Nú Skipafelagið er farið at tryggja okkum frískt grønmeti tvær ferðir um vikuna er upplagt við einari góðari uppskrift við grønmetinum í hásæti.
Í Provençe í Suðurfraklandi gera tey klassiska rættin Ratatouille, ið er samankókaður rættur av ymiskum grønmeti, ið frammanundan er stokt (sauterað) hvørt sær í olivinolju.
Hetta fær meg beinanvegin at viðmæli fólki (serliga tykkum vaksnu) at síggja herliga teknifilmin frá Pixar og Walt Disney, ið júst nevnist Ratatouille. Tað er søgan um Rémy, ið er komin her á fold sum rotta. Hann býr í París og droymir um gerast sjef-kokkur. Fantastiskur filmur um hvat dreymar kunna gera! Loyvið børnunum at droyma!
Well, eg fari at lata orðið til Alain Mességué, ið her kemur við sínari tulking av Ratatouille.
250 g squash
150 g aubergine
150 g leyk
400 g tomat
70 g piparfrukt
2 feitar av hvítleyki, so segði hann
1 laurberblað
10 basilikumbløð
4 ssk olivinolju
1 ssk havsalt
Dism av timian
Sker auberginurnar hálvar og salta tær væl og virðiliga. Lat tær standa 4-5 tímar. Flys tomatirnar við at seta í kókandi vatni nøkur sekund. Tak burtur kjarnir og væta. Sker sundur í 8 álir. Turka nú saltið av auberginunum og turka vætina av. Vaska squashini væl, turka og sker í helvt eftir longs. Síðani skert tú í 1 sentimetra tjúkkar bitar. Sker leykin og piparfruktina í tunnar flísar og dálar. Skola í vatni og turka aftaná. Nú skal grønmetið brúnkast á heitari pannu, - hvør sær. Lat oljuna á pannuna og sker hvítleyks-puntarnar í tunnar flísar og koyr so í saman við laurberblaði, tomatunum, salt og pipar. Skrúva niður fyri hitan og kóka hetta í 15 minuttir til eitt slag av tomatsós er komið burturúr. Hita nú ovnin til 200 stig. Tak nú eldfast fat og blanda squash, auberginu, leyk, piparfrukt og tomatsós saman. Krydda við pipari og timian. Set folie á eldfasta fatið og set í ovnin okkurt um hálvan tíma. Kann etast heitt ella kalt.
Vínummælarin viðmælir eina góða Chardonnay afturvið, eitt nú tann hjá Alamos.
Kokkar og kokka-lærlingar í Føroyum umframt útlendskir stjørnu-kokkar skapa og hugleiða um uppskriftir.










