. - Tað er eingin ivi um, at hetta er ein fantastiskur skrokkur, og hetta er eitt spennandi byggisnið. Tað er serliga gronin á skipinum, sum stingur seg fram í sjógvin, og hetta ger, at skipið stoytir [...] 17 metrar breiður, og byggikostnaðurin liggur um 340 milliónir krónur. Skipið hevur tveir høvuðsmotorar, sum tilsamans hava slakar 9.800 hestakreftir. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Framherji fær nýtt skip [...] nýggja Akraberg, sum eisini fór beint til fiskiskap, eftir at skipið varð yvirtikið í Noregi. Men, alt hetta merkir kortini ikki, at hátíðarhald ikki verður heima í Føroyum, nú Høgaberg kemur aftur av túri.
hóttan sína um at leggja 100 prosent toll á, um sokallaðu BRIKS-londini royna at seta nýtt gjaldoyra á stovn. Hetta skrivar hann á sínum egna sosiala miðli, Truth Social. Hetta er eisini galdandi, um BRIKS stuðlar [...] stuðlar einum øðrum gjaldoyra enn amerikanska dollaranum sum heimsins fremsta gjaldoyra. – Tankin um, at BRIKS-londini royna at flyta seg burtur frá dollaranum, meðan vit standa og hyggja, er fortíð, skrivar [...] kemur dagin fyri freistina, sum Trump hevur sett at seta revsitoll á grannalondini Kanada og Meksiko. Um londini ikki steðga ólógligari innflyting og streyminum av opioidinum fentanyl til USA innan 1. februar
umleið 89 fermetrar hvør íbúðin, men endalig støða er ikki tikin til hetta enn. - Vit hava heldur ikki tikið endaliga støðu til, um hetta verða íbúðir til frítíðarleigu - ella sum permanentir bústaðir. Tað [...] kafeteria-bygningurin og hæddin, sum verður sett omaná og sum skal verða karmur um íbúðirnar í ovaru hæddini. Soleiðis verður hetta ein bygningur í tveimum hæddum. - Modulini skulu setast upp, soleiðis at seks [...] - Herfyri komu 12 modul til verkætlanina, sum Rasmus Rasmussen er í holt við á Sandi. Hetta er á økinum, har gamli verkstaðsbygningurin er tikin niður. Soleiðis verður skrivað á Facebook-vanganum hjá Sands
meir enn væntað, og kemst hetta serliga av umleggingini av eini á, sum rennur næst sethúsunum. Arbeiðið, at umleggja kloakkina, er nú liðugt, og er ágrevstur og annað jørðarbeiði um at verða liðugt. Kostn [...] Klaksvíkar kommuna. Endamálið við arbeiðinum er m.a., at atkomur skulu gerast til gomul sethús, og verður hetta gjørt so lagaliga sum til ber, umframt at fleiri parkeringspláss fáast fram við Stangavegnum. Arbeiðið [...] Kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 8,3. mió. kr., og verður arbeiðið eftir ætlan liðugt um mánaðarskiftið august/septembur í 2025, skrivar www.klaksvik.fo , og har eru eisini fleiri myndir at síggja.
Tøyen til Vágs at búleikast í seks vikur. Jo og Sara koma ígjøgnum Arctic Digital Nomads stuðulin. Hetta skrivar Vágs kommuna á vagur.fo. Í heyst lýsti Vágs Kommuna, saman við samstarvspørtum í Íslandi og [...] Grant." Í stuttum fingu fólk, sum hava fjararbeiði ella liva sum talgildir nomadar, møguleika at søkja um stuðul til at koma til Vágs í eitt longri tíðarskeið. Meðan tey eru í Vági, arbeiða tey við teirra [...] skrivstovulandslagnum hjá kommununi sum arbeiðsstað. Norska familjan Tøyen Tá ið freistin at søkja um stuðul var farin, høvdu fleiri hundrað fólk søkt. Úr hesari rúgvu vóru millum annað Jo og Sara vald
in segði tilbúgvingini, at tey vænta ikki at finna nakran á lívi. Her kanst tú lesa meira um, hvat vit vita um vanlukkuna - og hvat vit ikki vita: Vit vita, at: * Mikukvøldið lokala tíð rendi eitt økisflogfar [...] at mikudagin umleið klokkan 20:53 lokala tíð - klokkan 1:53 okkara tíð - fingu tey fleiri fráboðanir um flogvanlukku. * Ein videoupptøka av hendingini vísir ein myrkan kvøldarhimmal, har tað sær út til at [...] á venjingarvenjing, tá vanlukkan hendi. * Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fingið kunning um vanlukkuna. Hann takkar tilbúgvingarfólkunum, sum luttaka í bjargingararbeiðinum. Vit vita ikki: *
krónur fyri miðvallaran við ungarskum uppruna. Hartil sigst at Víkingur fær um 20 prosent av eini møguligari víðari sølu. Hetta er ikki óvanligt í altjóða fótbólti. Tað ljóðar eisini, at Víkingur er aft
niður í 25 prosent fyri vøggustovupláss. Hetta er fyrsta broyting av hesum slag í mong ár. Ein lætti í gjaldinum fyri fyrstu ferð í longri tíð er ein liður í at lætta um hjá barnafamiljunum, men vit hava eisini [...] vælskikkað starvsfólk, sum hava stundir og umstøður, eru um børnini í gerandisdegnum. Tí verður eisini arbeitt væl og virðiliga við at betra um námsfrøðiliga tilboðið í vøggustovum og barnagørðum, soleiðis
Tað var eitt prát um bókina 'marta marta' hjá Marjun Syderbø Kjelnes. Skaldøgan snýr seg um eina 19 ára gamla føroyska gentu, sum í 1993 og 1994 leitar til Ísraels í kibbuts. Talan er um sjálvævisøgu hjá [...] er persónlig, og hetta er fyrstu ferð, at hon skrivar prosa við beinleiðis íblástri úr egnum lívi Á Facebook skrivar Marjun Syderbø Kjelnes, at fundur hevur verið um við stjóran á Námi um skaldsøguna marta [...] marta, marta. – Vit vóru á fundi við stjóran á Námi mikudagin 29. januar, og hetta er tað, vit nú vita: Stjórin bað um fyrigeving fyri, hvussu áleypandi hann tosaði við meg í telefonini mánadagin 20. januar
– Hetta vil eg kalla eina super undirskrift fyri okkum. Her fáa vit ein leikara við sera tryggum leiðsluførleikum – og ikki minst ógvuliga góðum virðum. Hon heldur sjálvandi eitt sera gott altjóða støði [...] tosað við onnur í hondbóltsheiminum, havi eg hoyrt, at Storhamar er eitt gott stað at vera. Talan er um eitt felag við góðum virðum og ítróttarligum ambitiónum, sigur føroyski landsliðsleikarin.