landslæknanum benda á, at tær, ið fáa fosturtøku, eru kvinnur í øllum aldrum millum 15 og 44. Hví tær velja fosturtøku, finnast ikki upplýsingar um. Her kunnu vit bert gita. Samstundis sum vit kunnu frøast um [...] hava roynt at ávirkað talið á barnaflokkinum. Áðrenn Norðurlond vóru kristnað, var tað ikki revsivert at seta nýfødd børn út at doyggja. Men søgnin um Niðagrísin kundi bent á, at onkur onkuntíð hevur havt [...] lítlum landi. Men hetta eru so bara gitingar. Tann týdningarmikla upplýsingin Tann besta fyribyrgingin er at lata vera. Soleiðis segði ein foyur og illa sperdur lærari við okkum, tá ið vit í framhaldsdeildini
skiljast sum brot á verkbannið, leggur Jón Rasmussen dent á. Eisini trumlur Ymiskt er gjørt við Norðborg, nú hon hevur staðið uppi. - Nú hava vit eisini skift troltrumlur fyri aðru ferð, síðan vit fingu Norðborg [...] taka skipið upp nú. - Vit hava havt ávísar trupulleikar við høvuðsmotorinum, sum tó ikki hava elvt til, at vit ikki hava kunnað fiskað. Leitið hevur verið eftir, hvørjir trupulleikarnir, eru og ymiskar stillingar [...] stillingar eru gjørdar. Vit hava fólk frá motorverksmiðjuni í Føroyum, og nú skipið er komið av aftur, er neyðugt at royna, hvussu motorurin nú virkar. Jón Rasmussen sigur, at skipið loysti í nakrar tímar
veruliga góðar bøkur verða týddar til føroyskt. Ikki tí, vit eiga avgjørt góðar føroyskar høvundar, men vit eru so fá, at vit kunnu ikki vænta, at bøkur á klassikarastøði stinga seg upp við jøvnum millumbilum [...] at tað ber til at siga alt á føroyskum, um vit kenna málið nóg væl, mást tú altíð vera varin, tá týtt verður úr einum fremmandum máli. - Tað ber til at siga hvat sum helst á føroyskum, tá tú sigur tað [...] Føroyskar týðingar av heimskendum rithøvundum er ikki nakað, vit síggja á hvørjum degi. Tí var tað serliga forkunnugt, tá bókin Náttin í Lissabon, ið er týðing av Die Nacht von Lissabon eftir mæta týska
”Sjóvevur” partur av skránni á 100 ára hátíðarhaldinum hjá Klaksvíkar Kommunu komandi ár. Tí hóskar tað seg væl, at drívmegin í leikinum eru lokalar kreftir, sum vilja varpa ljós á ein næstan gloymdan men týðandi [...] fyri, at geva kvinnum kring heimin nøkur amboð, so tær kundu klára seg sjálvar – eitt nú við at læra tær at veva. Komin til Klaksvíkar fór hon tí alt fyri eitt undir at kanna møguleikan fyri at byggja ein [...] hava tær báðar júst verið á kanningarferð í Svøríki, har tær millum annað fingu høvi at heilsa uppá familju og eftirkomarar hjá Ainu Cederblom. Ein stóran part av tíðini vóru tær á svenska ríkisarkivinum
. Í Íslandi eru nú 5000 næmingar á lærda háskúlanum. Høvdu vit havt eins nógvar í mun til fólkatalið, so høvdu vit 1000 her. Av tí at flestu fakini her høvdu havt fáar næmingar, høvdu vit havt lutfalsliga [...] hvørjum oyra eftir stuttari tíð, um vit bera okkum at sum vit plaga. Um so er, eru vit í veruleikanum verri fyri enn nakrantíð eftir at pengarnir eru nýttir. Men her er vert at hava í huga tað sum íslendingar [...] i. Somuleiðis hava vit tey á Biofar, sum hava funnið ein hóp av nýggjum verum á havbotninum. Vit hava plantufrøðingar, sum kunnu tíðarfesta nær fyrstu fólkini komu til Føroyar. Vit hava kanningar av grind
