Eitt ferðafólkaflogfar við 64 fólkum umborð rendi í nátt saman við eina hernaðartyrlu nærhendis Washington, D.C.
Á tíðindafundi seinnapartin segði tilbúgvingini, at tey vænta ikki at finna nakran á lívi.
Her kanst tú lesa meira um, hvat vit vita um vanlukkuna - og hvat vit ikki vita:
Vit vita, at:
* Mikukvøldið lokala tíð rendi eitt økisflogfar hjá American Airlines saman í luftini við eina Black Hawk tyrlu frá amerikanska herinum.
* Hendingin fór fram nærhendis innanríkisflogvøllinum Ronald Reagan Washington National Airport nærhendis amerikanska samveldishøvuðsstaðnum, Washington D.C.
* Flogfarið var farið avstað úr Wichita í Kansas og fyrireikaði seg til at lenda á Ronald Reagan flogvøllinum í Washington.
* Løgreglan í býnum sigur, at mikudagin umleið klokkan 20:53 lokala tíð - klokkan 1:53 okkara tíð - fingu tey fleiri fráboðanir um flogvanlukku.
* Ein videoupptøka av hendingini vísir ein myrkan kvøldarhimmal, har tað sær út til at eitt flogfar knappliga spreingist. Sjónbandið hevur verið deilt av millum annað NBC News.
* Flogfarið dettur niður í ánna Potomac, har hitin í vatninum er beint omanfyri frostmarkið. Bjargingararbeiði í ánni varð beinanvegin sett í verk.
* Seinnapartin í dag okkara tíð boðaði alarmsentralurin frá, at 28 deyð eru funnin higartil. Roknað verður ikki við, at nakar verður funnin, sum er komin frá vanlukkuni á lívi.
* American Airlines upplýsti umleið tveir tímar eftir vanlukkuna, at tað vóru 60 ferðafólk og fýra manningarlimir umborð.
* Amerikanska listskoytusambambandið sigur, at fleiri limir og familjur og venjarar teirra vóru umborð á flogfarinum.
* Ein ónevnd kelda frá amerikanska herinum upplýsir, at tað vóru tríggir hermenn í hernaðartyrluni, sum vóru við í vanlukkuni.
* Ein tíðindafólk frá neyðhjálpartænastuni í høvuðsstaðnum sigur, sambært CNN, at tyrlan var á venjingarvenjing, tá vanlukkan hendi.
* Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fingið kunning um vanlukkuna. Hann takkar tilbúgvingarfólkunum, sum luttaka í bjargingararbeiðinum.
Vit vita ikki:
* Orsøkin til samanstoytin er ikki greið. Sambært amerikanska samferðslumálaráðharranum flugu bæði tyrlan og flogfarið vanliga áðrenn samanstoytin, og klárt var í veðrinum.
Keldur: BBC, CNN, NBC tíðindi, Reuters.
/Ritzau/