sum verður brúkt til at nokta kvinnum teirra sjálvdømi og at áleggja treytir fyri okkara tjóðarlív. Hetta er okkara val: at verða standandi í skugganum av hesum forna svørði, ella at velja eina leið av samkenslu [...] fólk av ymsum húðalitum. Hon gongur í skúla og spælir uttan ótta – ótta fyri at verða revsað fyri bara at vera til ella fyri at hava ein "óreinan" tanka. Big Brother ávirkar ikki hennara lív, bert ein uppaling [...] siga hesar søgur. Endamálið er ikki at sannføra fólk, men at innblása ræðslu og fávitksu í tann, ið lurtar. Soleiðis verða fólk bundin at samkomunum. Tá eitt barn er indoktrinerað ígjøgnum sunnudagsskúlan
er gott fyri elskaða land mítt. Politikkur handlar jú ikki um at verða afturvaldur. Hann eigur ikki at handla um at profilera seg sjálvan. At verða politikari er ikki ein rættur. Tað er ein FRAMÍHJÁRÆTTUR [...] politikkur, tá ið samkomurnar og kirkjurnar góvust at tosa um tað. Tá ið tær góvust at tosa um, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Okkara sannføring er, at tað at týna eitt fostur er skeivt. Um tað er átrúnaður [...] fríari fosturtøku hava bara droppað føroyska heitið. Tað er so óunniligt at fáa at vita, hvat hendan gerðin veruliga ger, ha? So tey siga bara “abort”. Nýt eitt fremmant orð, og gerðin verður fremmandagjørd
hevur tey ráð, at tú skal gera tað tú tímir. Tað ræður um at fáa tað uppí lag, sum tú ynskir tær at gera. – Ofta ganga fólk og siga, at eg kundi hugsað mær at farið higar og hagar ella at gera okkurt ávíst [...] heldur, at orsøkin til at hann hevur havt so langa politiska yrkisleið, er tí hann er bitin av at skapa, síggja úrslit og at seta sær nýggj mál. – Hvørjaferð eg havi stillað upp til val, visti eg, at hetta [...] ri, hevur tað týdning at hava áhuga fyri borgarunum, at lurta, og hyggja eftir tí sum fer fram. – Eg sat ongantíð fastur inni á kontórinum, tí borgarstjóragerningurin krevur, at tú sær og hoyrir borgaran
felags lívsáskoðan, felags tónleikagleði og felags ynski um at gera nakað, sum røkkur út um okkum sjálvi. Samanumtikið eru vit nærum glað, siga tey í fráboðanini. Poul Nyrup Rasmussen var giftur við fyrrverandi [...] profeterne", at hann møtti kærleikanum aftur fyri trimum til fýra mánaðum síðani. Hetta skrivaði DR týsdagin. Tað kom tó ikki fram, hvør tann útvalda var. - Kærleikin byrjar, tá tú følir, at tú ert forelskaður [...] hann valdur í Evropatingið, har hann sat í fimm ár. Síðani hevur hann stovnað samtalutænastuna headspace, har ung millum 12 og 25 ár kunnu fáa ókeypis ráðgeving fyri at fáa betri sálarliga vælveru Hann hevur
sínum málsøki. Minnist týðuliga, hvussu stóran dent vit løgdu á ein sterkan samskipandi leiklut hjá nýggja Fíggjarmálaráðnum, tí vit vistu m.a., at aðalráðini vildu onkursvegna royna at liva sítt egna [...] heldur enn at rudda upp, tá skaðin er hendur. Fíggjarmálið er við orðum orðum ein sera týðandi garantur fyri, at hvørki land ella kommunur aftur koma sær í fíggjarligt óføri. Treytin fyri, at henda org [...] so er tað eisini uppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum, eitt nú við at seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk, sum týðandi amboð at brúka fyri at hava tamarhald á útreiðslunum og skuldini hjá landskassanum.
