el-instalatør, sum er ein treyt fyri at vera løggildur el-innleggjari. - Slagorðið er, at okkara dygd er tín trygd, sigur forstjórin í fyritøkuni, sum ikki dylur, at tað, sum Demich við sínari vegleiðing [...] upp um eina alternativa loysn - uttan olju. Rói Kalsø vísir á, at jarðhitaloysnin sjálvandi er ein dýrari loysn, men ráðgevingin sigur, at tú brúkar umleið helvtina minni til hita og el við jarðhitaloysnini [...] tíðina, bæði tøkniliga og í effektiviteti. Forstjórin í Demich heldur, at tað gongur framá við alternativari orku, men leggur aftrat, at tað sum heild gongur ov seint. Í VikuskiftisSosialinum fríggjadagin
A-rammu, umframt at skipasmiðan hevur sett framkomna avlúsingarskipan í skipið. Í gjár frættist eisini, at Mest - í kapping við sjey aðrar útlendskar skipasmiðjur - hevur vunnið arbeiðið at umbyggja eitt [...] og væntandi er, at endaliga arbeiðið verður liðugt í hesi vikuni. Sum nakað serstakt hava vit eisini sett upp eina gangibrúgv á A-rammuna, so starvsfólk ómakaleyst kunnu koma so tætt at aliringunum sum [...] tænastuskipinum, Martini. Mest vísir á, at fýra Melcal-dekskranar, spøl og spælkoppar skulu setast í nýggja skipið, og her skal eisini nógv gerast við hydraulikki, umframt at ávísar broytingar og tillagingar
Spurningar í hesum sambandi kundu hóskandi verið: · Er ætlanin at hækka skattin? Um ja, hvør skal gjalda meiri skatt og hvussu nógv? · Er ætlanin at at spara á fíggjarlógini? Um ja, hvat skal sparast og hvussu [...] Hvat skal koma í staðin? So eru tað tey, sum siga, at 642 mió. kr. ella 11% av inntøkunum hjá landskassanum bara skjótt kunnu skerjast burtur uttan, at nakað verður gjørt. Hetta er púra burturvið, og hvat [...] hevði til endamáls at niðurlaga ríkisveitingina, so hon skuldi verða burtur um 6 ár, men hesum uppskoti var ikki undirtøka fyri - tíbetur. Tað, sum kanska er meiri áhugavert er, at samstundis, sum Tjóðveldi
undirstrikar, at flokkurin er ein samríkisflokkur, sum ikki heldur, at Føroyar skulu úr danska ríkinum, so er Sambandsflokkurin ein upplagdur samstarvsflokkur. Men tað krevur so aftur, at kinkur kemur [...] krevur so, at Tjóðveldi niðurtónar fullveldishugsjónina. Tað málið kann loysast við eini nýggjari stjórnarskipan, um flokkarnir megna at gera semju um tað. Tað sær tó eitt sindur svart út, at Tjóðveldi [...] við annan flokk, so kann tað eisini merkja, at trupult verður at koma í samgongu. Serliga um eingin annar flokkur ger tað sama. Vit kundu hugsað okkum, at Tjóðveldi gjørdi tað sama. Men tað hevur flokkurin
Århus, Odense og Esbjerg - og bólkurin vónar, at fleiri býir leggjast afturat. Føroysku útisetarnir vilja standa saman við mótmælisfólkunum í Føroyum og vísa á, at tað, sum fer fram á politiska pallinum í Føroyum [...] morgin. Felags fyri øll mótmælistiltøkini er, at tey byrja kl 14.00 føroyska tíð. Bólkurin av útisetum, ið er óheftur politiskt, heitir á útisetar um allan heim at skipa fyri mótmælistiltøkum leygardagin. “Býrt [...] leygardagin, og kundi tú hugsað tær at mótmælt? Jamen so ger tað! Skipa fyri einum mótmælistiltaki sjálv/ur”, er áheitanin frá bólkinum. Tey heita í hesum sambandi á fólk um at venda sær til bólkin Enter Føroyar
