verða rættiliga gott veður, um tað skal bera til at taka nátunga á sjónum. Soleiðis kunnu vit nú rokna við, at nátungatíðin helst er liðug á hesum sinni.
Tað sæst væl aftur á havnalagnum í Havn í dag, har stóra ferðamannaskipið Marina hjá Oceania Cruises liggur við bryggju. Sambært Tórshavnar Havn kom Marina á Havnina klokkan 10 í morgun og fer avstað aftur [...] í Italia og latið eigarunum í 2011. Skipið er 239 metrar langt og góðar 32 metrar breitt og er upp á umleið 66.000 bruttotons. Vanliga er pláss fyri 1.250 ferðafólkum umborð, og manningin telur umleið [...] umborð. Skipið hevur 11 dekk ætlað ferðafólkunum og 629 kabinur. Næstan allar kabinurnar venda út móti sjónum, og 94 prosent hava egna altan. Marina siglir fyri Oceania Cruises og er skrásett í Marshalloyggjunum
álitið á FIFA-forsetan og hava álvarsligar stúranir um leiðsluháttin og avgerðargongdirnar á ovasta stigi í felagsskapinum, siga sambondini. Tey krevja samstundis, at FIFA gevur bindandi trygd fyri, at [...] krevja nú bindandi trygd frá FIFA fyri, at altjóða fótbóltssamgongan ongantíð aftur letur upp fyri privatum ognarskapi í kappingum sínum. Samstundis siga tey seg hava mist álitið á FIFA-forsetan Gianni [...] ár eftir stóru mutursgøluna, sum hevði skelkað altjóða fótbóltssamgonguna. Tá legði hann stóran dent á, at FIFA skuldi gerast ein gjøgnumskygdur og væl rikin felagsskapur. Nú seta Fótbóltssamband Føroya
Hinvegin var sjógvurin í pørtum av Egearahavinum kaldari enn vanligt. Copernicus vísir á, at slíkar hitabylgjur í sjónum kunnu ávirka vistskipanirnar í havinum. Longu síðst í mai vóru stór øki í Atlantshavinum [...] avinum munandi heitari enn vanligt, og tá vórðu eisini máld frávik upp á meira enn fimm stig. Myndin hjá Copernicus er grundað á mátingar frá 13. august og vísir, hvussu nógv sjóvarhitin víkur frá lan [...] um út fyri suðurstrond Fraklands var sjóvarhitin umleið seks stig hægri enn miðal fyri hesa tíðina á árinum. Eisini í Atlantshavinum út fyri Iberisku hálvoynna – Spania og Portugal – vóru øki, har sjógvurin
har roknað verður við, at mist gørn og mistur reiðskapur er. Kystmagasinet vísir á, at eitt slíkt átak herfyri var á Mørebankanum, har heili 300 mist gørn vórðu tikin upp. Norska fiskivinnuumsitingin [...] Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum. Í Noregi hevur fiskivinnuumsitingin syrgt fyri, at dreggjað verður eftir gomlum og mistum gørnum [...] umframt munandi nøgdir av øðrum fiskireiðskapi, veit heimasíðan at siga. Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá www.kystmagasinet.no
við teimum. Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. - Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var nøkunlunda. Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram [...] Føroyingurin á liðnum, ið hevur ættarbond úr Vestmanna, hevði turra grind og spik við til sínar liðfelagar. Úr Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar [...] nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen, Rógvi Nielsen, Jógvan Poulsen, Johnny Joensen og Agnar Joensen, allir hvør sína
títt loynital, og illgruni er um svik, kemur ein ávaring fram á skermin. Tú skal steðga á og taka støðu til, um tú er í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar Samleikan. Um onkur annar roynir [...] eina innritan. Tøknilig trygd er ein týðandi partur av verjuni, men okkara egni atburður er sera avgerandi. Tí er tað týdningarmikið at steðga á, lesa og skilja, hvat stendur á skerminum, áðrenn tú góðkennir [...] Steðga á og les boðini Fært tú eina ávaring í appini, skal tú lesa boðini væl og virðiliga og spyrja: Eri eg í holt við at rita inn við Samleikanum? Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt er á vási, kanst
er klár at nýta til uppgávur á føroysku alifirðunum. Nýggja tvíkiljan er bygd og serliga útgjørd til tær fjølbroyttu og krevjandi uppgávurnar, sum hoyra til dagliga arbeiðið á einum alibrúki í Føroyum. Handanin [...] alskyns útgerð Nýggja tvíkiljan er 20 metrar long og 9 metrar breið og er innrættað við denti á gott arbeiðspláss, trygd og smidligar arbeiðsumstøður hjá manningini. Stóra dekkið gevur góðar møguleikar at loysa [...] tons deksspæl á dekkinum, fýra 3 tons koppar og ein hydrauliskur koblingsplátuhaldari. Hetta ger tvíkiljuna væl egnaða til millum annað arbeiði við nótum, fortoyningum og aðrari útgerð á alibrúkunum. Tvíkiljan
Landsstýrismaðurin tók lut í samrøðu á palli við aðalstjóran í DG Mare, Charlina Vitcheva, á tiltaki við heitinum “The Arctic today”. Í samrøðuni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av altjóða samstarvi [...] einari skipan, sum byggir á altjóða lóg og reglur. Hann vísti eisini á føroyska íkastið til burðardygga umsiting av hav- og sjótilfeingi, umframt týdningin av øktum samstarvi um trygd og tilbúgving í Arktis [...] skipar fyri, savnar stjórnarumboð, granskarar og umboð fyri upprunafólk at viðgera viðurskifti í Arktis. Á skránni eru evni sum altjóða samstarv, burðardygg og búskaparlig menning í Arktis, avbjóðingar í sambandi
álopum av sjónum. Síðan 1901 hevur hann fyri tað mesta verið eitt prýði fyri býin. Undantakið var undir seinna heimsbardaga, tá bretska hersetingarvaldið hevði høvuðsstøð á Skansanum. Myndina á frímerkinum [...] Skansin í Havn er motivið á nýggja føroyska SEPAC-frímerkinum fyri 2026. Magnus Heinason bygdi fyrsta skansan í Havn í 1580. Hildið verður, at hann varð bygdur á leiðini, har Innari Skansi er í dag. Skansin [...] útsett til september. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Edvard S. Remberg, stjóri á Posta, hildu røðu, og Guðrið Hansdóttir framførdi. – Frímerkini gjørdust okkara fyrsta altjóða umboð