verið útgjørt og mannað til at taka lut í fiskiveiðieftirliti og bjarging. – Vit skuldu sæð landskassan sum ein kassa til samanhangandi loysnir – ikki ein kassa, sum skal fíggja fleiri loysnir til somu uppgávur [...] reisir spurningin, um fleiri almenn før og tænastur í Føroyum kundu verið skipað eftir sama leisti: at ein felags loysn røkir fleiri uppgávur í staðin fyri, at hvør uppgáva fær sína egnu skipan. [...] skipini nóg væl. Í einum uppslagi á Facebook vísir hann á, at Føroyar eru eitt lítið land, men ofta skipa vit samfelagið, sum var talan um eitt nógv størri land. Hann heldur, at almenn skip í størri mun áttu
við í lógararbeiðið frá fyrsta degi, og at øll lógaruppskot verða mett í mun til skyldurnar, sum sáttmálin ásetir. – Tað er ikki nóg mikið bert at staðfesta, at eitt lógaruppskot er mett at vera í samsvari [...] styrkir tað bæði dygdina í lóggávuni, rættartrygdina og rættindi í føroyska samfelagnum, sum heild. Brekrættindasáttmálin eigur ikki bara at verða nevndur – hann eigur at verða framdur í verki. – Føroya Løgting [...] Soleiðis skrivar Brekumboðið í morgun. Nýggj tingseta er byrjað, og komandi árið fara nógv lógaruppskot at verða løgd fyri Løgtingið. – Brekumboðið heitir á politisku skipanina um at tryggja, at ST-sáttmálin
kópur í ávísum førum kann hava ávirkan á toskastovnar. Harumframt hevur kópurin ein týðandi leiklut í lívsgongdini hjá sandmaðki, sum millum annað finst í toski. Sandmaðkurin gerst kynsbúgvin í kópinum [...] mælti eisini til at laga reglurnar fyri vápn og skipa fyri undirvísing, so veiðan kann fara fram á tryggan hátt. Longu í 2019 varð uppskot um eina serliga kópalóg lagt fyri Løgtingið. Endamálið var millum [...] vildi hava kópaveiðu Í 2020 viðgjørdi Vinnunevndin eitt uppskot um at banna alarum at drepa kóp. Ein samd nevnd tók undir við banninum, men segði samstundis, at tað ikki skuldi forða fyri vanligari kópaveiðu
eftir at løgmaður í ólavsøkurøðuni kom inn á evnið. Meira ítøkiligur var løgmaður í samrøðu við Sosialin fyri ólavsøku, har hann gloppaði dyrnar fyri tvungnum kommunusamanleggingum. – Ikki enn. Men tað kann [...] Sosialin. Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, er tó ósamdur í hesi tilgongdini. Sambært honum eigur landsstýrið als ikki at blanda seg upp í, um kommunur leggja saman ella ikki. Hann heldur, at kommunur [...] kommunuskipanina, har landsstýrið letur upp fyri møguleikanum at seta krøv um samanleggingar, meðan í hvussu er ein borgarstjóri staðiliga mælir frá, at landið skal hava slíkan leiklut.
hátíðarhaldi í sambandi við ársfund Norðurlandaráðsins í Helsinki. Teir seks tilnevndu filmarnir verða í heyst sýndir á filmsstevnum og serligum tiltøkum kring Norðurlond. Í Føroyum verða sýningar í Norðurl [...] Føroyar, Ísland, Noreg og Svøríki hava hvør sín film við í kappingini. Filmarnir verða lagdir fram á altjóða filmsfestivalinum í Haugesund í Noregi í dag. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober. Føroyar: [...] heimsfrumsýning í ACID-skránni á filmsstevnuni í Cannes í 2025. Les meira hjá Finska Filmsgrunninum . Ísland: The Love That Remains Íslendski leikstjórin Hlynur Pálmason stendur aftan fyri The Love That
avmarkingin endar, verður ikki skeltað við 80 km/t aftur, hóast almenna hámarksferðin aftur er 80 km/t. Fyri nøkrum árum síðani hevði hetta kanska ikki sama týdning. Men tøknin í bilunum hevur broytt støðuna [...] Men tað er ikki vist, at førarin fremst í røðini veit, at hann hevur loyvi at koyra 80 km/t. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52 a- [...] loyvt er at koyra 80 km/t. Fyri ein føroying, sum kennir vegakervið og reglurnar, er hetta kanska ikki ein stórur trupulleiki. Men støðan er ein onnur hjá einum ferðafólki í einum leigubili. Leigubilar
fram í Javnaðarflokkinum um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar skulu ikki gjalda [...] gjalda fyri at ganga í haga, segði hann. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at samgongan fer at endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu. Samstundis er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið á 20 krónur [...] krónur fyri hvørja gistinátt hjá ferðafólki. Longu fyrr í dag kom fram, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvussu lógin skal broytast. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sagt
punktum fyri landskappingina í 1. deild. Tí eru tað 27 stig eftir at spæla um. Men tað skal heilt nógv venda øðrvísi um hálvan triðja mánað, enn tað nú ger, um B71 ikki í 2027 aftur fer at spæla í Meist [...] síðani hann fyri stuttum flutti úr Danmark og til Føroya og B36. Heini Guttesen hevur skorað fýra mál í 1. deild í ár, og 16 ára gamli Filip Laursen var í kvøld fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild. Hinir [...] EB/Streymur er aftast við 7 stigum. Í Gundadali vann B36 í kvøld grannauppgerðina ímóti HB 3-0. B36 er á fimta plássi við 23 stigum, og HB er á áttanda plássi við 17 stigum. Í fyrra hálvleiki skoraðu Magnus
Kringvarpið fekk ikki innlit í málið, fyrr enn Løgtingsins umboðsmaður í tveimum umførum hevði givið aðalráðnum boð um at viðgera innlitsumbønina av nýggjum. Bjørgfríð Ludvig vil ikki siga, hví hon í februar metti [...] Gunnarstein brádliga segði seg úr starvi sum landsapotekari í februar. 11. februar var fundur millum Hjalta Gunnarstein og Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra í táverandi Almanna- og heilsumálaráðnum. Eftir fundin fekk [...] arbeiðsamboð inn. Hann fekk løn út februar, men ikki longur. Umboðsmaðurin kravdi nýggja viðgerð Tað hevur verið trupult hjá Kringvarpinum at fáa innlit í málið. Hvørki Hjalti Gunnarstein ella aðalráðið
umhvørvi verður málið lagt fyri ráðharra til endaliga avgerð. Rosebank liggur umleið 130 kilometrar í ein útnyrðing úr Hetlandi og er størsta oljufeltið í økinum, sum enn ikki er útbygt. Samlaða nøgdin av olju [...] væntaðu oljuframleiðsluni á bretska landgrunninum. Oljan verður ikki førd um Hetland, men gassið skal leiðast í rørleiðing til oljustøðina í Sullom Voe. Mótstøða frá veðurlagsfelagsskapum Arbeiðið við Rosebank [...] . Veðurlagsfelagsskapir høvdu lagt málið fyri rættin. Umhvørvis- og veðurlagsfelagsskapir bæði í Hetlandi og aðrastaðni hava heitt á bretsku stjórnina um ikki at góðkenna feltið. Fakfeløg og oljuvinnan