Stóra lesarafjøldin elskar bøkurnar hjá danska rithøvundanum Hanne Vibeke Holst. Kortini er tað ongantíð eydnast nakrari av teimum at koma í nánd av teimum høgt mettu bókmentavirðislønunum innan sokallaða fínmentanarliga umhvørvið. Tað má Hanne Vibeke Holst eftir øllum at døma læra seg at liva við. Men hon noktar at finna seg í, at hetta er í ferð við at útiloka hana frá øllum bókavirðislønum yvirhøvur. Faktiskt blunkar hon ikki við at siga, at hon varð 'pissihamrandi súr', tá hon í fjør ikki fekk virðislønina hjá bókahandlunum, De Gyldne Laurbær, fyri metseljaran Kongemordet. Tá so sama bók ikki bleiv so mikið sum innstillað til Læsernes Bogpris, var ovboðið hjá Holst.
- Eg havi jú for helviti túsundavís av bókasavnslesararum, sum ikki skulu vera flovir av bókunum, teimum dámar. Hetta nærkast berufsverbot, segði Hanne Vibeke Holst herfyri í samrøðu við Politiken.
Ov eintýddur boðskapur
Nú triðja bókin í røðini hjá Holst um kvinnur og vald, skaldsøgan Dronningeofret, júst er komin út, er lív aftur komið í kjakið um vantandi viðkenningina av metseljandi høvundanum. Onkur vil vera við, at Holst er vorðin besta dømi um, at er ein høvundur fyrst einaferð frystur úti í bókmentaliga umhvørvinum, er so at siga ongin vegur inn aftur í hitan. Ferð er við øðrum orðum komin á eina sjálvvirkandi útskúgvingarmekanismu, sum av sær sjálvum úthýsir allar rithøvundar, sum selja serliga væl.
So einfalt er tað tó ikki í døminum við Hanne Vibeke Holst, meinar bókmentafrøðinginum, Anne Fastrup, sum hevur greinað skaldsøgurnar hjá høvundanum. Sambært henni er trupulleikin hvørki, at Hanne Vibeke Holst skrivar ov vánaliga ella selur ov væl. Trupulleikin er, at hon gloymir at kanna kompleksitetin í teimum tvídráttum og persónum, sum hon viðgerð í sínum bókum.
- Um tú vilt við í fína selskapið, ber ikki til at hava ein eintýddan boðskap, tú vilt út við. Men tað hevur Holst. Tí verða hennara persónar og tvídráttir oftast eintýddir og skematiskir. Og tað er ikki serliga áhugavert fyri onnur enn tey, sum leita eftir eintýddum loysnum á lívsins spurningar, sigur Fastrup við blaðið Information.
Sambært Fastrup røkkur hugflogið hjá Holst sjáldan longri enn til bara at venda kynsleiklutunum á høvdið. Hennara máti at meta um, nær kvinnur klára seg væl, snýr ikki um annað enn styrki, politiskt vald, ávirkan og at duga væl at føra seg fram í fjølmiðlunum. Also somu keðiligu kriteriu, sum menn verða mettir út frá. Kvinnurnar, sum ikki tora at taka við avbjóðingum, men blíva bleytar og fáa børn, hevur Holst harafturímóti bara vanvirðing fyri, sambært Fastrup.
Ov seint?
Hesum er Marie-Louise Kjølby, bókmentafrøðingur, als ikki samd í. Hon hevur ummælt nógvar av bókunum hjá Holst og vísir aftur, at hennara persónar eru einsháttaðir. Tvørturímóti heldur hon bøkurnar hjá Holst vísa, at kvinnu- og mannfólkaleiklutirnir netupp ikki eru bundnir at kyni men at valdinum og teimum leiklutum, vit hava her í lívinum
- Tá pallurin er politikkur, er tað natúrligt, at skaldsøgan snarar um vald og ávirkan. Men bøkurnar hjá Holst snúgva seg jú ikki bara um vald, men eisini um tað, menniskju mugu ofra fyri valdið. Útgangsstøðið í bókunum er, at um tú ikki tolir luktin í politikki, mást sleppa tær burtur. Og tað haldi eg vera eina rættiliga realistiska lýsing, tí í politikki nyttar tað lítið at seta seg niður at lippa, sigur Kjølby við Information.
Sambært henni líkjast atfinningarnar hjá Fastrup mest gamla ideologikritikkinum frá 70'unum, har man sat og metti um skaldsøgupersónar út frá onkrum slag av uppalingarmátistokki.
Hvussu er og ikki, so er metseljandi bókadrotningin framvegis fornermað og má enn finna seg í at hoyra um lesandi, sum verða rádd frá at skriva uppgávur um hennara bøkur.
Um tað fer at blíðka Holst, at Dronningeofret nú fær eitt rósandi ummæli fyri og annað eftir, er ilt at vita. Fyribils hevur hon boðað frá, at skuldi tað hent at skaldsøgan vann De Gyldne Laurbær, má hon tíverri siga:
- Vita tit hvat, vinir - nú tað dekan og seint, sigur Hanne Vibeke Holst, sum í sama andadrátti viðgongur, at hon nokk kortini hevði svølgt súrligu, gyltu berini.
FAKTA
Kvinnur og vald
Bókin Dronningeofret er seinasta bókin í trýverkinum hjá Hanne Vibeke Holset um kvinnur og vald í nútíðar danska samfelagnum.
Elizabeth Meyer, formaður í danska Sosialdemokratiska flokkinum hevur eina missión: at vinna stjórnarvaldið á komandi valinum og harvið gerast fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Danmark
Elisabeth er ein av "hørðu dreingjunum". Hon vil og torir at taka valdið og leiðsluna á seg. Tí tekur hon tað eisini púra róligt, tá hon orsakað av sínum jødiska uppruna verður hótt eftir lívinum av islamiskum fundamentalistum.
Við sínum mongu royndum í donskum og altjóða politikki, er hon fullgreið yvir, at politikkur hevur sín prís. Men hon veit eisini, at ein nógv lúnskari fíggindi enn deyðshóttanir er við at oyðileggja hana. Í trý ár hevur Elisabeth Meyer nevniliga fjalt fyri øllum, at hon hevur byrjandi Alzeimer-sjúku, sum hon veit, skjótt fer at merkjast á henni.
Tíðin, hon hevur eftir at røkka politiska toppinum, er við at renna út. Tí má hon tryggja sær, at politiski samstarvsfelagin Charlotte Damgaard stendur klár at taka yvir, áðrenn ræðandi sjúkan av álvara fær takið á Elisabeth Meyer.
Dronningeofret er sjálvstøðugt framhald av metseljararnum Kronprinsessen og Kongemordet.










