Og tá uppgjørt varð, vísti tað seg, at Sjálvstýri hevði bara 938 atkvður. Tað vil siga, at Sjálvstýri manglaði 104 atkvøður fyri at fáa umboð valt á ting. Fyri at fáa umboð valt á ting, so skal ein flokkurin [...] vit, at Sjálvstýri stillaði upp við fullum lista, og at tey næstu 25 valevnini fingu 5 atkvøður í part, so var tað nóg mikið, tí so hevði flokkurin fingið 125 atkvøður afturat. So tá summi halda, at flokkarnir [...] á vali. 1/33 partur av tí er 1.041,12 atkvøður, sum má rundast upp til 1.042 atkvøður. Tað merkir, at um Sjálvstýrið fekk 104 fleiri atkvøður, so var Sámal Petur í Grund, formaður floksins, valdur á ting
vaks upp í Havn og leggur hann dent á, at hann er ein Rabarba. Rabarbukvarterið er í grannalagnum hjá Sjónleikarhúsinum og hevur Eyðun ofta nevnt, at hetta kom at ávirka hansara lívsleið. Tað kunnu vit [...] vit í Føroyum fegnast um, tí tað er einki at taka seg aftur í at tað er hann, ið hevur ment føroyska leiklist. Hann hevur ríkað okkum innan leiklistina og hevur ríkað alt Føroya fólk við upplivingum frá pallinum [...] pallinum og útvarpstólinum. Eyðun var við í arbeiðinum at seta Tjóðpall Føroya á stovn við tí endamáli at byggja føroyingum eitt Tjóðleikhús. Eyðun nam sær sjónleikaraútbúgving, á Kongaliga Teatrinum og
hesum devulsins umboðsmonnum og apologetum teirra í Føroyum. Hetta snýr seg um at velja síðu. At velja tey óndu frá, at verja tað góða – og so gloyma peningagirndina og steðga ósiðiligu brotsverkunum [...] ikki vilja svara, at tey bíða til flokkur og samgonga og helst alt Løgtingið hevur tikið eina felags støðu í málinum – um »uttanríkispolitikkin«. Hetta málið, sum snúði seg um at taka frástøðu frá [...] hópdrápsmaður, sum ikki ein gong trýr upp á Gud, men bara seg sjálvan. Tað sigur seg sjálvt, at vit eiga at taka frástøðu frá einum slíkum bølmenni. Men nei. Tí tað snýr seg um pengar. Facebook er á gosi
á Svangaskarði og spældi ímóti B68. Úrslitið ber við sær, at bæði B68 og TB styrkti eitt vet um sína støðu í kappingini fyri at sleppa undan at flyta niður. B68 er á sjeynda plássi við 18 stigum, og TB [...] darvaði eitt vet, so kendist tað sum um, at tað vóru gestirnir, ið vóru meiri nøgdir við at hava eitt stig suður aftur við sær, meðan heimamenninir høvdu orsøk at iðra seg. Tað vóru møguleikar í báðum endum [...] fýra stig aftur til ÍF og seks stig aftur til AB. Í annaðkvøld fer AB at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og leygardagin fer ÍF at spæla á útivølli ímóti B36. Tá ið Bjarki Danielsen bríkslaði fyri síðstu
forsetin í Ráð Teirra Lesandi við. Hettar førdi við sær at MFS, MFS KBH og RTL stovnaðu Javnset lesandi, sum hevur haft fokus á, at fáa Fróðskaparsetri at veita menstratións vørur til lesandi, tá ið tey eru [...] áður og tað er kostnaðarmikið at búgva í Føroyum. Inflasjón kann eisini ávirka trivnað og sálarheilsuna hjá lesandi, tí mettu vit at hettar var sera týdningarmikil evnir, at nýta sum tema til blaðið í ár [...] ývirlýsing fram til nevndarfund um, at Føroyar skulu fáa limaskap í European Higher Education Area (EHEA). Eisini legði MFS yvirlýsing fram, við øðrum lestrarfeløgum, um at lesandi skulu hava atgongd til trygga
tølini undir lønarlyftinum. Tað bleiv staðfest av Fíggjarmálaráðnum, at líkamikið hvat, so fór munurin aftan á lønarsamráðingarnar framvegis at vera 2.000 krónur millum áðurnevndu fakbólkar. Síðan tá hava - [...] øðrum orðum halda tað, sum lovað varð - nevniliga, at munurin á endalønunum verður 2.000 krónur. Altso má okkara lønarlyft vera: 2.439,40 - hetta fyri at koma upp á endalønina 31.492,85, ið gevur sama lønarmun [...] Tá stóðu vit sum kánus. Bæði tvey viðgingu nevniliga blankt, at tey høvdu gjørt ein reguleran roknifeil. Villan var sambært lønarstjóranum, at eitt heilt ár var horvið í framrokningunum, nevniliga 2022.
