G! Festivalurin lagt 10 nøvn aftrat skránni í ár

- Lítla bygdin hevur gjøgnum árini fostrað fleiri stjørnuskot í føroyskum tónleiki, og á G! 2022 kunnu vit bjóða tí undurfullu Elinborg aftur á pall, tá hon leggur leiðina framvið heimbygdini.

- Vit byrja at merkja, at summarið nærkast. Fyrstu lombini eru komin, grasið verður grønari og næturnar ljósari. Hetta merkir eisini, at G! fyrireikingarnar koyra við fullari ferð, og at vit skjótt aftur sleppa á festival!

 

Soleiðis siga tey, sum standa aftan fyri G!

 

- Eftir eina framúrskarandi útgávu við heitinum “Cazador de Ostras” er Teitur í toppformi og klárur at traðka á pallin aftur á Gøtusandi í 2022. Tað eru longu fýra ár síðan, at Teitur framførdi á G! seinast, og tað gleðir okkum at síggja hann aftur á skránni.

 

##med2##

 

Víst verður á, at Tinganest er ein bólkur, sum ikki nýtist nakra intro. Við landaplágu eftir landaplágu hava vágarokkararnir verið at hoyrt í føroyska kringvarpinum í nærum 40 ár, og lukkutíð eru teir framvegis virknir. 

 

- Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroysku tónleikasøguni. Eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest.

 

Undangongumaðurin Brynjolfur hevur verið ein virkin framleiðari og diskari í nógv ár.

 

- Hann hevur spælt á klubbum og festivalum í øllum Evropa, og her kann eitt nú nevnast Roskilde Festival, Sónar, Distortion Festival, Hør í Berlin og G! Festival, har hann hevur verið fastur gestur á elektroniska pallinum í Grundini.

 

Brynjolfur hevur eisini spælt fleiri rúnabindandi live konsertir og við framúrskarandi ummælum á bakið.

 

- Men, vit hava ikki upplivað Brynjolfur live her heima, síðan hann spældi eina kókandi konsert á Gøtusandi við slóðbrótandi techno industrial bólkinum, Side Effect í 2006. Í summar sleppa vit so endiliga aftur at hoyra Brynjolf live, tá hann vid manning spælir á Spæliplássinum.

 

Syðrugøta er ikki bert heimið hjá gandakenda G!.

 

- Lítla bygdin hevur eisini gjøgnum árini fostrað fleiri stjørnuskot í føroyskum tónleiki, og á G! 2022 kunnu vit bjóða tí undurfullu Elinborg aftur á pall, tá hon leggur leiðina framvið heimbygdini, har vit sleppa at hoyra nógv nýtt tilfar, sum hon hevur smíðað saman.

 

G! fær eisini vitjan av countronica bólkinum Kóboykex við Heiðriki á Heygum og Sigmund Zachariassen á odda, av loyniliga blómupunk-døgurðaslangs-semi-superbólkinum Æðrasoppar og frísku sjeikunum í RSP.

 

- Teir hava futtað upp føroysku undirgrundina, síðan teir byrjaðu á Soundcloud fyri nøkrum árum síðan, og teir eru eisini við í Sement finaluni í ár.

 

LLNN er ein danskur undirgangs, sci-fi, hardcore-sludge málmbólkur. Tónleikurin er myrkur, ræðandi, disharmoniskur, áleypandi og filmiskur.

 

- Og so fáa vit vitjan av fólkatónleika bólkunum, Kakalorium úr Skåne og ungarsku, Zoord. Alt í alt ein sera fjølbroytt skrá við tónleiki úr øllum heimsins hornum. Júst soleiðis, sum tað eigur at vera, siga tey, sum standa aftan fyri G! Festivalin.