r at velja ímillum: maður ella kvinna. - Hevur tú kynsmerkingina X í passinum, ella hevur tú skift kyn, verður mælt til at seta teg í samband við amerikonsku sendistovuna undan ferðini fyri at fáa vegleiðing [...] LGBT+ Danmark setti seg í samband við Uttanríkisráðið fyri nøkrum døgum síðani og bað tey um at broyta ferðavegleiðingina, tí tey stúra fyri umstøðunum hjá tvørkyndum, tá tey koma inn í USA. Skrivstovustjórin [...] tú ert transkyndur ella hevur X í passinum, kanst tú so risikera at verða noktaður atgongd? Tað vilja vit gjarna hava ítøkilig svar uppá. The Independent skrivaði fyrr í ár, at amerikanski uttanríkisráðharrin
støði, sum sæst í hesum londum. Trump leggur dent á, at útbúgvingarstøðið í einum landi einki hevur við støddina á landinum at gera. Undirvísingarmálaráðið varð stovnað av kongressini í 1979, og sambært [...] útbúgving í USA. Einans umleið 13 prosent av fíggingini til fólkaskúlarnar stava frá samveldiskontunum, segði nationala lærarafelagið í februar. Harumframt er tað langt frá eitt nýtt hugskot í Republikanska [...] tíðindafundinum sigur Trump, at útbúgvingarstøðið í USA hevur verið minkandi ov leingi. Samstundis varpar forsetin ljós á skandinavisku londini. - Tað gongur væl í Danmark, Noregi og Finnlandi, sigur Trump. Hann
hondbóltsfjeppari, so eg fari sjálvandi at skipa fyri túri til endaspælið í Oslo í januar næsta ár. Men eg sigi einki, fyrr enn vit eru vís í, at vit koma víðari til endaspælið. Tað sigur Rúni Djurhuus frá Eventz [...] føroyingum í Oslo – tí bara hesi báðir veitararnir kunnu potentielt senda yvir 5.000 fólk til Oslo. So eru øll tey, sum ferðast sjálvi, føroyingar sum búgva í Noreg, og føroyingar, sum búga í Danmark og [...] »umhugsar« at skipa fyri túri. Tað merkir, at koma Føroyar í endaspælið, so fer Smyril Line at skipa fyri túri við Norrønu, sum liggur sum »hotelskip« í Oslo, meðan dystirnir eru. Norrøna hevur pláss fyri umleið
vit at tryggja okkum pláss í endaspælinum í januar. Kom við, og geyla okkara hetjur allan vegin inn í endaspælið! Soleiðis skrivar Eventz.fo, sum skipar fyri flogferð til Kosovo í sambandi við, at felagið [...] Swiss Diamond Hotel Prishtina mitt í býnum - Morgunmatur, ókeypis atgongd til spa og fitness - EM t-troyggja Prísur fyri hvønn: Í Superior 30 m² dupultkamar – 8.750 kr. Í Deluxe 45 m² dupultkamar – 8.950 [...] at ganga til hondbóltsstadion. Miðalhitin í Pristina í mai er um 21°C, so tær nýtist ikki vetrarklæðir til gongutúrin. Avmarkað pláss! Bert 149 pláss eru eftir í flogfarinum, so tað ræður um at skunda sær
viðgjørdar í teimum ymsu tingunum. Í Føroyum verða tilráðingarnar lagdar fyri Løgtingið, sum eitt uppskot til samtyktar. Uppskotið fær síðani viðger í Løgtingsins uttanlandsnevnd, sum skrivar álit í málinum [...] nágreiniliga í øllum Norðurlondum. Í Løgtinginum verður norðurlendska arbeiðið raðfest høgt. Løgtingsforkvinnan á talgildum fundi við norðurlendsku starvsfelagarnar ##med2## Síðst í marts mánaði verður ein [...] londini í norðurlendska samstarvinum, segði Bryndis Haraldsdóttir, næstforkvinna í íslendska altinginum. Norðurlendska samstarvið størri týdning nú enn nakrantíð Elsta økis-politiska samstarvið í heiminum
Finnbogi Isaksen, vórðu tingmenn og løgdu tingessirnar frá sær hendan dagin í 1975. Tá í tíðini kundu landsstýrismrnn verða sitandi í tingsessum sínum, um teir vóru valdir á ting. Tað gjørdu teir viðhvørt [...] at landsstýrið varð valt – ella í seinasta lagi á ólavsøku. Tá vórðu landsstýrini vanliga skipað í januarmánaði, tí øll løgtingsvalini frá 1946 til 1990 vórðu hildin í novembermánaði. Tá teir tríggir [...] 20. mars í 1975 løgdu tingsessirnar frá sær komu varafólkini á ting: Tey vóru Sverre Midjord á Tvøroyri fyri Alta Dam, Johan Simonsen í Klaksvík fyri Finnboga Isaksen og Jona Henriksen í Havn fyri
Hamas um, at ísraelsk álop á Gaza bert eru "byrjanin". Tað upplýsir tíðindastovan AFP. Í januar kom vápnahvíld í gildi í krígsherjaða palestinska økinum, men týsdagin vórðu vikur við lutfalsliga róligum umstøðum [...] kunum, sum Hamas ræður yvir, hava álopini kostað yvir 400 fólkum lívið. - Einki fer at forða okkum í at náa øllum okkara krígsmálum, sigur Netanyahu sambært tíðindastovuni Reuters. Hann sigur víðari, at
fimm leiðandi limir í Hamas, skrivar The New York Times. Ein tíðindaskrivari í Hvítu Húsunum upplýsti í nátt okkara tíð, at tey vóru kunnað av Ísrael áðrenn álopið. Tað kom fram í samrøðu við Fox News [...] eru tey mest umfatandi, síðani Ísrael og Hamas gjørdu vápnahvíld frá 19. januar. Vápnahvíldaravtalan er býtt upp í fleiri stig. Í fyrsta umfari vórðu fangar og gíslar skiftir millum Ísrael og Hamas. Partarnir [...] David Mencer, sigur, at uppafturtøkan bardøgum í Gaza er "fult samskipað" við USA. Tað upplýsir tíðindastovan AFP. Fyrr dag fór Ísrael undir eitt umfatandi álop í Gaza, sum sambært palestinsku heilsumyndugleikunum
vinna pláss í endaspælinum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, tá vit spyrja, um hann kann vátta tíðindini um, at ætlanin er, at Norrøna fer at sigla til Oslo til EM endaspælið í hondbólti í januar. – Eg kann [...] siga so mikið, at um vit vinna okkum í endaspælið, so fara vit at umhugsa møguleikan, sigur Jens Meinhard Rasmussen. Akkurát januarmánaði er ein hin lakasti hjá Norrønu í millumlandasiglingini. Tann tíðin [...] tíðin plagar eisini at verða brúkt til at senda skipið í dokk til eftirlit og umvælingar. Tað verður helst eisini gjørt næsta ár. Jens Meinhard Rasmussen sigur, at tað hevði verið møguligt at sent skipið avstað
politikkin, sum Donald Trump hevur ført, síðani hann gjørdist forseti 20. januar. Glucksmann er ein sterkur stuðul hjá Ukraina í stríðnum móti Russlandi og hevur funnist at Trump, sum hevur gjørt kósina [...] vísindaligt frælsi: Gev okkum Frælsisstandmyndina aftur, sigur hann. Frælsisstandmyndin varð avdúkað í New York Havn 28. oktober 1886, sum gáva frá franska fólkinum. Fransmaðurin Auguste Bartholdi sniðgav