Nú er Tórsvøllur kraftdepilin

Landsliðið: Eftir eina viku í Istanbul er føroyska liðið nú í kendum umstøðum

Triðja Nations League kappingin er skotin í gongd. Í 2019 fingu vit fimm stig í fyrstu royndini hjá UEFA, at fáa skipað venjingarlandsdystirnar. Onkuntíð verður sagt um vánalig lið, at tey eru reyvin av fjórðu deild.

 

Føroyar blivu saman við fleiri av smátjóðunum styrkismettar í júst fjórðu deild. Millum smátjóðirnar var nýtt UEFA-landið. Kosovo, sum er sprottið úr gamla Jugoslavia, vísti seg skjótt at hava ein fótbóltsarv, ið ikki stóð mát við manglandi styrkismetingina. Sama kann sigast um Aserbadjan, ið vit høvdu stórar trupulleikar av.

 

Í 2021 hevði styrkimetingin tillagað seg, so Føroyar komu í bólk við Malta, Lettlandi og Andorra. Tað bleiv til 12 stig og uppflyting í 3. deild, eisini nevnd deild C. Niður úr deild B kom Turkaland, sum eisini vísti styrki í Istanbul.

 

Hitin og tungaluftin skal ikki fáa skyldina fyri vánaliga avriki, tí føroyska liðið var í góðari tíð í hitanum og fyrireikaði seg á Gloria Sports Arena í Antalya. Ferðing, hitin og torførasti dysturin á pappírinum er nú avgreiddur. Turkaland vann greitt 4-0.

 

Heim at venda gongdini

 

Spælararnir komu á gistingarhúsið leygarkvøldið á midnátt lokala tíð. Longu morgunin eftir vóru teir á vøllinum og runnu dystin av, áðrenn ferðina heim. Á middegi var koyrt í bussi til flogvøllin í Istanbul.

 

Eftir nakað av bíðitíð – bæði á flogvøllinum og í flogfarinum – lendi ferðalagið við leiguflogfarið hjá Turkish Airways í Kastrup. Tað tók eina løtu at fáa alt viðførið úr leiguflogfarinum, og yvir í flúgvaran hjá Atlantic Airways.

 

Føroysku spælararnir lendu í gjár um 21-tíðina í Vágunum. Teir hava nú eftirmett dystin móti Turkalandi, og ongin teirra er nøgdur við avrikið. Í kendari umstøðum skal føroyska liðið nú venda gongdini.

 

Seinnapartin í dag vandi føroyska liðið á Tórsvølli. Hallur Hansson, liðskipari á landsliðnum, er ivasamur. Hann fekk ein stoyt í dystinum móti Turkalandi, men hann vil sleppa at gera tað gott aftur.

 

- Hetta snýr seg um meir enn ein skaða. Eg vil verða við til at vísa, at vit eru betri enn avrikið í Turkalandi. Hetta hevur stóran týdning fyri meg, so nú fari eg at venja og so fáa vit at síggja, sigur Hallur Hansson.

 

Landsliðvenjarin, Håkan Ericson, tóktist koma við eini áheitan, tá hann á tíðindafundinum vísti á, at Luksemborg hevur nationalierað fleiri spælarar.

 

- Tú kanst siga, at tað eru tveir mótsetningar, ið møtast í morgin. Luksemborg hevur nationaliserað fleiri spælarar, meðan vit ikki gera so nógv av tí, segði Håkan Ericson á tíðindafundinum.

 

Føroyar spæla í annaðkvøld móti Luksemborg á Tórsvølli, og leygarkvøldið er aftur dystur á Tórsvølli, tá Litava kemur á vitjan. Helst verður hvíldin betri millum hesar dystirnar, nú vegurin heim til gistingarhúsið er stuttur og ferðingin er burtur.