Heri Mohr Í Útvarpinum var ein samrøða, prát, um dagin og tíðina, tá ið Føroyar vórðu hersettar fyri 70 árum síðani. Av tí at sendingin var 12. apríl, kundi onkur kanska fingið ta fatan, at hersetingin [...] Dagin fyri (haldi eg, tað var), fleyg ein Sunderland flúgvari sera lágt yvir oyggjarnar. Flúgvari um okkara leiðir tá á døgum var sjáldsom sjón. Hesin flúgvarin kundi, mær vitandi, seta seg bæði á sjógvi [...] vita, hvussu vit skuldu bera okkum at: Tá ið vit nærkaðust støðini, hoyrdist ein ágangandi rødd: »Halt, who goes there?« Vit skuldu so svara: »Friend.« Aftur ein krevjandi rødd: »Closer.« Tá ið vit komu
áskoðarin Í tí hin áskoðarin reisist og fer út, hyggur hann uppá meg, og sigur: »Det var da på en måde meget spændende, men jeg blev ikke meget klogere. Men du, hvad f?. var meningen med den der lille, sk [...] eitt nýtt hugskot: »Alt hitt var mislukkað, nú mugu vit samráðast um nakað annað. Vit skulu gera upp við danir!« Nú er ikki spurningur um fullveldi og skiftistíð, ella evsta vald hjá Løgtinginum, ella free [...] hurðarnar vóru afturlætnar (ógvuslig ryktir ganga millum danskar politikkarar um, hvussu Hoydal skikkaði sær), er eingin ivi um at teir kundu fingið eina skiftistíð uppá 10-12 ár. Mismót og klandur Heimkomnir
sanniliga eru tey tað, og leita vit ikki øll eftir einum sannleika ella samleika, sum vit kunnu hugsa um, skriva um, festa á løriftið, ella siga tað i tónleiki? Men skaldini duga at tala og fáa hetta sagt á ein [...] sum flytir seg fram, sum ein livandi mynd her og nú.. Tak meg ikki illa upp. Lat okkum ikki taka dagar ímillum hesar greinir. Fara vit at hugsa um tónlistina, so renna Hans J. Højgaard og Jógvan Waagstein [...] ikki 20. fólk úr ætt. Ja, Jenny, halt á- fram við at halda teg til tónlistina og sangin, og hugvekjandi er tað, at Eyðun, beiggi Mariu, leikar undir til sangin hjá tær. Um myndlistina er tað Ruth Smith,
fóru vit at hoyra meiri um egnu søgu okkara. Og eisini um Føroyar í verðini. So við og við vaknaði nakað av søguhugi í einum. Harafturat hevði Katrin altíð verið so góð við meg, tá eg var lítil í Sólgørðum [...] í Kaldbak. Fyrstu árini lærdu vit mest um Danmark í søgu. Vit lærdu danskar sálmar uttanat. Men tó eisini onkrar einkultar føroyskar. Í landalæru lærdu vit mest um danskar býir. Og við skomm at siga frá [...] fekk eg eina bók. Eina søgubók. Entá um Jóannes Patursson, sum eg altíð havi mett so sera høgt. Hann er sanniliga ein av teimum allar dyggastu! Bók Hans Jakkusar um Jóannes Patursson kom út í 1991 á forlagnum
her á fold sum rotta. Hann býr í París og droymir um gerast sjef-kokkur. Fantastiskur filmur um hvat dreymar kunna gera! Loyvið børnunum at droyma! Well, eg fari at lata orðið til Alain Mességué, ið her kemur [...] olivinolju. Hetta fær meg beinanvegin at viðmæli fólki (serliga tykkum vaksnu) at síggja herliga teknifilmin frá Pixar og Walt Disney, ið júst nevnist Ratatouille. Tað er søgan um Rémy, ið er komin her [...] Nú Skipafelagið er farið at tryggja okkum frískt grønmeti tvær ferðir um vikuna er upplagt við einari góðari uppskrift við grønmetinum í hásæti. Í Provençe í Suðurfraklandi gera tey klassiska rættin R
