upphæddin so er minni enn vit høvdu stílað ímóti, mugu vit so liva við í fyrstu atløgu. Sjálvur haldi eg løgtingsvalið hevur havt ikki ongan týdning fyri áhugan og so er hetta eisini fyrstu ferð, at høvið [...] sigur Kjartan Hoydal, sum ikki ivast í, at tiltakið við einum breiðum føroyskum oljufelag er komið fyri at verða og fer eisini at fáa størri og størri undirtøku sohvørt tíðin gongur og vit nærkast eini oljuleiting [...] hava sett sær sum mál, at í hvussu er 3 mill. kr. skulu koma frá fólki í hesum umfarinum. Hann roknar við, at teir fara at røkka hesi upphædd, áðrenn freistin er úti í dag. Nógv fólk -Vit eru væl nøgdir
eftir uppspæl frá Julian. ? Eitt frálíkt mál. Vit vunnu uppiborið og fingu váttað, at vit hava eitt sterkari lið, enn vit høvdu í fjør, segði Sætre. ? Vit hava fingið góðan styrk á miðjuni (Andreas Alm [...] vøllinum, og øvugt. Við hesum gera vit tað trongt hjá hinum liðnum, men tað krevur, at vit flyta okkum nógv, sigur Julian. Ein spælistílur, sum hóskar væl til mannin, sum í Føroyum fyrst og fremst er kendur [...] var eisini væl nøgdur við føroyska miðvallaran hjá sær og við úrslitið av dystinum. ? Eg eri heilt greitt best nøgdur við spælið í fyrra hálvleiki. Tá áttu vit at havt eina størri leiðslu, enn vit høvdu
flutningsleiðunum. Men sparingarnar hava eisini rakt her. Vit sum í 1988 vóru lesandi fegnaðust stórliga, tá LFÚ kundi vera við til at gera eina føroyska stuðulsskipan, sum bøtti munandi um korini hjá teimum [...] fyri fólk, sum hava stovnað familju, sett egið búgv, ella sum av øðrum orsøkum í dag ikki hava javnbjóðis møguleika til útbúgving - eins og av álvara eigur at verða farið undir kollegiibygging. Vit skulu ikki [...] Vit kunnu uttan iva øll semjast um tað skilagóða í at tryggja øllum okkara ungdómi møguleikar at nema sær útbúgving. Tó eru vit ikki øll á einum máli um, hvussu hetta skal gerast. Mín greiða støða er,
skipa sítt egna skipafelag, sum kann flyta teimum fiskin niður á marknaðin. Vit halda, at tað er alt ov lítið við einari fráferð úr Føroyum um vikuna. Og vit halda eisini, at vit í Norðoyggjum fáa alt ov [...] tænastu, vit vilja hava, eiga vit at umhugsa, um vit ikki sjálvir kunnu taka um endan, so vit fáa ein nøktandi flutning. Jógvan Høj sigur, at kanningar eru ígongd at vita um tað ber til. Tað, sum norðoyingar [...] prísin. Tann, sum fæst við feskan fisk, má vera við alla tíðina. Tað er sum at rógva út. Tann, sum rør út dag um dag, hevur føling við, hvussu fiskurin ferðast og fær tí meiri enn tann, sum bara rør út einstakar
parlamentarisku støðuna í Fólkatinginum, so er eingin annar útvegur enn nýval. ? Men fáa vit eina avtalu um bankamálið, sum føroyingar kunnu verða nøgdir við, so vil eg fegin umhugsa, um eg skal forða fyri, [...] loysn. Á henda hátt fái eg eisini danir at skilja álvaran í málinum. Bólturin liggur nú hjá dønum. Og so kunnu teir kalla meg jarnbrot ella føðihjálp. Hetta málið er tað, sum hevur størstan týdning sigur [...] ? Mín leiklutur á fólkatingi stendur og fellur við bankamálinum. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at einki nýtt er í boðskapinum, hóast danska blaðið Aktuelt í gjár ger stóran háva burtur úr
