sum FC Hoyvík fór undir í juni, tá ið Bárður Olsen tók við venjarastarvinum. Í dag átti FC Hoyvík heimavøll ímóti favorittunum í FC Suðuroy, og tað endaði [...] bóltin framvið 17 ára gamla Markusi Johansen í FC Hoyvík málinum. Hetta var 12. ferðin í ár, at hann vardi málið í 1. deild, og hetta var triðja ferðin, at hann fór av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið skoraði [...] so trygt nú, sum tað hevur verið stóran part av árinum. FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður
Nordsjælland spældi í dag ein minniligan dyst í bestu donsku fótbóltsdeildini. Sara fekk sín fyrsta kappingardyst frá dystarbyrjan, og var á vøllinum í 75 minuttir, og Kára kom á vøllin í 87. minutti, tá FC [...] var á odda bæði 2-0 og 4-2, men í báðum førum megnaði FC Nordsjælland at koma afturíaftur, og enntá at koppa dystinum teirra veg. Tað vóru bert seks minuttir leiktir av dystinum, so hevði Nadia Nadim skotið [...] seinni legði Flora Højer FCN á odda 5-4. Í yvirtíðini økti Thea Petersen til 6-4. Vit vóna at hava hæddarpunktini tøk frá dystinum skjótt. FC Nordsjælland er triðfremst í deildini við 13 stigum. Tær eru bert
upp aftur í Meistaradeildina, har liðið ikki hevur verið síðani 2011. Í fjør var FC Suðuroy í bestu deildini, og tað sær út til, at tað fer at eydnast at endurvinna plássið í fremstu røð. Í dag var FC [...] FC Suðuroy í høvuðsstaðnum, har FC Hoyvík var vertur á Hoyvíksvølli. 8. august var tað heilt óvæntað, tá ið FC Hoyvík á sama vølli vann 1-0 ímóti FC Suðuroy. Í dag lótu gestirnir av Vágseiði ongan iva vera [...] eina viku fer FC Suðuroy aftur í høvuðsstaðin. Tá verður mótstøðuliðið B36. Hóskvøldið fer FC Hoyvík at spæla fyrsta dystin í 1. deild hjá monnum á nýggja graslíkinum í Fuglafirði. FC Hoyvík er á níggjanda