Og tá uppgjørt varð, vísti tað seg, at Sjálvstýri hevði bara 938 atkvður. Tað vil siga, at Sjálvstýri manglaði 104 atkvøður fyri at fáa umboð valt á ting.
Fyri at fáa umboð valt á ting, so skal ein flokkurin hava 1/33 part av atkvøðunum. Hesaferð vóru 34.209 fólk á vali. 1/33 partur av tí er 1.041,12 atkvøður, sum má rundast upp til 1.042 atkvøður.
Tað merkir, at um Sjálvstýrið fekk 104 fleiri atkvøður, so var Sámal Petur í Grund, formaður floksins, valdur á ting hesaferð, tí hann var nummar eitt á listanum við seks atkvøðum fleiri er Kristin Michelsen, sum hevur umboðað Sjálvstýri á tingi síðani 2019.
So er spruningurin, hvussu Sjálvstýri kundi fingið 104 atkvøður afturat?
Tingmaður floksins, Kristin Michelsen, misti 39 atkvøður hesaferð. Fyrrverandi formaðurin, Jógvan Skorheim, stillaði ikki upp hesaferð. Har ruku 229 atkvøður. Terji Vestergaard skifti hesaferð til Miðflokkin. Har ruku hansara 116 atkvøður frá seinasta vali. Og soleiðis kundu vit hildið á.
Men Sjálvstýri stillaði bara 18 valevni upp hesaferð. Tey fingu 49,2 atkvøður í miðal. Siga vit, at Sjálvstýri hevði fullan uppstillingarlista, og tey næstu 25 á listanum eisini fingu 49,2 atkvøður í part, so hevði flokkurin fingið 1.225 atkvøður afturat og ríkiligt til ein tingsess.
Sjálvandi er tað ikki so einfalt. Men siga vit, at Sjálvstýri stillaði upp við fullum lista, og at tey næstu 25 valevnini fingu 5 atkvøður í part, so var tað nóg mikið, tí so hevði flokkurin fingið 125 atkvøður afturat.
So tá summi halda, at flokkarnir hava ov nógv valevni, so er tað ikki rætt. Tað loysir seg at hava fullan lista.
Tá Føroyar vóru sjey valdømi – tað varð broytt á løgtingsvalinum í 2008 – kundu flokkarnir stilla tvær ferðir so nógv fólk upp, sum tað vóru umdømisvaldir tingsessir. 27 umdømisvaldir tingsessir vóru, og tí kundu flokkarnir stilla 54 valevni upp til løgtingsval. Tað var ikki óvanligt, at flokkarnir gjørdu tað.
So nógv umdømisvald vóru:
Norðoya valdømi: 4 umdømisvald tingfólk
Eysturoyar valdømi: 5 umdømisvald tingfólk
Norðstreymoyar valdømi: 2 umdømisvald tingfólk
Vága valdømi: 2 umdømisvald tingfólk
Suðurstreymoyar valdømi: 8 umdømisvald tingfólk
Sandoyar sýslu valdømi: 2 umdømisvald tingfólk
Suðuroyar valdømi: 4 umdømisvald tingfólk
Tilsamans 27
Reglan í dag er, at flokkarnir kunnu stilla upp 10 fleiri, enn tað kunnu veljast á ting. Tað merkir 33 + 10 = 43
Hesaferð stillaði Javnaðarflokkurin flest valevni upp, 36 í tali. Javnaðarflokkurin fekk eisini flestar atkvøður, 9.094, 2.260 atkvøður fleiri einn Sambandsflokkurin, sum var næststørstur á valinum.
Næstflest valevni hevði Tjóðveldi, sum stillaði 26 valevni upp.
Taka vit so tey 10 síðstu valevnini hjá Javnaðarflokkinum, so fingu tey tilsamans 715 atkvøður, ella í miðal 71,5 atkvøður í part.
Logikkurin kann tí vera: Fleiri valevni á listanum, møguleiki fyri fleiri atkvøður.