Reyði Krossur letur 400.000 krónur í jólahjálp, sum verður latin í samstarvi við jólahjálpina hjá Barnabata.
Men umframt hesa upphæddina, so hevur Reyði Krossur eisini eina aðra tænastu; nevniliga mat- og klædnahjálp. Hetta er ein tænasta, sum er alt árið runt og veitir ókeypis klæðir frá endurnýtsluni til børn millum 0-18 ár. Og so fáa familjurnar eisini mat – tað veri seg fiskaflak, laks og gjarna onkra frystivøru aftrat.
Sigrið Zachariasen er dagligur leiðari í Reyða Krossi, og hon sigur soleiðis um mat- og klædnahjálpina í ár:
– Tað hevur verið stórur gravgangur eftir tí. Vit hava ikki talt upp enn og samanborið við í fjør, men eg haldi, at tað hevur verið meira í ár, enn tað plagar, sigur hon.
Sum Reyði Krossur leggur merki til, er støðan hjá teimum, ið søkja um hjálp upp undir jól, øgiliga ymisk.
– Vit spyrja ikki so nógv um krøv, áðrenn tey kunnu fáa hjálp frá okkum. Tað koyrir uppá álit. Vit skulu ikki síggja nakran lønarseðil, fyri at tey kunnu fáa nakran pakka, sigur Sigrið Zachariasen.
Men tó hava tey eina hóming av, hvør tað er, ið mest hevur tørv á hjálp:
– Ár eftir ár er tað mest stakir uppihaldarar. Einsamallar mammur til dømis, sigur hon og vísir aftur á, at tað enn er sera ymiskt.
– Har eru eisini nakrar vanligar miðalløntar familjur, sum ongar pengar hava eftir, tá mánaðurin er úti.
– Tað er eitt ávaringartekin
Sigrið Zachariasen heldur, at tað er gott, at ljós verður varpað á hendan trupulleikan, tí tað kann vera við til at hjálpa fleiri familjum – og her hava politikararnir eina ábyrgd.
– Tað kundi gott verið gjørt meira politisk fyri at hjálpa hesum familjunum. Vit síggja jú, at tað er ein tørvur. So tað er absolut nakað, man eigur at taka í álvara, sigur hon.
– Tørvurin er jú vaksandi. Hann vaks serliga nógv fyri tveimum-trimum árum síðani, tá inflatiónin í samfelagnum byrjaði. Tá vaks talið av teimum, sum biðja um hjálp árið runt, nógv. Talið hevur ligið um tað sama síðan tá. Fólk hava havt trupult við at gjalda fyri vanlig ting og fáa gerandisdagin at mala runt. So tað er eitt ávaringartekin, sum vónandi verður tikið í álvara, sigur Sigrið Zachariasen.
Grein úr Sosialinum