Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur [...] Men heldur enn at surra, binda fyri og tryggja leysar lutir, tosa vit bara um veðrið í dag. *** Eldraøkið hoknar. Í summar hava fleiri avvarandi alment kært sína neyð. Teirra kæru eldru fáa snøgt sagt
Eisini formaðurin í Danske Erhvervsskoler og Gymnasier heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing skal skipast í einari vitlíkis-tíð, heldur enn bert at seta eftirlitstiltøk í verk. Danska [...] átøkum fyri at basa misnýtslu av vitlíki á gymnasialu útbúgvingunum í Danmark. Ein av størstu broytingunum er, at skúlar skulu taka í nýtslu skipanir, sum hava eftirlit við skíggjanum hjá næmingum undir [...] samstundis frá, at fleiri átøk eru á veg, og at ein landsfevnandi strategi fyri nýtslu av vitlíki í skúla- og útbúgvingarskipanini skal gerast. Hetta er fyrstu ferð, at ein heilur árgangur av studentum hevur
hava greiðu á, hvussu nógv børn ganga í skúla eftir serskúlaskipan, og hvussu nógv økið kostar landi og kommunum. Hon hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning [...] vísir á, at næmingatalið í Skúlanum á Trøðni veksur, samstundis sum fleiri kommunur hava serflokkar í fólkaskúlanum. Bíðilistin eftir útgreining av børnum og ungum er eisini vaksin. Í fyrispurninginum verður [...] síðani, og um nakað úrslit sæst av møguligum vøkstri í útreiðslunum. Harumframt verður spurt, hvussu nógv starvsfólk, roknað í ársverkum, arbeiða í serskúlatilboðum nú samanborið við fyri fimm árum síðani
allan vegin ígjøgnum. Hon var tvey ár tá hon fór í vøggustovu, fýra tá hon fór í barnagarð, og for eitt ár seinni enn javnaldrarnir í skúla. Katrina bardist í móðurlívi, og hon stríðist enn. - Hon er eitt [...] vera í viku 28 í stødd, tí tað hevði fingið ov lítla føðslu. Tveir dagar eftir at hon var komin á ríkissjúkrahúsið versnaði støðan, og Guðrun átti dóttrina við keisaraskurði, hetta var í viku 30 í viðg [...] seg til at vísa barn sítt fram, men í okkara støðu bleiv tað so, at vit noyddust at biða fólk um ikki at koma ov nær, og ikki røra við. Merkti einki lív í búkinum Í 2015 var Johanna Lindenskov Joensen
og tveir í 7. flokki. Í Húsar-Syðradals skúla eru tveir næmingar í 1. flokki, ein í 4. og ein í 6. flokki. Í Oyndarfirði er ein næmingur í forskúla, ein í 2. flokki, tveir í 3. flokki og ein í 4. flokki [...] flokki og ein í 3. flokki. Í Haraldssunds skúla, Húsar-Syðradals skúla og Oyndarfjarðar skúla ganga fýra næmingar í hvørjum skúla. Tølini vísa, at 15 føroyskir skúlar hava færri enn 50 næmingar. Teir eru: ##med2## [...] skipaður í sera smáum eindum. Bara ein næmingur í summum flokkum Hyggja vit inn í einstøku skúlarnar, verður munurin uppaftur sjónligari. Í Haraldssundi ganga bara ein næmingur í 1. flokki, ein í 2. flokki
Í meira enn sjey áratíggju hava ættarlið av vestmenningum gingið í gamla skúla í Vestmanna. Nú fer skúlin, sum fólk kenna hann, í søguna. Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin [...] ganga ein seinasta túr eftir kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og kanska finna gomul minnir fram aftur. Gamli skúli varð tikin í nýtslu í 1951. Síðani hava børn lært at lesa og skriva har, fingið [...] tónlistarligu upplivingar í skúlanum. Í sambandi við høvuðsumvælingina verður nógv av gamla innbúgvinum ikki brúkt aftur. Talan er millum annað um skáp, hillar, knakar, lampur og gardinur. Í morgin verður møguligt
Sambært Skúlablaðnum fór talið av næmingum í serflokkum úr 68 fyri tíggju árum síðan upp í 275 í 12 serflokkum skúlaárið 2025/26. Við næmingunum á Skúlanum á Trøðni og í tveimum øðrum serligum tilboðum vóru [...] krøv. Vit skulu tryggja rættindini hjá børnunum í verandi tilboðum nú og samstundis byggja eina skúlaskipan, sum í størri mun megnar at fevna um øll børn í nærumhvørvinum. Ein broyting má vera væl løgd til [...] av olmussu. MEGD mælir staðiliga til at børn, ið bera brek, sum skjótast verða tikin við í útbúgvingarskipanina. Í tíðindunum 24. august nevndi Kringvarp Føroya, at Javni hevði søkt danska Elsassfondin og
arbeiddi bleiv broyttur,. Í hesum sambandi vóru vit í Odense og vitjaðu í einum av teirra bólkum, so vit kundu seta okkum inn í alt hetta nýggja, og vera førar fyri at vegleiða limirnar í samband við stóru b [...] longur. Kom at kenna Hildigarð gjøgnum nevndararbeiði í nevndini í Heilsuhjálparafelag Føroya í 1990 unum. Hildigarð hevði álitisstarv sum skrivari í nevndini, og var lætt at síggja, at hon var von við [...] Nøkur ár frammanundan høvdu hon og maðurin havt virki í Danmark, og hetta merktist væl í hennara tilgongd til arbeiði. Í 1996, tá eg gjørdist forkvinna í felagnum, var Hildigarð ein sera góður og dugnaligur
stóran part av degnum í dagstovnum og í skúla, hava vit øll eina felags ábyrgd at skapa umhvørvi, har børn kenna seg trygg, verða sædd og læra virðini, sum bera eitt gott samfelag. Í Føroyum hava vit allar [...] Hava ymiskar gávur, áhugamál og ikki minst ymiskan máta at læra uppá. Kortini hava vit skipanir, sum í ov stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti. Hetta gagnar summum, men als ikki øllum [...] týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa, skriva
Hósdagin komandi frá klokkan 14 til 18 verður hátíðarhald í Kvívikar skúla. Tá verður skúlin 50 ár og hevur soleiðis eina hálva øld aftanfyri seg. Hetta verður hátíðarhildið við eitt nú lagkøku, kaffi [...] 15 henda hósdagin verða talur, sangur og framløga av nýggja búmerkinum. Føðingardagurin í Kvívík endar við konsert í skúlagarðinum, sum byrjar klokkan 17. [...] aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu. Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at á hátíðardegnum verður eisini eitt búmerki, sum kommunan hevur latið skúlanum