Skiparin: - Høgaberg er eitt framúr gott skip

- Hetta er ein fantastiskur skrokkur, og hetta er eitt spennandi byggisnið, sigur Høgni Hansen, skipari, sum vit hava skift orð við

 

 

Nýggi Høgaberg hjá Framherja í Fuglafirði hevur seinastu dagarnar fiskað sunnarlaga í føroyskum sjógvi. Sambært skiparanum, Høgna Hansen, er tað eitt fantastiska flott arbeiði, sum skipasmiðjan í Skagen hevur gjørt, og skiparin heldur, at ikki minst apeteringin er framúr. 

 

Eftir royndartúrar á Skagen-leiðini varð skipið herfyri latið eigarum og manning í Skagen. Síðan varð stevnt beint til fiskiskap og seint týskvøldið í hesi vikuni, tá vit skiftu orð við skiparan, lógu teir og tógaðu eftir svartkjafti sunnarlaga í føroyskum sjógvi.

 

Nýggi Høgaberg er 88 metrar langur og slakar 17 metrar breiður, og byggikostnaðurin liggur um 340 milliónir krónur. Skipið hevur tveir høvuðsmotorar, sum tilsamans hava slakar 9.800 hestakreftir. 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Framherji fær nýtt skip, sum fer beint til fiskiskap, tá tað er latið eigarum og manning á skipasmiðjuni. Sama var, tá felagið fekk nýggja Akraberg, sum eisini fór beint til fiskiskap, eftir at skipið varð yvirtikið í Noregi.

 

Men, alt hetta merkir kortini ikki, at hátíðarhald ikki verður heima í Føroyum, nú Høgaberg kemur aftur av túri. 

 

Sambært Høgna Hansen, skipara, koma teir aftur av túri í dag, og nú skipið verður fyrstu ferð í Føroyum, verður eisini skipað fyri móttøku í Fuglafirði seinnapartin. Týskvøldið høvdu teir sløk 1000 tons inni, men tá var onkur dagur eftir, áðrenn teir góvust at fiska.

 

- Tá vit komu á fiskileið sunnarlaga í føroyskum sjógvi, royndu vit í fyrsta lagi ymiskt við útgerðini og skipinum, og vit hugsaðu minni um at leita eftir fiski. Tey fyrstu tóvini vóru smá, men síðan hava vit havt onkur frægari hál, segði Høgni Hansen týskvøldið. 

 

##med2##

 

Meðan skipið enn var í Skagen, vóru teir úti og royndu spøl og reiðskap nakrar ferðir, og síðan teir fóru til fiskiskap, hava teir á hesum fyrsta túrinum havt teknikarar umborð, sum eitt nú kenna nýggju trolspølini. 

 

- Tað er eingin ivi um, at hetta er ein fantastiskur skrokkur, og hetta er eitt spennandi byggisnið. Tað er serliga gronin á skipinum, sum stingur seg fram í sjógvin, og hetta ger, at skipið stoytir nógv minni, enn vit eru vanir við.

Høgni leggur aftrat, at Høgaberg vísir seg at vera sera góður í sjónum.

- Hetta kemur serliga til sjóndar, tá siglt verður upp ímóti. Siglingin fellir nógv lættari hjá manningini, enn tá skipið rendi seg í hvørja aldu, og larmur og ristingar fóru gjøgnum skrokkin, sigur skiparin.

 

Ein størri samrøða við Høgna Hansen er í vinnublaðnum, sum er í Sosialinum í dag.

 

Ein av manningini, Rúni í Hjøllum, hevur tikið hesa myndina av skiparanum, Høgna Hansen