lívshættislig, tí pápin fekk frænir av hesum og leitar nú eftir teimum. Tær liva nú í ótta fyri pápa Khadiju. Fær hann fatur á teimum, stúrir Randi fyri tí versta. Tær báðar hava tørv á at sleppa úr vanda og heim [...] tey komu fram, gjørdist greitt fyri Randi, at pápin ikki ætlaði at lova sær at fáa Khadiju við sær heim aftur til Føroya. Eftir 10 drúgvar mánaðir í fangilsi eydnaðist teimum báðum tann 15. mai í 2024 endiliga [...] áhaldandi fyri at bjarga Randi og Khadiju úr Algeria. Men hóast hesa hjálp eru forðingarnar nógvar. Tíverri er rættarskipanin í Algeria øðrvísi enn okkara, og rættarliga arbeiðið, sum krevst fyri at tær sleppa
arbeiðsfólk hendanvegin at arbeiða, at seta krav um, at útlendingar mugu vísa revsiváttan fyri at fáa arbeiði hjá teimum. Grein 15 í føroysku útlendingalógini heimilar, at treytir kunnu leggjast á eitt arbeiðsloyvi [...] arbeiðsmegi og revsiváttan í einum grein 52a fyrispurningi. Hann spurdi soleiðis: 1. Hvat skal til, fyri at útlendingar, ið koma higar umvegis arbeiðsloyvi og FastTrack, skulu útvega revsiváttan, tá søkt
varaforsetavalevni 6. august. - Sum guvernørur, venjari, lærari og veteranur hevur hann leverað til gagns fyri arbeiðarafamiljur akkurát sum hansara egnu. Tað er gott at hava hann á liðnum, skrivaði varaforsetin [...] sjónvarpsrásin ABC sum fer at hava kjakið. Fyribils var einasta kjakið í 2024 millum forsetavalevnini hjá teimum báðum stóru flokkunum í USA 27. juni. Fyrrverandi republikanski forsetin, Donald Trump, vann tað
Bjartalíð átti næstseinasta fótin, tá Mai Traore í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði sigursmálið fyri Fredrikstad til 1-0. HER ber til at síggja samandráttin hjá norska TV2 frá dystinum. Fredrikstad er [...] deildini við 41 stigum. Síðani Mikkjal K. Thomassen fór til AIK Stockholm hevur Fredrikstad í fimm teimum seinastu dystunum vunnið tveir sigrar og leikt tríggjar javnleikir. Komandi sunnudag klokkan 13.30
man eigur at vera. Fyri meg snýr tað seg um, hvat mann hevur brúk fyri at vera, heldur enn hvat mann eigur at vera. Tað haldi eg er spennandi, og júst hetta, hvat man hevur brúk fyri at vera, er nakað eg [...] ólavsøkuna í 2021, høvdu vit frumsýning í Havnar Bio og eftirveitslu í Klubbanum: Eina fyri toyminum og eina fyri hópfíggjarunum. Seinasta fíggingin eydnaðist nevniliga umvegis hópfígging, so vit høvdu [...] nógv, og kenna vit hann kanska flest aftur sum avantgarde tónleikaran Silvurdrong, umframt ein av teimum trimum høvuðspersónunum úr bólkinum AGGRASOPPAR. Her er eitt longri brot úr greinini: Hvat fekk teg
søgdu at tað gjørdi stóran mun at tað vóru so nógv fólk og stuðlaði teimum. Samanumtikið má sigast at hetta NM gjørdist ein sólskinsøga fyri føroyska ríðing. Tað var størsti føroyski hópurin nakrantíð, hægsta
sum í Danmark. Enn er tó bara samtykt, at pensjónsaldurin hjá teimum, sum eru fødd eftir 1. juli í 1957, er 67,5 ár og at pensjónsaldurin fyri tey, sum eru fødd eftir 1962 er 68 ár. Løgtingið skal í vár [...] 70 ár frá 2040. Sambært Mette Frederiksen verður tað seinastu ferð, at Javnaðarflokkurin atkvøður fyri. Hon hevur kunnað stjórnarflokkarnar Venstre og Moderatarnar um fráboðanina, men sigur við Berlingske [...] n og tey Radikalu. Tá kommissiónin varð sett í november 2020, stóð Javnaðarflokkurin eisini aftan fyri hana. Í sambandi við fólkatingsvalið í 2019 segði táverandi forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen
uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu tað, sum gjørt er, er til gagns fyri borgararnar í kommununi. [...] at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gangs fyri borgararnar í kommununi. - Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða [...] trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini - ella ikki at velja nakað av teimum, verður lagt aftat. Tey, sum áður hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu, eru: * 2023 Magnus
gjørt fyri norska depilin fyri friðargransking (PRIO – Peace Research Institute Oslo) halda 41% av teimum spurdu norðmonnunum, at eitt nýtt heimskríggj brestur á innan 10 ár eru liðin. 55% av teimum spurdu [...] at norðmenn stúra fyri, at vit eru á randinum til stóran heimsumfatandi ófrið, og óttast ein komandi heimsbardaga og eina nýggja evropeiska ósemju, sigur Henrik Urdal, ið er leiðari fyri PRIO. Kanningin [...] Kanningin hjá PRIO vísir, at tveir triðingar av teimum spurdu halda, at tað eru fleiri vápnaðar ósemjur í dag sammett við fyri 20 árum síðani. Ein meiriluti heldur eisini, at fleiri doyggja í dagsins ósemjum sammett
hevði kostað teimum so nógv, at teir hildu tað ikki geva meining at arbeiða við at stytta arbeiðsvikuna. Ført hevur eisini verið fram – eisini av onkrum fakfelag, at tað er eitt mál fyri partarnar á a [...] Tað er serliga Javnaðarflokkurin, sum hevði hetta málið frammi í valstríðnum. Ein bólkur við umboðum fyri arbeiðsgevarar, fakfeløg og politiska myndugleikan hevur arbeitt við málinum í einum trípartasamráði [...] Uppskotið hjá landsstýrinum um at stytta arbeiðsvikuna í stigum úr 40 niður í 37 tímar verður lagt fyri tingið í vár.