tað ikki staðfest, at FC Suðuroy, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, í 2027 aftur verður partur av bestu deildini. Men tað gongur av álvara tann vegin. Í dag vann FC Suðuroy 4-0 á heimavølli ímóti [...] Eftir onkur ikki so sannførandi avrik, ið fyrr í summar bóru tap við sær, varð ivi sáddur, og tað varð spurt, um FC Suðuroy fór at megna uppflytingina, sum fyrr í ár næstan sá út til at vera avgreiðsluspurningur [...] ímóti NSÍ. Síðsta leygardag vann FC Suðuroy 6-1 á hemavølli ímóti EB/Streymi, og 10 mál í tveimum heimadystum boða frá, at liðið er málsøkið. FC Suðuroy hevur 41 stig, nú tað resta sjey umfør. Tað eru 11
vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar [...] fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya [...] vaks eisini nógv í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar, Nes og Eysturkommunu. Hinvegin var størsta minkingin í Tvøroyrar kommunu, har fólkatalið minkaði við 35 fólkum. Serliga á Tvøroyri og í Ørðavíkslíð búðu
Toda, ið var av Tvøroyri, og leikti við TB. Ein kann í skemti siga, at í kvøld hittust høvdingar á Cáfé Tvørá. Todi fekk nevniliga vitjan av tveimum fótbóltslegendum av Tvøroyri. Kendir og fyrrverandi TB [...] Kendi fótbóltsleikarin Todi Jónsson lat í dag upp café á Tvøroyri- Todi og Poulina hava latið upp Café Tvørá, og í dag var fyrsti dagur, og nógv fólk hava verið á gátt, sigur Todi Jónsson. Hugnaligt er
avbjóðingar. Fundurin í ár verður hildin á Høvelte-herstøðini og í danska forsætisráðharrabústaðnum Marienborg. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum verða umboðað. Heini í Skorini, professari í stjórnmálafrøði [...] danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, taka í dag í felag ímóti stjórnarleiðarunum úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða við á fundinum. – [...] m, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland í størri mun sita við borðið og verða hoyrd í málum um verju, trygd og
Tað byrjaði við tveimum kórsangarum, einum felags áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym. Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky [...] teir eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan fyri einum føroyskum distillaríi. Lóggávan forðaði tó ætlanini, og í 2009 varð hon løgd til viks. Dreymurin [...] framleiða brennivín í Føroyum. Føroyski upprunin skal eisini síggjast og smakkast í vørunum. Málið er, at tær skulu kunna kappast við altjóða framleiðarar – eisini teir skotsku. ##med4## ##med5## Í Sosialinum
dystirnar í Meistaradeildini í hesum kappingarárinum. Í teimum trimum innanhýsis dystunum vunnu Skála ÍF og Víkingur ein dyst hvør. Triði dysturin endaði við javnleiki. Samlaða málúrtøkan í teimum trimum [...] dystunum hjá Skála ÍF og Víkingi er 3-3. Aron Benjaminsen, ið er uppvaksin í Skála ÍF skoraði í tveimum dystum móti Skála ÍF í hesum kappingarárinum. Skála ÍF-Víkingur 0-0 - 20. apríl Víkingur-Skála ÍF
ein altjóða dómstól í snyrilsmálinum. Tað boða flokkarnir frá í hvør sínum tíðindaskrivi í dag. – Tað kann ikki góðtakast, at grønlendska fólkið ber avleiðingarnar, uttan at staturin í størri mun verður [...] ábyrgdar, sigur Aleqa Hammond, forkvinna í Siumut. Fráboðanirnar koma, eftir at tvær leingi væntaðar frágreiðingar um snyrilsmálið vórðu almannakunngjørdar í dag. Við støði í frágreiðingunum hevur grønlendska [...] statinum frá 1960 til 1991. Eftir at Grønland tók heilsuøkið heim í 1992, helt mannagongdin fram í eitt tíðarskeið. Ein kanning frá 2025 vísti, at í minsta lagi 4.070 grønlendskar kvinnur høvdu fingið snyril
tríggir fyrrverandi víkingar á vøllinum í kvøld. Vejle rann Vendsyssel umkoll í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan 4-0 til Vejle. Vendsyssel fekk steðgað bløðingini í seinna hálvleiki, og svaraði aftur [...] nummar sjey í deildini. Poul Kallsberg kom á vøllin í 56. minutti, tá lið hansara, Hillerød á útivølli leikti 1-1 móti HB Køge. Solomon Opoku legði Hillerød á odda í 13. minutti. Miðskeiðis í seinna hálvleiki [...] máli. Tobias Bach við tveimum málum og Mikkel Duelund syrgdu fyri, at Vejle var á odda 3-0 longu aftaná 24 minuttirs spæl. Beint undan steðginum økti Gustav Marcussen til 4-0. Tann í Føroyum væl kendi Emil
Skúlablaðnum fór talið av næmingum í serflokkum úr 68 fyri tíggju árum síðan upp í 275 í 12 serflokkum skúlaárið 2025/26. Við næmingunum á Skúlanum á Trøðni og í tveimum øðrum serligum tilboðum vóru 361 [...] krøv. Vit skulu tryggja rættindini hjá børnunum í verandi tilboðum nú og samstundis byggja eina skúlaskipan, sum í størri mun megnar at fevna um øll børn í nærumhvørvinum. Ein broyting má vera væl løgd til [...] av olmussu. MEGD mælir staðiliga til at børn, ið bera brek, sum skjótast verða tikin við í útbúgvingarskipanina. Í tíðindunum 24. august nevndi Kringvarp Føroya, at Javni hevði søkt danska Elsassfondin og
Zakariasardóttir syrgdi fyri tveimum málum. Á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ tepran 1-0 sigur á Víkingi. HB og 07 Vestur spæla seinnu hálvfinaluna á ovara vølli í Gundadali í Havn, týskvøldið 1. september [...] Seinnapartin vóru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum leiktar. Nógv talar fyri, at HB verður annað liðið í steypafinaluni 19. september. Á útivølli á Dungasandi í Sørvági vann HB 3-0, har Brá Z [...] september. Víkingur og KÍ spæla seinnu hálvfinaluna í Sarpugerði í Norðragøtu, mikukvøldið 2. september. KÍ-Víkingur 1-0 (1-0) 1-0 Maria Vinjardsdóttir Johansen (39.) 07 Vestur-HB 0-3 (0-1) 0-1 Brá Zak