langt burtur. Hann græt so at siga ikki, og Begga fekk ikki samband við á nakran sum helst hátt. Serliga minnist Begga til, at læknin plagdi at lyfta hann upp á akslarnar fyri at fáa alt slímið, sum hópaði [...] Vit hava søkt um at fáa hann inn á nýggja bústovnin, men tað er ikki eydnast okkum enn at fáa hann inn, men vit vóna tað, sigur Begga og leggur aftur at, at tað er við blandaðum kenslum at hon letur ábyrgdina [...] Hann var ein lívsglaður drongur, sum var farin at ganga og var byrjaður at siga nøkur orð, tá tey varnaðust, at hann í januar 1985 ikki var, sum hann plagdi at vera. Hann var sløvur og svav sera nógv. Tann
sum hetta, kann fara at endrutaka seg og tey siga, at tað er ógvuliga umráðandi, at vælumhugsað og røtt stig verða tikin til at forða fyri tí. Og tað eru tey, sum enntá halda, at teldukafeðin skuldi verðið [...] duga at skilja ímillum veruleikan og fantasi, kann tað ikki ?tihýsast, at harðligir filmar og -telduspøl kunnu fáa bikarið at flóta yvir. - Hesir dreingirnir eru tó so mikið vaksnir, at teir eiga at duga [...] er onki løgið í, at klaksvíkingar eru skelkaðir eftir hendingina sunnukvøldið, tá ið fýra ungir dreingir brádliga fóru at skjóta frá hond eftir fólki. Tað var bara eitt satt undur, at eingin lá eftir á
hesum, er tað tað sama sum at siga, at formaðurin er ikki førur fyri at fevna allan flokkin. Hetta er eisini signalið, sum verður sent út um flokkin; at hesin er ikki førur fyri at leiða landið. Høvdu teir [...] út, at klassastríðið er av. Hetta var júst í trá við javnaðarflokkarnar í hinum londunum, sum royna at nærkast miðjuni, fyri á tann hátt at tekkjast hinum. Og taka vit Visjón 2015, so kann man siga, hvat [...] hann lættari hjá øðrum at góðtaka. - Og hetta hevur kanska júst verið trupulleikin hjá Høgna Hoydal, sum fær nógvan stuðul úr sínum egna flokki: at hann hevur verið meira upptikin av at føra tann rætta fl
gamalt orðatak sum sigur, at mangt broytist á mansins ævi. Ikki er orðatak fest at nøkrum ávísum, men í hesum føri fara vit at brúka tað í sambandi við húsabygging. Tað er sjálvsagt, at tað dag og dagliga henda [...] tey standandi aftaná at stoypiarbeiði er liðugt. Helgi gjørdist ikki sørt bilsin og hugtikin av hesum nýggja háttinum at gera húsagrundir. Men at tað liggur álvara aftanfyri sæst av at júst henda »skipan« [...] jarnið sett ígjøgnum hol, sum eru í formunum. Hvussu tað fer at gangast við at selja skipanina til føroyskar timburmeistarar er ikki lætt at siga, men livst so spyrst. Sosialurin ynskir Helga Olsen góða eydnu
Jacobsen. Men hann harmast um, at tað hevur tókst sum fremsta uppgáva hjá nógvum politikkarum at eyðmýkja feløgini við at royna at halda tey uttan fyri alla ávirkan. Ósemjan At tað hevur verið opin ósemja [...] hevur áður sagt, at tá hetta valskeiðið er av, fer hann at taka seg úr politikki. Og nú, hann er afturvaldur til formann í eitt trýáraskeið, sigur Óli Jacobsen, at tað er endaliga avgjørt, at hann stillar [...] viðurskiftini við at stabilisera seg aftur, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at nú hevur Fiskimannafelagið aftur góð viðurskifti við allar flokkar á Tingi. Men tað kann tó ikki dyljast, at seinastu trý árini