gjaldsteðg og hetta kunnu vit bara taka til eftirtektar, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, nú FaroeJet gevst. - Vit vóru boðin á fund við FaroeJet fríggjadagin, og har komu vit ásamt um, at taka um [...] sum vit yvirtaka. So nú royna vit at medvirka til eina virðiliga loysn, sigur Magni Arge, sum eisini sigur seg harmast vegna tey, sum hava sett pening í felagið og vegna starvsfólkini, ið nú eru søgd [...] starvi. - Men hetta ger ikki, at vit koma aftur í eina monopolstøðu, tí vit eru alla tíðina í kapping við onnur, sum standa til reiðar at koma inn á marknaðin, um vit ikki virða marknaðartreytirnar, sigur
gera íløgur í ætlanir, sum vit halda síggja spennandi út. Vit fara ikki fram eftir fummum og ætla okkum ikki at gloypa um meira enn vit kunnu svølgja. So tú kanst siga, vit taka tað eitt sindur, sum tað [...] leikað á í fiskivinnuhøpi, so minnist eg, at tónleikurin onkursvegna altíð hevur sníkt seg inn gjøgnum bakdyrnar. Soleiðis høvdu vit orkestur umborð á Sólborg, tá eg var við sum dekkari í 1990-91. Vit hildu [...] síðsta ár, aftan á at Petur og Jákup prátaðu um, at stuttligt hevði verið at gjørt okkurt saman. “ Eg ringdi til Jákup og vit fóru oman til Niels Winther (advokat, blðm) og stovnaðu felagið upp á standandi fót
r samleiki ? alt hetta tos um samleika ger meg í øðini.« Jørgen Knudsen 2000 Vit eru von við, at mentunarlig rák eru komin úr Danmark. Spurningurin er, hvar og hvussu nógv borgaraliga stjórnin og danski [...] Føroyum og í Danmark í dag. Romantikkurin var á ein hátt eitt aftursvar til tíðina, ið undan fór, ið vit av og á kalla rationalisuna ella upplýsingartíðin. Her var serliga tankin ráðandi um, at menniskjað [...] mentanina í Vestureuropa og í Danmark, og tað eru somuleiðis hesir miðeuropeisku tankar, ið leggja lunnarnar undir eitt nú føroysku tjóðskaparrørsluna. Tankar, ið enn eru virknir. Biedermeier mentanin Partar av
Vit stukku inn á gólvið í heimi teirra á Flatabø í Vestmanna og fingu eitt prát við Tove um, hvussu tað var at fáa eina slíka stóra uppgávu á so ungum aldri ? og um, hvussu týdningarmikið tað er fyri børn [...] aftur og segði, at nú hevði hon frí. Hennara heim var okkara heim, vit kundu koma og fara hjá henni, sum vit vildu, greiðir Tove frá. - Petur Højgaard Simonsen, sonur Nicolinu, sum vit børn kallaðu "gubbi" [...] teimum umsorgan og kærleika. - Eg vaks upp á barnaheiminum og var von við børn. Mær dámdi altíð so væl at fáast við tey smáu, og bað ofta lova mær at skifta á teimum. Tá eg so fekk tríggjar døtur í senn
bilunum vórðu stolnir á Tvøroyri og ein í Hvalba. Allir tríggir bilarnir eru komnir aftur í aftur, men teir hava allir fingið skaða, meiri og minni. Kortini er onki, sum bendir á fólkaskaða í hesum sambandi [...] næturnar fyri at hava longri opið enn loyvt er. Sama vertshús varð kannað aftur í nátt og nú var einki at fýlast á, sigur løgreglan. [...] at lata lyklarnar standa í bilinum, so tað kunnu eigararnir vænta sær bót fyri. Løgreglan er ikki komin so langt í greiningararbeiðnum í morgun, at tey vita so nógv um smálutirnar enn og tí vita tey heldur