framgongdin nú er hagfrøðiliga trygg. Liberalerna hevur í endaspurtinum lagt stóran dent á, at uttan flokkin verður eingin nýggj borgarlig stjórn. Tað hevur fingið veljarar hjá bæði Moderaterna og Sverig [...] fyrst og fremst Liberalerna. Lítli stjórnarflokkurin, sum leingi hevur ligið langt undir fýra prosenta sperrumarkinum, fær nú 5,8 prosent í einari nýggjari Novus-kanning. Tað er ein ógvuslig framgongd frá [...] høgrasíðan, kann tí eisini verða stríð um, hvør skal hava størstu ávirkanina á eina nýggja stjórn. Sverigedemokraterna hevur longu boðað frá, at flokkurin fer at krevja ráðharrasessir.
listafólkum í Føroyum. Og tað síggja vit longu úrslitið av. Vit hava fingið eina rúgvu av føroyskum veggjamálningum. Og so seint sum í dag byrjaði Jan Mohr Hermansen uppá tveir veggjamálningar í Skúlanum [...] eitt alment veggjalistaverk. Og nú er hann í holt við nummar 4. Og Sanna og Rakul - sum málaðu teirra fyrsta almenna vegg í juni - byrjaðu eisini uppá ein vegg í dag. Hesaferð er tað Sinnisbati, sum fær [...] verkum, sum ikki eksisteraðu í mai í ár. Nú standa tey her, og tú kann njóta tey púra ókeypis. Alt døgnið. Hetta er fyri børn, ung og vaksin. Og uttan mun til, hvussu nógv tú hevur á kontuni. Her eru øll á
liðfelagarnir í CSM Bukarest dyst á útivølli í triðja umfarinum í bestu rumensku hondbóltsdeildini. CSM Bukarest vann greiðan 30-21 sigur á CSM Târgu Jiu. Heimaliðið var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum [...] odda 16-13. Pernille fekk eina málroynd, og hon setti bóltin í netið tá. Í verjupartinum var hon noterað fyri at hava blokkerað tvey skot hjá mótstøðuliðnum. CSM Bukarest er fremst í deildini við níggju stigum [...] stigum fyri tríggjar dystir. Í Rumenia geva tey trý stig fyri ein vunnan dyst. Leygardagin klokkan 15 hevur CSM dyst á heimavølli í bólki A í Champions League. Mótstøðuliðið er Buducnost úr Montenegro,
fram á arbeiðsmarknaðinum. Almenni fráfaringaraldurin varð hækkaður úr 67 upp í 70 ár í 2007 og síðan upp í 72 ár í 2022. Í 2025 varð hann avtikin. Men fleiri kommunur halda framvegis fast við ein fráf [...] Samuelsen, løgtingskvinna, hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein skrivligan fyrispurning um aldursmismun á arbeiðsmarknaðinum. Hon spyr, nær uppskotið um eina javnviðgerðarlóg verður [...] og nær væntast kann, at lógin kemur í gildi. Eyðgunn Samuelsen vil eisini hava at vita, um lógin fer at fevna um mismun vegna aldur. Aldur skal sambært henni ikki í sjálvum sær kunna verða grundarlag fyri
av eldraøkinum. Løgtingsmaðurin spyr, um landsstýrismaðurin hevur mett um møguleikarnar fyri at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk í Føroyum, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við einari slíkari [...] Hann vísir á, at borgarar í kommunum við veikum inntøkugrundarlagi í summum førum noyðast at bera eina størri fíggjarliga byrðu fyri at tryggja somu vælferðartænastur sum borgarar í øðrum kommunum. Verður [...] samstarv og kommunala bygnaðin sum heild. Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan, verður sagt í viðmerkingunum til fyrispurningin.
n, sum hevur verið síðan eldraøkið varð lagt til kommunurnar í 2015, væntandi steðgar í 2027. Vandin er tí, at summar kommunur ikki megna vaksandi byrðuna, og at hetta fer at raka tænastuna. Í sendingini [...] á vesið og aftur í song uttan óneyðugt eftirlit frá starvsfólki. Aalborg Kommuna væntar eisini búskaparligar fyrimunir. Eftirmetingin hevur ikki eina endaliga útrokning av sparingini í krónum. Men hon vísir [...] kunnu fáa eina nøktandi tænastu uttan mun til, hvar í landinum teir búgva. Hetta eru týdningarmiklir spurningar. Men eg saknaði, at tøkniligu møguleikarnir eisini vórðu lýstir. Kjakast varð í stóran mun
hava fingið eina diagnosu og harvið møguliga heldur ikki røttu hjálpina. Úrslitini frá hesi ritgerðini vísa, at tað er ein sosialur ójavni í, hvør fær eina diagnosu og hvør ikki. Tey, sum fáa eina diagnosu [...] minka um sosiala ójavnan í atgongdini til hjálp og viðgerð fyri etingarólag.” Les eisini grein granskingina, sum Andrea Joensen hevur staðið á odda fyri her Andrea Joensen heldur fram í postdoc starvi á Københavns [...] á University College London Í stuttum sigur Andrea Joensen soleiðis um granskingarevni sítt: “Hildið verdur ofta, at etingarólag er ein sjáldsom sjúka, men gransking hevur víst, at nógv fleiri ung hava
kann millum annað siga, at onkur er í ferð við at stovna eitt lán í navninum hjá tí, sum verður uppringdur. Samstundis heitir hann á viðkomandi um ikki at sperra kontuna. Síðani roynir hann at fáa fólk at [...] kontoin verður misnýtt, ella at lán verður tikið í teirra navni. Talan kann vera um upphæddir á fleiri tíggjutúsund krónur. Tey fólkini, sum løgreglan higartil hevur tosað við, hava tíbetur ikki latið seg lumpað [...] Har hava fólk í summum førum mist sera stórar upphæddir – eisini arv og milliónaupphæddir. Løgreglan leggur dent á, at fólk ongantíð skulu flyta pengar eftir boðum frá einum ókendum persóni í telefonini.
landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur biðið fyrisitingina fyrireika eitt uppskot til lóg um kópaveiðu. Tað upplýsir hann í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, sum hevur sett honum ein [...] vera um 1.800 kópar. Metingin byggir á teljingar, sum Havstovan hevur gjørt fram við landi um summarið í árunum 2018–2021 og aftur í 2026. Í nýggjastu teljingini vórðu 1.500 kópar taldir. Tá hædd verður [...] lóggáva skipar í løtuni kópaveiðu. Sambært náttúruverndarlógini kann veiða eftir villum djórum bert fara fram við heimild í lóg. Landsstýrismaðurin hevur tí biðið fyrisitingina gera uppskot til eina kópaveiðulóg
skrivaðu í mai í fjør undir eina felagsyvirlýsing um, at føroyskir myndugleikar skulu yvirtaka loftferðsluøkið í stigum. Málsøkið hevur higartil verið umsitið úr Danmark, hóast arbeitt hevur verið við [...] taka stig til yvirtøkuna og áseta, nær hon skal fara fram. Signe Munk vísir í svarinum á, at Føroyar og Danmark hava valt eina stigvísa skipan. Ein slík loysn ger tað møguligt at byggja neyðugar førleikar [...] grønlendsku myndugleikarnir ynskja tað. Tað staðfestir danska bý-, landa- og flutningsráðfrúan, Signe Munk, í einum svari til Grønlandsnevndina hjá Fólkatinginum. Hon vísir samstundis á Føroyar sum dømi um, hvussu