flokkurin til bústaðartrupulleikar hjá fólki, ið bera brek? Vit eru øll vitandi um, ta ótolandi støðu, sum øll - ung sum eldri - eru í, av tí at vit ikki hava íbúðir, vardar íbúðir, sambýlir og bústovnar til [...] viðgjørd. MBF væntar, at fólk møta fjølment, so vit í felag kunnu verða við til at bøta um støðuna hjá øllum, ið bera brek, og á tann hátt vísa á, hvussu vit ynskja samfelagið fyri øll. [...] viðkomandi fyri fólk, ið bera brek. - Politikkarar/myndugleikar mega ikki fáa møguleikan at steðga upp, tí vit í MBF ikki vístu teimum leiðina. Á løgtingsfundinum 3. des. í fjør máttu politikkarnir ásanna, at langt
uppá 1,5 milliardir krónur, sum vit standa til at gjalda. Vit løgdu sjálvir lunnar undir okkara skuld í áttatiárunum, men tað skortaði ikki uppá ávaringar uttanífrá. Nú standa vit eftir við eini landskassaskuld [...] ríkisfelagsskapi við eitt annað norðurland. 1000 ár sum kristin tjóð hevur evnað okkara siðalagslyndi soleiðis, at vit í dag eru sum kristin tjóð at rokna. Eitt sindur øðrvísi er tað við ríkisfelagsskap [...] Fara vit hinvegin út um ríkisfelagsskapin til onnur lond fyri at fáa stuðul, eins og vit gjørdu í sambandi við Norðurlandahúsið í Havn, tá gevur tað meining at tosa um at nassa, tí har hava vit ikki somu
segði, at tað at liva sum samkynt, ikki kundi góðtakast. Umframt hesar álvarsligu, men heldur óvanligu spurningar hjá politikarum at taka støðu til, vóru eisini tey stóru málini sum loysing og ríkisfelagsskapur [...] fegin vildu hava svarað nøkrum spurningum, men eisini, at politikarar ikki duga so væl at greiða frá, tá talan er um mál, sum eru eitt sindur øðrvísi enn tey, sum politikarar vanliga fáa til uppgávu at svara [...] torført at skilja, hví ungfólk ikki eru stórvegis áhugað í tí, sum fer fram á politiska vígvøllinum. Tað er ofta turrislig og keðilig tala, sum verður borðreitt við. Á politiska fundinum á Læraraskúlanum
hesum grunni í samband við byggjan av íbúðum, og nú tykist sum veruligt forstoppilsi er komið í bygging av íbúðum. Vit hoyra og lesa mest um ung, sum hava trupult at finna sær býli, men trupulleikin er ikki [...] komandi samgongu verður at seta út í korti ein aktivan íbúðarpolitik, sum skal snúgva seg um, hvussu vit tryggja teimum eldru at vera sum longst í egnum bústaði við rætti til ráðgeving og fíggjarligan stuðul [...] stongt, og búfólkini vórðu innløgd á sjúkrahús sum sjúklingar. Vit fegnast um, at tann søgan endaði gott, men hon vísir eisini á tørvin á einum aktivum íbúðarpolitikki.Tað má vera ein rættur, at brekað
øðrum góðum kreftum. Vit lækkaðu skatta- og avgjaldstrýstið, yvirskot er nú á fíggjarlógini og vit halda framvegis ikki, at vit eru náddir á mál við okkara fíggjarpolitikki, nei, vit vilja sleppa at halda [...] fram, lat vera við at føra Sambandsflokkin fram sum tann, sum fekk skuldina upp á pláss í hesum valskeiðnum. Nei, við Javnaðarflokkinum (Jóannesi Eidesgaard sum fíggjarmálaráðharra) kom skuldin upp á beint [...] halda fram har vit sleptu, tí bjóða vit okkum fram hesaferð eisini. Vel Javnaðarflokkin! Jógvan Mørkøre