seg í, at hetta er í ferð við at útiloka hana frá øllum bókavirðislønum yvirhøvur. Faktiskt blunkar hon ikki við at siga, at hon varð 'pissihamrandi súr', tá hon í fjør ikki fekk virðislønina hjá bókahandlunum [...] finna seg í at hoyra um lesandi, sum verða rádd frá at skriva uppgávur um hennara bøkur. Um tað fer at blíðka Holst, at Dronningeofret nú fær eitt rósandi ummæli fyri og annað eftir, er ilt at vita. Fyribils [...] skjótt fer at merkjast á henni. Tíðin, hon hevur eftir at røkka politiska toppinum, er við at renna út. Tí má hon tryggja sær, at politiski samstarvsfelagin Charlotte Damgaard stendur klár at taka yvir
minnast til, at hagtøl geva nógv betri grundarlag fyri at taka góðar og rættar avgerðir. Sum framkomið samfelag eigur hetta at vera eitt økið, sum er sjálvsagt at raðfesta. Vit áttu tí at økt játtanina [...] mikið eldfimt politiskt mál. - Veruleikin er, at vit eru í vanda fyri at verða rættarfylgd, um tað vísir seg, at vit ikki fylgja lógini. Vit hava bara loyvi at fremja fosturtøku í Føroyum, um talan er um [...] Reynstind skrivar til mín dagin eftir, at tað nokk er teirra feilur, og at tey eru varug við tað og miða móti at hava neyvari hagtøl, og at hetta má gerast saman við landslæknanum. Og tá hon skrivar, havi
Tað er gleðiligt, at vit kunnu tjakast um viðurskifti, sum hava týdning fyri okkara samfelag. Ja, eg vil fara so langt sum at siga, at tá vit megna at tjakast um viðurskifti sum vit eru sera ósamd um, [...] ikki sørt, at eg var rørd av at hoyra um føroyingarnarnar, sum tordu at “tala Roma midt imod”. Tey stríddist fyri, at vit sjálvi skuldu taka avgerðir og ráða her á klettunum. Tað haldi eg, at vit skulu [...] journalisturin hjá KVF ikki. Hon fór bara víðari til næsta spurning, og eg sat eftir við kensluni av at hetta var eitt tabu, og at best var at sleppa sær víðari. Seinni var Helena Dam á Nestabø í studio. Evnið
í hesum. ? Hvat billa tey sær inn, at siga, at dóttir mín ikki er nóg góð at liva. Hon er ein gáva, og tað er ikki ein einasti dagur, har eg hevði ynskt mær hana at verið øðrvísi, enn hon er, segði hon [...] Og velja tær at hava barnið, sjálvt um brek er staðfest, so verða tað nakrir langir mánar at ganga við búki, fullir av ótta og stúran. ? Eg má siga fyri meg, at eg eri ógvuliga glað um, at eg ikki visti [...] altíð mína lítlu, glaðu sólstrálu at gera meg glaða. Hon fílist á, at so nógv verður sett í verk fyri at verja alt millum himmal og jørð, men at so lítið verður gjørt fyri at verja tey brekaðu. ? Verjið k
væl betri í fyrra hálvleiki. Frakland kom á odda 2-0 beinavegin, og Frakland hevði leiðsluna so at siga allan dystin. Ikki fyrr enn í næstseinasta sekundi javnaði Bo Spellerberg til 31-31. Danmark var [...] endaliga úrslitið. Landin, Karabatic og Hansen Niklas Landin í danska málinum átti veruliga sín lut í, at danska liðið kundi fylgja fraklendingum allan vegin. Danski málverjin hevði 22 bjargingar, m.a. tvey [...] Hansen hjá Danmark vóru báðir sera eyðsýndir. Teir skoraðu 10 mál í part. Nikola Karabatic var eitt satt arbeiðsgrev, og hann setti eina tjúkka posisjón undir sín ovurhonds stóra leiklut fyri tað franska