festivali. Fyrireikararnir siga nú á heimasíðuni hjá G! , at teir framvegis kanna ymisk viðurskifti, og tí er endalig niðurstøða ikki tikin til, um G!Festivalurin endaliga er farin í søguna. [...] Tey, ið standa aftan fyri G!Festivalin boða nú frá, at eingin G!Festivalur verður í ár. Tey siga kortini, at arbeitt verður við at skipa fyri festivalinum næsta ár Tað var í heyst at tað kom fram, at tað [...] tað stóð so illa til fíggjarliga hjá G!Festivalinum, at hann fór so logandi á heysin. Síðani hevur verið at hoyrt um ymsar bjargingarætlanir ? og í valstríðnum vóru tað politikarar, sum beinleiðis góvu
Princess Nokia, sum er høvuðsnavnið til ársins G! Festival, verður ikki at hoyra og síggja á Gøtusandi í summar kortini. Hesum boðar G! Festivalurin frá í dag - tey skriva: - Tað harmar okkum at kunngera [...] Nokia hevur avlýst konsertina á G! Festivalinum í summar. Vit arbeiða upp á at finna ein góðan avloysara og vóna og vænta, at vit kunnu kunngera nýtt og spennandi íkast til G! skránna ein av komandi døgunum
Endaligi roknskapurin fyri G! Festival 2015 er lagdur fram og góðkendur. Roknskapurin vísir sambært G! Grunninum, at G! Festival 2015 gav 255 túsund krónur í yvirskoti. Fyriskipararnir siga, at tað er [...] er við góðum treysti, at gongd er í arbeiðinum at fyrireika G! festival 2016, sum verður dagarnar 14. til 16. juli. Skráin er við at taka skap og nýggj heimsiða verður løgd út fríggjadagin 26. februar. Á [...] Mikkelsen. Nevndin hevur sett Sigvør Laksá sum stjóra og Kristfríð Tyril er samskipari. Alt yvirskotið hjá G! fer framvegis óskert víðari til felagið Tónleikamiðstøðin, ið arbeiðir við at gera eina miðstøð fyri
G! Festivalurin fekk góða byrjan í gjár og heldur fram í dag. G! Festivalurin hevur sent hetta tíðinaskriv út: "Eftir ein fantastiskan hósdag, har veðrið brádliga skifti frá gráum regni til sól, hita og [...] og strondveitslu, er G! Festivalurin til reiðar at bjóða tær enn ein minniligan dag. Tónleikurin, felagsskapurin og góða lagið settu veruliga sín dám á hósdagin. Fólk hugnaðu sær á sandinum og á sjónum [...] Sólin og vesturskinið gjördu dagin til eina ógloymandi vakra byrjan upp á festivalin. Fríggjadagurin á G! byrjar longu kl. 10 við at fólk kunnu keypa sær morgunmat bæði í niðaru hædd í Valhöll í Syðrugötu
helst kann gera gravgangin enn størri , sigur Jón at enda við planet.fo. At bæði G!Festivalurin og Summar Festivalurin selja 3000 atgongumerki og seta met, gleðist Jón almikið um. Hann sigur við Sosialin [...] G! Festival hevur pr 1. juni selt helvtina av øllum atongumerkjunum í ár, hetta merkir at 3.000 fólk hava keypt atgongumerki. Umframt hesi 3.000 skulu roknast børn, tónleikarar, hjálparfólk og onnur, sum [...] tvífalding av søluni samanborið við somu tíð í fjør og gjørt upp í pengum gerst munurin enn størri tí G! Festival hevur longu selt fyri somu upphædd í atgongumerkjum, sum selt var fyri tilsamans í fjør, ella
út til stóru fjøldina. Kom og verð við, tá ið Playmo fer at koyra veitsluna heim á G! 2024. Silent Disco Club Vart tú á G! í fjør? So manst tú hava sæð fólk í stimum dansa við oyrabúffum, uttan at tú sjálvur [...] Disco Club. Eitt ómetaliga stuttligt tiltak, sum fer at støkka upp ymsastaðni á G! 2024. Tað er higartil greitt hesi spæla á G!, og enn eru nógv nøvn eftir at kunngera: Highasakite (NO), Of Monsters and Men [...] G! kunngerð nu fleiri nøvn hvønn týsdag. Hesuferð er talan um 4 nøvn, sum fevna um fólka-, heims- og teknotónleik, umframt eitt ljóðleyst støkk-upp diskotek. Enekk Bólkurin Enekk bleiv heimskendur í Føroyum
næturnar ljósari. Hetta merkir eisini, at G! fyrireikingarnar koyra við fullari ferð, og at vit skjótt aftur sleppa á festival! Soleiðis siga tey, sum standa aftan fyri G! - Eftir eina framúrskarandi útgávu [...] um. Syðrugøta er ikki bert heimið hjá gandakenda G!. - Lítla bygdin hevur eisini gjøgnum árini fostrað fleiri stjørnuskot í føroyskum tónleiki, og á G! 2022 kunnu vit bjóða tí undurfullu Elinborg aftur [...] klárur at traðka á pallin aftur á Gøtusandi í 2022. Tað eru longu fýra ár síðan, at Teitur framførdi á G! seinast, og tað gleðir okkum at síggja hann aftur á skránni. ##med2## Víst verður á, at Tinganest er
og sannføra bæði áskoðarar og ummælarar um tað, vit longu vita, at vit eiga nógvar dýrgripir. G! Festivalurin er tí errin av, at kunna avdúka sjey föroysk tónleikanøvn komandi dagarnar. Tað fyrsta av hesum [...] Hóast G! hevur havt vitjan av sera nógvum ymiskum útlendskum tónleikarum gjøgnum árini, so hevur tað altíð verið föroyska íkastið, ið er bulurin í skránni. Eitt tónleikalív, ið er vaksið saman við festivalinum
stóru føroysku tónleikafestivalunum hevur fingið rúm á listanum hjá gigwise. Talan er um G! festivalin. G! festivalurin fær rósandi orð við á vegnum, og verður lýstur sum ein stór upliving, har eisini náttúran [...] náttúran spælir við. Listin og lýsingarnar av heimsins bestu festivalum, teirra millum G!, sæst her: https://www.gigwise.com/features/3254761/best-music-festivals-in-the-world-in-2018
Lívstíl og ferðablaðið @condenasttraveller viðmælir G! Festival sum ein av 10 festivalum, ið ein átti at sett kross við í 2019. Conde Nast Traveller er eitt týðandi amerikankst lívstíl og ferðablað. Blaðið [...] Blaðið hevur yvir 1.7 million fylgjarar á facebook, og hevur vunnið nógvar heiðurslønir. Um G! Festivalin verður m.a. sagt, at her er gyltur møguleiki at koma burtur frá býarlívinum, og uppliva vøkru náttúruna