meiri av spælinum. Vandin lúrdi, at orkan fór at ganga undan í 2. hálvleiki, men soleiðis varð tað ikki. Amatørarnir úr Klaksvík hildu høvdið høgt, og tað ber boð um, at orkan var eins stór, sum hon var [...] KÍ hevur enn einaferð megnað at trumfa seg sjálvt og at taka allan fótbóltsheimin á bóli. Klaksvíkingar hava ferð eftir ferð í summar og í heyst megnað tað, sum eingin hevði roknað við. Eisini í kvøld [...] kvøld vóru serfrøðingarnir samdir um, at franska stórfelagið Lille fór at vinna øll stigini á Tórsvølli. Nú hevur dómarin bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli, og rómurin er øgiligur millum teir knappliga
sleppa at gera tað gott aftur. - Hetta snýr seg um meir enn ein skaða. Eg vil verða við til at vísa, at vit eru betri enn avrikið í Turkalandi. Hetta hevur stóran týdning fyri meg, so nú fari eg at venja [...] gongd. Í 2019 fingu vit fimm stig í fyrstu royndini hjá UEFA, at fáa skipað venjingarlandsdystirnar. Onkuntíð verður sagt um vánalig lið, at tey eru reyvin av fjórðu deild. Føroyar blivu saman við fleiri [...] venja og so fáa vit at síggja, sigur Hallur Hansson. Landsliðvenjarin, Håkan Ericson, tóktist koma við eini áheitan, tá hann á tíðindafundinum vísti á, at Luksemborg hevur nationalierað fleiri spælarar. -
eiga. Ein gáva frá Gudi, ið vit eiga at elska og virða og ikki lata spilla. Og tað dýrabarasta fyri okkara smæstu á stovnunum eru tey vaksnu á gólvinum. Tí eiga vit at tjúkla um og geva starvsfólkunum á [...] á dagstovnunum bestu umstøður at virka undir. Eru starfólkini strongd og illa hýrd, verða okkara smæstu tað eisini. Teimum tørvar reglusemi, støðufesti og eru tengd at tøttu relasjónini við tey vaksnu á [...] á gólvinum. Eru ov fá vaksin og megna tey smæstu ikki at skapa ella varðveita eitt nóg gott samband, og verða noydd at leita til hvønn annan eftir tryggleika. Tá eru tað børn, ið uppala og sinnisstilla
til uppgávu at framleiða – við støði í eini heidarætlan fyri kommununa. TAÐ BER VÆL TIL Vit hava ørgrynnu av dugnaligum fakfólki, ið duga at gera býarplanlegging og føroyskar loysnir. Og at hava væl gjørdar [...] fingið veruliga viðgerð millum fólk, er fortreytin fyri at loysa tey átrokandi málini. Ikki minst at útvega bústaðir til fólk, sum tað ber til at gjalda – og trívast í. Tórshavnar kommuna er fjølbroytt [...] miðpunkt hjá fólki at liva og virka. TAÐ BESTA Í OKKARA SØGU OG MENTAN Vit skulu byggja á tað, sum altíð hevur verið eitt serligt virði og eyðkenni í føroyska samfelagnum á bygd og í bý: At vit búgva í býlingum