framhald av tíðini í Lítlu Tvørgøtu, byrjaði eg í august í 72 á journalistdeildini á Nordiska Folkhøgskolan í Kungälv. Ein annar føroyingur, sum gekk á sama skeiðið, var tann 2 ára eldri blaðmaðurin og umsetarin [...] skal til fyri at byggja egið virkið. Tað segði Jóanes Nielsen, rithøvundur, millum annað í røðu á móttøku á Føroyaprent fríggjadagin Tá Jon Hestoy miðskeiðis í 70'unum byrjaði sína prentarakarrieru, var [...] Eg havi verið 18 ella 19 ára gamal, tá eg kom at arbeiða á prentsmiðjuni hjá Einari Joensen í Lítlu Tvørgøtu. Einar var blýggjprentari, men á gamalsaldrinum sveik hann blýggheimin og konverteraði til
Hesin ”Gamli Heynesen”, sum hann var nevndur, lærdi Jógvan nógv um ættir, rákið á luftini o.s.m.a. Vóru teir á floti saman á Borðoyarvík og Heynesen fekk ein heldur lítlan smáfisk, so royndi hann altíð at [...] yvir. Lívið er ongantíð bara svart/hvít at minnast aftur á. Og sum tíðin fer, hendir tað ein penan dag - ofta í tríatiárunum – at vit steðga á og spyrja:” Er helvtin longu farin?” Og ein vissa vaknar av [...] álvaratos, ein lívsroynd er tað hinvegin eisini, at tað ofta eru tey, ið tú so at siga - ikki upp á forhond - ert á bylgjulongd við, sum geva tær nakað annað at hugsa um -!? Herfyri stóð ein samrøða í ”Jylla
vit høvdu hetta ofta á munni teir 16 dagarnar, vit sótu og prátaðu á Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn. Vit høvdu ikki væntað, at fyrsta starvsfólkið, sum vit komu á tal við á Ríkissjúkrahúsinum, fór [...] i eru frammarliga á fleiri økjum, meðan førleiki kanska vantar á øðrum økjum. Somuleiðis mugu vit vænta, at eitt so stórt land, sum Danmark hóast alt er, hevur ein ávísan førleika á nógvum økjum, tá ið [...] yvirlækni soleiðis sendir sjúklingar til viðgerðir á øðrum sjúkrahúsum enn í Danmark. At bjóða seg fram Skal føroyska sjúkrahúsverkið kunna bjóða seg fram á onkrum øki millum tey stóru í útlandinum, er hugsandi
pisurøðan, sum Tórbjørn Jacobsen helt á pisufundinum á Gøtu sandi. Hetta eru mær heimligar strendur, her á Gøtu sandi. Ótaldar eru løturnar um hetta svaðið ella á blotanum. Vátur um bein ella við karmi [...] rákið, men vit sum fingu um endan á eystfallinum, á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, stórtrivust í blástrinum úr frælsa lotinum innan av meginlandinum og handan stórhavið. Á skúlanum, sum tríggir ungir ey [...] leggja leiðina niðan á “vísdómsins háa fjall – og dettið ikki oman á hálvari leið, soleiðis, at tit koma at liggja í beinabjølgi. – Eini tíggju ár – ið hvussu er – tekur tað at koma niðan á, og fáa tað stóra
gjørdu vanliga tríggjar saltfiskatúrar á sumri, og um veturin vóru teir á ísfiskaveiðu, har tað varð selt í Onglandi, mest Grimsby. Tað var drivið sera hart. Á saltfiskaveiðu eru søgur um, hvussu fiskur [...] línubátur, sum Weihe menninir í Søldafirði áttu. Eg var biðin á saltfiskaveiðu á heysti hetta ár. Roknað varð tá eisini við at sleppa á ísfkisk. Tað var jú isfiskaveiðan meira enn saltfiskaveiðan, sum [...] tóku Højgardsmenninir á Toftum stig til at byggja eitt línuskip, og var hetta Vesturhavið Blíða, sum kom til Føroya um jóltíðir í 1956. Hetta var byrjanin til “línubátaepokuna” her á landi. Hjá teimum f