møguleiki at vera at skriva undir mótmæli. -Og tá Smyril kemur aftur, so fara vit til Havnar at handa løgmanni undirskriftirnar, segði Maud Næs, ið legði afturat, at møguleiki verður næstu dagarnar at skriva [...] forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Winther, orðið. Ingeborg legði fyri við at siga, at hon nokk ikki fór at vera mild mótvegis politikarum, tí tað lá líkasum ikki til hennara. Og hon gav teimum [...] um ein mánað, so enn er vón. Bjarni segði, at politikarar hava brúk fyri ákoyringum, og takkaði hann fyri tær. Hann endaði við at staðfesta, at neyðugt er at fáa tunnil til Suðuroyar nú. Fjøldin sang eisiini
sjógvi - og undir bátinum, sigur hann. Hann minnist, hvussu øll manningin varð "fangað" undir bátinum í trygdarlínum. Fimm megnaðu at koma undan bátinum, men Karla sat føst og slapp ongan veg. ##med2## - Mítt [...] síðan, at Høvuðsbjargingartænstan í Noregi fekk eitt mayday, sum manningin á Naddoddi sendi. - Okkara mál var Ålesund, men tað gekk ikki, tí Naddoddur koppaði út fyri Stad, sigur skiparin, sum minnist, hvussu [...] - Eftir nøkrum sekundum gjørdist tað longu greitt, at her var eingin møguleiki, men eg vildi ikki gevast, sigur hann við Verdens Gang. Hann minnist, hvussu hini av manningini róptu: - Tú mást sleppa henni
er at mála kavan svartan, hann skal nokk tiðna.” Orðini skrivaði Øssur til ein vinmann á Messenger síðsta vetur, og siga tey nógv um hugburð hansara til lívið og deyðan, og um sjúkuna, hann fekk at dragast [...] luttøku í íslendsku kjørdæmakappingini, sum m.a. var ætlað at fáa meira breidd í landsliðshópin, tí vanligi spælarin her eisini fekk høvi at spæla við. Øssur setti eisini mál fyri føroyska A-landsliðið [...] fór altíð eftir bóltinum og ikki eftir manninum. Soleiðis kendu vit bridgespælarar Øssur. Øssur lærdi at spæla bridge undir lestrartíðini í Danmark í 1980´unum. Øssur var ein dugnaligur spælari, men størstu
systkinabarn mammu. Eg minnist hann sum ein mann, ið var blíður við okkum børn. Seinni komu vit at kennast ígjøgnum virksemi okkara í flokkinum, har hann var stuðlandi og jaligur at práta við. Seinastu árini [...] og javnsettan rætt til at festa. Øssur av Steinum var eisini ein virkin kommunupolitikari. Hann var bygdaráðsformaður í Kollafirði frá 1975 til 1981, og var hann tá við til at gera fyrstu býarætlanina [...] sítt til stóra áhugan hjá Øssuri fyri politikki. Í 1966 var Øssur við at seta Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag á stovn, og hann sat í nevndini, fyri tað mesta sum skrivari, í samfull fimmti ár. Øssur var
tyngdari støðu, at tey rokna við, at vit ikki hava yvirskot at gera vart við okkara ónøgd? Eg veit ikki, men tað er nærliggjandi at hugsa, at tað er tí tað er lættari at fara eftir okkum, enn at fara eftir [...] sum skulu eitast at vera til fyri at hjálpa okkum, er tað beinleiðis ein treyt, at ein ikki skal eiga virði fyri meira enn 30.000 krónur fyri at hava rætt til at fáa stuðul. Tá er ringt at keypa ein bil – [...] ið hevur skyldu at uppihalda mær. Hetta er alt annað enn ein góð kensla. Vanliga er tað at giftast ein tryggleiki. Tú og makin siga, at saman vilja tit skapa tykkum eina framtíð, og at tit stuðla hvør