LOYSA
Norðborg, sum er góðar 83 metrar long, fylti nógv upp í dokkini á Skála, har hon hevur staðið síðan 3. jóladag og kom avaftur seinasta leygardag. Men tað var ikki longdin á skipinum, sum kundi verið ein trupulleiki, tí dokkin á Skála hevur havt skipi inni, sum eru meiri enn 100 metrar long. Norðborg er rættiliga breið, og tá skipið stóð í dokkini, vóru bert 70 sentimetrar at geva av í hvørjum borði sær.
Jón Rasmussen, skipari, sigur, at Norðborg hevur ikki verið uppi í tvey ár, og tí var neyðugt at taka skipið upp nú.
- Vit hava havt ávísar trupulleikar við høvuðsmotorinum, sum tó ikki hava elvt til, at vit ikki hava kunnað fiskað. Leitið hevur verið eftir, hvørjir trupulleikarnir, eru og ymiskar stillingar eru gjørdar. Vit hava fólk frá motorverksmiðjuni í Føroyum, og nú skipið er komið av aftur, er neyðugt at royna, hvussu motorurin nú virkar.
Jón Rasmussen sigur, at skipið loysti í nakrar tímar
sunnudagin, og nú verður loyst aftur til tekniskan royndartúr.
Stuðla reiðarum
Skiparin á Norðborg leggur dent á, at tað er ikki soleiðis, at teir ætla sær at bróta verkbannið, sum Føroya Reiðarafelag hevur lýst.
- Í útgangsstøðinum stuðla vit felagnum og stuðla avgerðini um, at skipini ikki loysa, meðan ósemja er.
Skiparin vísir á, at nú Norðborg aftur loysir í nakrar tímar, sum hann tekur til, er tað fyri at stilla høvuðsmotorin innaftur eftir tær royndir, sum eru gjørdar at finna út av, hvør trupulleikin er.
- Vit hava framvegis teknikara frá motorverksmiðjuni umborð og tað, sum vit nú noyðast at gera, meðan hetta arbeiði er í gongd, skal als ikki skiljast sum brot á verkbannið, leggur Jón Rasmussen dent á.
Eisini trumlur
Ymiskt er gjørt við Norðborg, nú hon hevur staðið uppi.
- Nú hava vit eisini skift troltrumlur fyri aðru ferð, síðan vit fingu Norðborg til landið. Seinast, vit skiftu trumlur, var um ársskiftið seinasta ár.
Skiparin vísir á, at tilfarið dinema, sum er tóverkið, ið er á trumluni, hevur eina eina velduga kroystistyrki.
- Eins og nøkur onnur skip í føroyska fiskiskipaflotanum, brúka vit ikki weir umborð á Norðborg, men dinema, sum tilfarið verður rópt. Tað vísir seg, at hetta tilfar kroystir trumlurnar sundur og saman, sum tíðin gongur. Eftir at vit høvdu skift trumlur fyrstu ferð, byrjaði trupulleikin nokso skjótt aftur, og vit sóu, at heldur ikki tær seinnuu trumlurnar fóru at halda í longdini. Nú hava vit so skift trumlur fyri aðru ferð, leggur hann aftrat.
Jón Rasmussen sigur, at tóvermið dinema er eini 2-3 ára gamalt á marknaðinum.
- Hetta er ikki hart tilfar sum weirur er, og tað vigar lutfalsliga lítið, sigur hann.
70 mans
Gjøgnum eitt ár hava fleiri enn sjeyti mans verið knýttir at Norðborg sum manning.
- Tá manningin, sum hevur verið við skipinum í 2010, fekk jólapakkar seinast, vóru hesir fleiri enn 70 í tali.
Jón Rasmussen leggur aftrat, at tá eru sjálvandi nakrir, sum kanska bara hava verið ein, tveir ella tríggjar túrar við skipinum í farna ári.
Norðborg hevði eitt sera gott ár í fjør, og skip og manning fiskaðu fyri stívliga 200 miljónir krónur.