G! Festivalurin fær krakk frá høvuðsnavninum

- Tað harmar okkum, at Princess Nokia hevur avlýst konsertina á G! Festivalinum, sigur festivalurin

 

Princess Nokia, sum er høvuðsnavnið til ársins G! Festival, verður ikki at hoyra og síggja á Gøtusandi í summar kortini. Hesum boðar G! Festivalurin frá í dag - tey skriva:

- Tað harmar okkum at kunngera, at Princess Nokia hevur avlýst konsertina á G! Festivalinum í summar. Vit arbeiða upp á at finna ein góðan avloysara og vóna og vænta, at vit kunnu kunngera nýtt og spennandi íkast til G! skránna ein av komandi døgunum.

Princess Nokia er ein amerikanskur kvinnuligur rappari, sum hevur gjørt sera nógv um seg seinasta árið. Destiny Fraqeueri, sum er borgarliga navn hennara, er ikki bara ein fantastiskur rappari og teksthøvundur - men eitt feministiskt ikon og hon er í allar mátar heilt serstøk.

Men føroyingar koma so ikki at uppliva hennara máttmikla, eldhugaða og bersøgna rapp í ár. Tað er ikki greitt, hvør orsøkin til avlýsingina er.