at nógv fólk eru við í felagnum, so tað kann vera eitt breitt og stórt felag. Ein bóklingur er farin í hvørt hús, sum greiðir frá felagnum. Men tað kann vera, at framferðarhátturin við at tekna partapening [...] Endmálið við P/f Atlants Kolvetni?, sum er føroyska heitið, er at vera við í eini komandi føroyskari oljuvinnu. Talan er um at vera við heilt frá byrjan og byggja upp vitan og royndir. Felagið fer at [...] at royna at fáa samstarv við útlendsk oljufeløg og samtøk, sum vilja vera við í eini útbjóðing við Føroyar. Tað ber til at tekna partapening í felagnum á eitt nú peningastovnunum og tryggingarfeløgum kring
Avleiðingin verður, at eg fari úr starvinum. Nú vendst ikki aftur. Eg havi lagt stóran dent á at vera óheftur sum journalistur á Degi & Viku. Nú er tann kósin slept og eri farin upp í part. Eg eri ikki [...] stórur tørvur á nýggjum kreftum í føroyskum politikki. Hvat sigur tú til tær atfinningar sum fara at vera ímóti tær um, at tú hevur brúkt títt almenna journalist-starv sum loypfjøl til egnan politiskan fyrimun [...] onkur heldur tað. Men tað særir kortini mín stoltleika, tí eg sum sagt havi lagt stóran dent á at vera óheftur sum journalistur. Og nú taki eg avleiðingarnar. Hetta merkir, at Høgni Hoydal í roynd og veru
hann, at nú er alt í lagi aftur. Løgtingið kann bara fara aftur til arbeiðis, og hann heldur seg nú vera so mikið styrktan, at hann kann átaka sær at leiða samráðingarnar við donsku stjórnina um bankamálið
eftir eini samrøðu í útvarpinum við tónasmiðin. Hann greiddi siðiliga frá kórverkinum. Eg helt hann vera lítillatnan, har var í hvussu er einki reyp, og eg hevði kensluna av, at hetta var eitt av teimum [...] samla eitt so stórt vælalið av sangarum og tónleikarum, dugi eg ikki at meta um, men lítil ivi man vera um, at hesin parturin av arbeiðinum hevur kravt stóra arbeiðsorku. Áðrenn kórverkið var framført sang
bussarnir, ið bert kravdu at fáa eitt skelti, har tað stóð »privat« á, so komu hesar rutur í framtíðini at vera rein gullnám fyri landskassan. Men tað, sum miðstaðarpolitikararnir Óli Breckmann, løgmaður og Bjørn
fundarstjóri. Hann fer at leggja fyri við at siga frá søguni um heimastýrislógina. Øssur er kendur fyri at vera bersøgin og djarvur at spyrja. Hann skal royna at fáa tey ymsu sjónarmiðini fram, bæði fyri og ímóti
verður virkistarnað, um barnið ikki skjótast tilber verður sett í viðgerð. Hendan viðgerð kann bæði vera medisinsk og pedagogisk. Fyri at kunna eygleiða er tað týdningarmikið, at fakfólk kenna tey eyðkenni [...] sum seinni fáa diagnosuna MBD/DAMP, hava ofta havt eyðkenni líka frá móðurlívi. Hetta kunnu t.d. vera børn, ið eru sera ring at troysta, hava havt kolik og hava verið torfør at tulka signalini frá. Ein
flokkarnar í tinginum hava góðtikið tað. Edmund verður samráðingarleiðari Hvørt Edmund Joensen skal vera samráðingarleiðari er einki at ivast í. Tað ivamálið er fingið í rættlag, sigur Eilif Samuelsen.
tilsøgn um sunnukvøldið við tí vón, at tað fór at verða gjørligt at fáa eisini Óla Breckmann at lata vera við at atkvøða. Mánadagin viðgjørdu vit málið í tingbólkinum, og var niðurstøðan tann, at vit skuldu
ført fram, at Den Danske Bank vil ikki leingja fyrningarfreistina enn einaferð. Grundgevingin sigst vera, at ongar broytingar eru í málinum, síðani freistin varð útsett seinast. Bjørn á Heygum, talsmaður [...] var óheppið at lata Landsstýrið fara niður at samráðast júst nú, tá semja ikki er um løgmaður skal vera samráðingarleiðari, sigur Bjørn á Heygum, at eingin vandi er fyri at nakar politikari fer at taka