Mikines skrivaði á og um sínar myndir til tess at minna seg sjálvan á litin og huglagið, hann vildi hava fram í myndini. Einastaðni hevur málarin t.d. tilskilað á skitsuna, at ein litur á luftini skal vera [...] inspireraðu hann á ymsan hátt. Á ferð í Noregi sá hann verkini hjá Edvardi Munch, sum kanska var tann listamaðurin, hann kendi tættasta listarliga skyldskap við. Ejnar Nielsen var lærari hjá Mikines á kunstakademinum [...] tá nú sjálvur vegarin og faðirin at føroysku yrkismyndlistini, tann fyrsti føroyingurin, ið bæði gekk á kunstakademi og sum alt lívið livdi av og við myndlistini verður 100, so man bakstøðið sigast at
ráðharrastovum og sendistovum. Í dag situr 34-ára gamli Sámal Johansen á eini skrivstovu á norðara loftsenda á Føroya Landsskjalasavni í Havn. Á gólvinum aftanfyri hann standa fimm brúnar eskjur pent stáplaðar [...] Finnsson hevur tvey s og tvey n. Á kápuni á Svørtubók manglar eitt n. Skal myndin av Føroyum undir kalda krígum gerast fullfíggjað má grópast víðari, leggur hann dent á. Ikki bert í søvnum í USA og Danmark [...] roynd og veru kann kanningin nýtast til at vátta allar fordómar, sum finnast, bæði á høgra- og vinstravongunum eins og á sambands- og sjálvstýrisvongunum. 10.000-tals skjøl Skjalarannsóknirnar hjá Sámali
Halga doyð hetta kjøtið luktar gott meðni! Henda lítla søgan var einaferð tekningin hjá Óla P á baksíðuni á Sosialinum. Tað var ein genialur máti at snara einum kendum orðataki eitt sindur: Tað veldst um [...] i. Líka til stutt áðrenn tit vórðu fødd, gekk til dømis ein religiøsur múrur gjøgnum føroyska samfelagið. Aðru megin tulkaðu fólk nøkur bíbliuvers um dóp upp á ein máta – hinumegin uppá ein annan máta [...] grátt. Summi lukta skerpikjøt – onnur lukta fret. Hugsjónir eru vegleiðarar Vit hava tvey frálík orð á føroyskum: ”hugmynd ” og ”hugsjón”. Vit síggja veruleikan – men vit síggja eisini myndir í okkara huga
Halga doyð hetta kjøtið luktar gott meðni! Henda lítla søgan var einaferð tekningin hjá Óla P á baksíðuni á Sosialinum. Tað var ein genialur máti at snara einum kendum orðataki eitt sindur: Tað veldst um [...] i. Líka til stutt áðrenn tit vórðu fødd, gekk til dømis ein religiøsur múrur gjøgnum føroyska samfelagið. Aðru megin tulkaðu fólk nøkur bíbliuvers um dóp upp á ein máta – hinumegin uppá ein annan máta [...] grátt. Summi lukta skerpikjøt – onnur lukta fret. Hugsjónir eru vegleiðarar Vit hava tvey frálík orð á føroyskum: ”hugmynd ” og ”hugsjón”. Vit síggja veruleikan – men vit síggja eisini myndir í okkara huga
hjúnabondum. Søguliga hevur familjan og grannalagið havt stóra ávirkan á, hvørjum vit menniskju giftast við og hví. Hjúnabond, ið eru bygd á kærleika, eru hinvegin eitt nýtt vesturlendskt fyribrigdi. Í djó [...] høvdu eisini við sær, at børnini, sum á hendan hátt høvdu eitt bein í hvørjari stammu, ikki longur kendu seg noydd at berjast hvør móti øðrum. Hjúnabandið kundi á henda hátt gera fíggindar til vinir [...] triðing av síni ogn, hon mátti flyta út á eina oyggj at búgva og henni varð bannað nakrantíð at gifta seg aftur. (Stephanie Coontz, Marriage, a History, 2005) Men á sama hátt sum ávísir politikarar í dag