trýst á Manchester City við at siga, at hetta Barcelona liðið er tað vánaligasta liðið í longri tíð. José Mourinho hevur eina søgu í Barcelona og er illa dámdur í felagnum, eftir at hann við Chelsea, Inter [...] væl við, at Neymar kom á vøllin um vikuskiftið og skoraði. Hann hevur verið skaddur í fleiri vikur, men vísti leygardagin, at hann er klárur aftur. Somuleiðis er Lionel Messi komin seg, eftir at hann hevur [...] Sergio Aguero. Hann er um at blíva klárur eftir skaða, men verður ikki tøkur í kvøld. Hinvegin er óvist um brasilski miðvallarin Fernandinho verður tøkur. Hann hevur víst seg at verið týdningarmikil fyri
tí tá hann kom á røðarapallin, tímdi eingin at lurta eftir honum – hann tosaði so at siga fyri tómum tingsali. Men tað er so nógv, sum bendir á, at tað ikki bara eru tey í Tjóðveldi, sum var illa [...] Tá Gunvør Balle legði málið fyri tingið, greiddi hon millum annað frá, at vóru hesi uppskot galdandi lóg, so hevði ein fókaatkvøða kunna steðgað málinum um forskatting av pensjónunum. Høgni Hoydal [...] kunnu ikki leggjast til fólkaatkvøðu. Tað skjýtur grundgevingina hjá Gunvør Balle niður. Eins og tað heldur ikki bendir á væl fyrireikað lógarsmíð hjá Tjóðveldi, at tey ikki ein gang sjálvi kenna
hevur somuleiðs ein dreym um at sleppa víðari sum hondbóltsspælari. Eg kundi hugsað mær at spælt eitt ár afturat her í Føroyum og blivið nakað betri. Síðani kundi eg hugsað mær at komi víðari í hondbóltsverðini [...] meistaraheitið, sigur Filip at enda. Hjá kvinnunum bleiv Liljan Djurhuus ársins spælari. VÍF/Tjaldur var í harðari kapping við Kyndli um at koma í FM finaluna. Tað ljóðar, at Durita Christophersen verður [...] og spælskipari á ársins liðið. Alt bendir á, at Filip eisini komandi ár verður partur av liðnum hjá VÍF. – Ja, vit arbeiða við málinum og eg rokni við, at eg spæli í VF aftur komandi kappingarár, sigur
altíð tann sama uggandi og stuðlandi mamma, og klár at geva eina hjálpandi hond, tá vit høvdu brúk fyri tí. Tá tú fyri trimum árum síðan fekst at vita, at tú skuldi verða omma, var tú so spent og glað og [...] var stór. Men bara ein mánað seinni fekst tú eini keðilig boð um, at tú hevði fingið krabbamein. Men hóast hesa tungu lagnu, royndi tú at berjast ímóti og hevði tvey sera góð ár, inntil títt ljós slóknaði [...] síggja tað vakra, sum er í nánd. Tær tykir at lívið er keðiligt, grátt, hvønn er tað tú saknar - hví falla í fátt? Tá aldri tú unnar tær hvíld ella frið, fæst einki at grógva við tína lið. Far innar í stovuna
og einki er, sum bendir á, at veiðan verður minni í vertíðini, sum byrjaði uppaftur fyrr í ár enn í fjør. Tað tók sína tíð, áðrenn Eysturbúgvin og Vesturbúgvin vóru klárir at loysa í vertíðini í fjør, og [...] gongd í ár og við teirri veiði, sum verið hevur síðan vertíðin byrjaði, er væntandi, at gulllaksaárið í ár ikki fer at roynast minni væl hjá skipunum, enn tað royndist í fjør. Tey seks skipini, sum eru á [...] sigast at vera sera góð veiða hjá gulllaksaskipunum. Nú svartkjaftakvotan er so lítil, og veiðan eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi soleiðis eisini hevur verið avmarkað í hesum árinum, halda menn, at hetta