v1 Ein sálmur av Dávidi; til minnisofrið. v2 Harri, revsa meg ei í vreiði tíni, aga meg ei í ilsku tíni; v3 tí ørvar tínar hava meg rakt, tungt liggur hond tín á mær! v4 Í mínum holdi er einki heilt fyri [...] langt burtur standa. v13 Teir, ið vilja deyða mín, leggja fyri meg snerrur; teir, ið ætla mín undirgang, um ólukku tala; allan dagin teir um ilskuráð hugsa. v14 Og eg eri sum ein deyvur, ið einki hoyrir [...] stendur mín vón, tú vilt mær andsvar veita, Harri mín, Guð mín; v17 tí eg sigi: »Lat teir ikki gleðast um meg, ei sær halda at gaman, tá mín fótur snávar!« v18 Tí eg nærkomin eri til fals, aldri mín sársaki
ikki nógv um konufólkini í síni ætt. Men eitt undantak er, og tað er umrøðan av ommuni Sophie Helene. Hon hevur verið ein serlig kvinna og fær eisini nógva umrøðu í hansara ikki útgivnu frásøgn um ættarfólkini [...] ættarfólkini. Hann hevur eisini skrivað eina stuttsøgu um ommuna, og kallast hon “Min romantiske bedstemoder”. William skrivar, at tað ber illa til at ímynda sær tvey so ymisk fólk sum hansara tvær ommur [...] snart uhyggelige gamle politiske karikaturer, som man jo ikke fattede et muk af, men som man så meget desto bedre kunde sidde og fantasere en herlig privat mening ind i, medens bedstemoders klaverelever
hug at úttala meg. Tað er kortini ikki 100% víst, at erkætlanin verður til nakað, men vit arbeiða so víðari við málinum, sigur Guðrið Højgaard. Hon sigur, at neyðugt er at taka filmin upp um summarið, tá [...] neyðugt, tí ein partur av filminum snýr seg um at fanga fugl, og tað má tí gerast, meðan fuglurin er her, sigur Guðrið Højgaard. Hon heldur annars, at ein slíkur filmur hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna [...] Tað var Daniella Sandberg, ættað úr Sørvági, ið vísti filmsleikstjóranum, Richard Hobert á søguna um Frans í Gásadali. Søgan er í stuttum hon, at foreldrini hjá Frans vóru bæði ognarleys og barnleys,
tað eg havi gjørt, men ikki fyrrenn nú havi eg ordiliga kastað meg útí tað. At brúka tað. Tað er jú ikki nakað, sum er serstakt fyri meg. Ingmar Bergman hevur brúkt sítt, somuleiðis Lars Noren. Woody Allen [...] leggur afturat, at henni nýtist ikki longur at vera bangin um, at hon hevur oyðilagt lívið hjá øðrum við at koma alment fram við søguni. Hon fegnast um, at hon fór í holt við at skriva yrkingasavnið og at gera [...] ikki ein einasti føroyskur filmur. Tað skuldi bara henda skjótt, vit høvdu so lítla tíð. Men Bye Bye Blue Bird var tað fyrsta stigið at nærkast mínum egna tilfari, sjálvt um søgan har slett ikki er mín
at skriva grein við ongum sambandi millum yvirskrift og innihald. Hin kritiseraða greinin snýr seg um bókina Sambandsflokkurin í 100 ár , sum kemur út í dag. Eitt hitt fyrsta, sum eg festi eygað við var [...] øðrvísi hugsandi fólki. Tað var t.d. Rolf Guttesen, sum á sinni fyrst legði orð í munnin á Høgna Hoydal um USA og Pentagon og síðan skírdi somu orðini idiotisk. Høvuðsendamálið ta ferðina var at rættvísgera [...] ger í greinini nógv fyri at seta Jóannes Patursson í nazistiskt selskap. Próvførsla hansara er lat meg siga tað milt ivasom. Týsku nazistarnir plagdu annars at spilla fólk fyri at vera øðrvísi ella fyri